Seinni avgerandi dystur at spæla seg til HM-endaspælið.
Í Skopje sunnukvøldið 12. mei 2024 kl. 18.00
Norðurmakedonia - Føroyar 34-26 (Samanlagt vann Norðurmakedonia 61-60)
So gekk ikki longur hjá okkara hondbóltsmonnum. Dysturin móti Norðurmakedonia á útivølli gjørdist akkurát so trupul, sum stúrt varð fyri frammanundan.
Føroyar fylgdu væl við fyrsta korterið. Men so fór sjey mála leiðsla frá dystinum í Føroyum at svinna. Í hálvleikinum vóru vit fýra mál aftanfyri og longu tíðliga í seinna hálvleiki, var øll tann føroyska leiðslan horvin.
Norðurmakedonia kom eisini fram um við nýggjum málum, áðrenn Føroyar so seint, sum tá ið fýra minuttir vóru eftir koma aftur niður á 31-24, sum hevði givið umdyst.
So fóru Norðurmakedonar fram um aftur, og vunnu til endans 34-26, sum var júst nokk til at taka HM-endaspælið frá okkum.
Dysturin á heimasíðuni hjá EHF
Dysturin á Handballstatz
Hesar nútíðar føroysku hondbóltshetjur, høvdu á heimavølli vunnið 34-27 á Norðurmakedonia, og tann stóri spurningurin var, um tað fór at verða nóg mikið niðri í tiltikna “kókandi pottinum” í norðurmakedonska høvuðsstaðnum Skopje. Í hondbólti er stórur munur á heima- og útvølli, og slíkar leiðslur hava tað við at hvørva skjót.
Langt frammi í Elias
Heimaliðið valdi frá byrjan at fara langt fram í Elias, og tað gav gott pláss til hinar. Hinir gjørdu eisini nógv rætt. Men tíverri gjørdu okkara menn heldur nógvar feilir fyrstu løtuna, og tí fingu vit ikki ordiliga gagn av støðuni.
Í hinum endanum fekk Pauli Jacobsen eina góða byrjan í málinum, og liðini fylgdust so nøkulunda fyrsta korterið av dystinum.
Verjuspælið ikki á sama støði
Tað sást rættiliga skjótt, at tað ikki riggaði líka væl hjá Føroyum í verjuni, sum í fyrsta dystinum. Spælskiparin Marko Mitev dugdi nógv betri at koma til sín rætt, og tann heilt stóri munurin var, at føroyska verjan ikki fekk fatur á innspælingunum inn á strikuna, har tann risastóri og 125 kg tungi Zharko Peshevski var ómøguligur at halda, tá ið hann fyrst hevði fingið bóltin. Eisini skutu norðurmakedonar við hepni nógv meira útifrá. Serliga í fleiri førum, tá ið tað var um at vera dømt fyri drál, endaðu langskot í málinum.
Hesir trupulleikar í okkara verju eydnaðist ikki at loysa, og teir hildu tíverri fram allan dystin.
Ov fáir tóku ábyrgd
Um miðjan seinna hálvleik fór Norðurmakedonia spakuliga frá Føroyum. Aggresiva verjan og offensiva verjan av Eliasi órógvaði Føroyar nógv, og hinir leikararnir traðkaðu ikki ordiliga til, tá ið brúk var fyri tíð. M.a. sá fleiri ferðir út til, at Óli Mittún og Vilhelm Poulsen hildu aftur í atsóknum, tá ið møguleikin beyðst.
Tað var eisini týðiligt, at Norðurmakedonar, eins og øll onnur lond, ansaðu væl eftir Hákuni West av Teigum á høgra veingi, meðan Leivur Mortensen hinvegin fekk betri pláss á vinstra veingi, og skoraði upp á øll fýra skotini.
Fingu ongantíð veruliga fatur
Í hálvleikinum var 19-15. Gongdin helt fram í seinna hálvleiki, og eftir fáum minuttum høvdu okkara menn mist leiðsluna frá fyrsta dystinum.
Síðan helt munurin sær á status, umleið sjey málum, eina góða løtu. Tað var tó allan tíðina okkurt, sum gav eina ábendingum um, at hetta ikki var okkara dagur. Ikki tað, hesar hetjurnar hava so mangan stríðst seg til sigurs, men í dag vóru vit hvørki nóg dugnaligir, og heldur ikki nóg hepnir.
Ógvuliga sigandi var tað, at tá ið Nicholas Satchwell loftaði einum langskoti og sendi bóltin fram í skjótálop, so hevði teirra málverji ólukkutíð lisið støðuna og fangaði bóltin. Endin varð, at teir skoraðu í staðin, og so fór tann møguleikin at nærkast teimum.
Ein seinasta roynd
Tá ið 21 minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, var munurin nýggju mál, 31-22. Vit gjørdu tó eina seinastu roynd, og tá ið Teis Horn Rasmussen av strikuni minkaði til 31-24 og javnaði samlaðu málstøðuna, livdi vónin aftur.
Trupulleikin var bara, at teir framhaldandi høvdu lætt við at skora, og endin varð skuffandi, at vit taptu 34-26.
Kvinnurnar traðka úr skugganum
HM-dreymurin brast, og vit mugu staðfesta, at her kom ein lítil stígur í framgongdina hjá føroyskum hondbólti.
Tað er tó lítið at ivast í, at hesir ungu menninir koma aftur í aftur, tí næstan allir hava eina drúgva hondbóltsyrkisleið fyri framman, og við ungdómsmenningini í føroyskum hondbólti í huga, er lítið at ivast í, at fleiri evnaríkir leikarar fara at koma afturat komandi árini. Vit gleða okkum longu til undankappingin til EM byrjar í heyst.
Og ikki minst vit gleða okkum til desembur mánað, tá ið okkara hondbóltskvinnur fara at spæla í EM-endaspæl niðri í Sveis. Tá sleppa tær at traðka úr skugganum av monnunum.