EB/Streymur argaði HB

Fjórðingsfinala í kappingini um Løgmanssteypið
EB/Streymur - HB 1-1 (1-0) (eftir longda leiktíð 1-3)
EB/Streymur argaði stórfavorittarnar úr HB í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið, og kundi tað sama verið komið víðari í hálvfinaluna.

HB hevði bóltin mest, men í nógva vindinum hevði EB/Streymur betri møguleikar í fyrra hálvleiki. M.a. brendi Filip Djordjevic eitt brotsspark, áðrenn Tóki Johannesen skallaði bóltin í HB-málið.

Í seinna hálvleik javnaði Áki Samuelsen fyri HB, og fleiri mál komu ikki í vanligari leiktíð.

Í umdystinum skoraði HB tvær ferðir. Fyrst sendin Hanus Sørensen eitt skot úr 40 metrum við vindinum í málið, og Jacob Johansson avgjørdi hesa fjórðingsfinaluna,

Samandráttir frá fjórðingsfinalunum í steypakappingini frá Televarpinum
Dystartøl á FaroeSoccer
Dysturin á dystir.fo

Heimaliðið størri møguleikar
Viðhaldsfólkini hjá HB stúrsaðu eitt sindur við, tá ið tey sóu, hvussu nógvir av vanligu eykamonnunum byrjaðu á vøllinum.

Tað sá eisini út til, at teir í EB/Streymi veruliga sóu sær møguleikan at spæla seg í hálvfinaluna.

Gott nokk hevði HB bóltin nógv mest frá byrjan, men tað var EB/Streymur, sum hevði tær betru atsóknirnar.

EB/Streymur kláraði ógvuliga væl at tippa allar møguleikar hjá HB at spæla seg í gjøgnum verjuna, og hjá HB hjálpti tað ikki, at teir spældu seint og stirvið.

Hinvegin so gjørdi EB/Streymur tað einfalt, og teir dugdu væl at brúka undanvindin. Bólturin var lagdur í síðurnar, og so innfyri, har vindurin ofta var við til at gera støðurnar vandamiklar.

EB/Streymur fekk ein gyltan møguleika og HB eina ordiliga ávaring, tá ið heimalið eftir eitt korter fekk brotsspark. Vanligi eykamálverjin hjá HB, Rasmus Nilsson, bjargaði brotssparkinum frá Filip Djordjevic.

Tá ið hálvur tími var spældur bragdaði hjá EB/Streymi, og tað var ikki óuppiborið. Virgar Jónsson sendi bóltin innfyri, og har skallaði Tóki Johannesen bóltin í málið.

Alt ov turrur vøllur
Nógvi vindurin eftir vøllinum ávirkaði spælið nógv, og tað gjørdi ikki fótbóltsspælið betri, at vøllurin eisini var skróvturrur. Tað sást væl at turri vøllurin ávirkaði spælið nógv, og serliga var torført hjá leikarunum at reka við bóltinum, tí bólturin hekk akkurát sum eftir í vøllinum.

Sjálvandi fer EB/Streymur ikki at vatna vøllin, tá ið eitt tekniskt gott lið sum HB kemur á vitjan. Men tá ið hugsað verður um, hvussu vandamikið tað er hjá leikarum at spæla á so turrum vølli, og hvussu nógv tað ávirkar spælið tann verra vegin, so átti fótbóltssambandið næstan at sett krøv fram um, at vøllirnir skulu vatnast undan dystunum, um teir eru turrir.

HB dugdi ikki í undanvindinum
Meðan EB/Streymur dugdi at spæla undan vindinum, so kann tað sama ikki sigast um HB í seinna hálvleiki. Spælið gekk framvegis seint, og í staðin fyri at fáa bóltin út í síðurnar og so innfyri málið, so royndu havnarmenninir ofta við sendingum fram eftir vøllinum, og sjálvandi fóru tær við vindinum inn til málverjan hjá EB/Streymi.

HB hevði tó bóltin so mikið nógv í seinna hálvleiki, at tað sá út til at vera spurningur um tíð, áðrenn tað kom hol á.

Áki Samuelsen kom inn í hálvleikinum, og seinni koma eisini Magnus Holm Jacobsen og Hanus Sørensen á vøllin. Hetta var fyrsti dystur hjá Magnusi Holm Jacobsen í HB, síðan hann í ungdomsárum skifti til grannarnar í B36.

Innskiftingarnar settu ferð á HB. Serliga Hanus royndi alla tíðina at skapa nakað, og tað var eisini ein sending frá honum inn til Áka, sum gav mál. Tað sá út til, at vindur hjálpti Áka eitt sindur at fáa bóltin við sær við høvdinum inn um verjuna hjá EB/Streymi, og so javnaði Áki.

EB/Streymur ofta nær við
Einki mál koma afturat í veruliga dystinum, og í fyrra hálvleiki av umdystinum spældi EB/Streymur aftur undan vindinum, men hesaferð eydnaðist ikki so væl.

Tað sá eisini út til at hjálpa hjá HB, tá ið Heðin Hansen kom inn í miðverjuna saman við Samuel Chukwudi og farið var frá trimum miðverjum til tveir.

HB avgjørdi í seinna í hálvleiki av umdystinum. Hanus vísti, hvussu tað ber til at gera gagn av vindinum, tá ið hann einar 40 metrar út frá sendi bóltin í málið umvegis hondina hjá málverjanum. Løtu seinni avgjørdi innskifti Jacob Johansson dystin, eftir at somuleiðis innskifti Jógvan Elmarsson Ósa í einum mótálopi vann bóltin við baklinjuna inni í brotsteiginum og spældi Jacob leysan.

Harvið stóð EB/Streymur enn einaferð eftir við ongum eftir eitt gott avrik. Liðið stendur væl í verjupartinum, og ungu leikararnir úr meginpartin av landinum duga eisini at spæla bólt og koma fram til møguleikar. Tíverri fyri tey í Sundalagnum, so koma ov fá úrslit burturúr og soleiðis var aftur í dag.

HB fær úrslit
Akkurát umvent av EB/Streymi, so fær HB úrslit nærum hvønn dyst. Teir hava vunnið allar síðan ósigurin fyri Víkingi í fyrsta umfari í landskappingini. Spælið er ikki altíð so sannførandi, men onkursvegna fær HB úrslit. Sjálvandi er dugnaskapur aftanfyri. HB hevur eisini sera evnaríkar leikarar, bæði royndar og óroyndar, sum Adolfo Solmani við hegni blandar saman á ymiskan hátt til hvønn dyst. Eingin veit undan einum dysti, hvørjum liðið HB spælir við, og tað má metast at vera ein styrki í taktiska spælinum.

Allar fjórðingsfinalurnar í umdyst
Umframt HB eru Víkingur, B36 og yvirraskilsi TB komið í hálvfinalurnar. Tað løgna var, at øll liðini máttu út í umdyst, áðrenn hálvfinaluplássið var tryggjað. AB argaði heilt óvæntað Víking. TB vann líka óvæntað á B68 eftir brotssparkskapping. Og B36 spældi 2-2 móti NSÍ, áðrenn teir í umdystinum avgjørdu dystin.

Samandráttir frá fjórðingsfinalunum síggjast her, og lutakast um, hvør møtist í hálvfinalunum verður sunnukvøldið.