Hondbóltsævintýrið heldur fram

Fyrri avgerandi dystur at spæla seg til HM-endaspæl. Í høllini á Hálsi í Tórshavn 8. mei 2024 kl. 19.00
Føroyar - Norðurmakedonia 34-27 (18-14)

Føroysku hondbóltsmenninir loystu fyrra part av uppgávuni móti Norðurmakedonia og vunnu sær eitt gott útgangsstøði undan seinna dystinum, sum verður spældur í Norðurmakedonia sunnudagin.

Føroyar fingu eina góða byrjan upp á dystin, og komu nøkur mál fram um beinanvegin. Eftir hetta megnaðu okkara menn at hugsavna seg allan dystin á tamb, og leiðslan øktist sum dysturin fór.

Bæði verja og álop spældu ein góðan dyst.

Í hálvleikinum var 18-14 til Føroyar, og tá ið dysturin var av, stóð 24-27 á máltalvuni.

Dysturin á heimasíðuni hjá EHF
Dysturin á Handballstatz
Myndir á jn.fo
Myndir á portal.fo
Myndir á in.fo

 
Koma væl frá byrjan
Tað var veruligur berlinskur hýrur í høllini á Hálsi hetta mikukvøldið. Okkara hondbóltshetjur takkaðu eisini fyri stuðulin, og spældu ein frálíkan dyst.


Elias á Skipagøtu skoraði fyrsta mál við einum undirhondskoti. Óli Mittún byrjaði eisini væl, og ikki minst tók Vilhelm Poulsen av møguleikunum á høgra bakki. Harafturat tók Pauli Jacobsen í nýggjum verndarbrillum nøkur skot fyrst í dystinum. 7-2 stóð máltalvuni tá ið átta minuttir vóru spældir. Harvið var grundarlagið lagt undir einum frálíkum landsdysti.

Álopið riggaði væl, og vit skoraðu upp á okkara møguleikar gjøgnum nærum allan dystin. Teirra málverjar stóðu ikki ein góðan dyst.

Verjan steðgaði Mitev
Men tað mest hugtakandi var kanska okkara verjuspæl. Vit sum vóru til taktikfund, sum Bank Nordik skipaði fyri við landsliðsvenjaranum mánakvøldið, hoyrdu og sóu, hvussu ætlanin var at steðga teirra stóru stjørnu, tí kvika spælskiparanum, Marko Mitev.

Føroyar hava ofta havt trupulleikar av smáum kvikum spælskiparum, og tí var ætlanin at stýra Mitev inn í ávísar rennibanar, har hann so skuldi steðgast. Hetta riggaði nærum til fulnar, og Mitev fann ikki fótafesti í dystinum, fyrr enn hann í seinna hálvleiki hevði hvílt seg á beinkinum, og síðan kom inn aftur, og við útgangsstøði á vinstra bakki skoraði nøkur mál og vann nøkur brotskøst. Hendan løtan seint í dystinum var einasta løtan, har norðurmakedonar veruliga funnu hol í føroysku verjuni.

Føroyska verjan, sum lá sera djúpt, megnaði eisini sera væl at steðga innspæli til strikuna, og harafturat kláraðu okkara verjuleikarar eisini heilt væl at halda tungu strikuleikarunum hjá Norðurmakedonia.

Leivur spældi sín besta landsdyst
Sum heild riggaðu flestu partar av føroyska spælinum væl. Norðurmakedonar høvdu týðiliga lagt ætlan at steðga Eliasi at spæla inn á strikuna, og eisini var Hákun West av Teigum væl vardur á høgra vongi. Tað gav serliga pláss til Vilhelm á høgra bakki, og Leivur Mortensen á vinstra veingi. Tað kann sigast at báðir tóku av møguleikanum, og Leivur spældi helst sín besta landsdyst nakrantíð og skoraði upp á øll fimm skotini av veinginum og vann eisini okkurt brotskast.

Eisini góð byrjan upp á seinna hálvleik
Í fyrra hálvleiki kom Norðurmakedonia ongantíð nærri enn tvey mál, og í steðginum var støðan 18-14.

Nú ráddi um í minsta laga at halda stand, og helst betra málmunin nakað. Og tað eydnaðist eisini sera væl fyrst í seinna hálvleiki. Gongdin var tann sama, og Føroyar høvdu munin á Norðurmakedonia. Nicholas Satchwell kom inn í málið og hevði onkra góða bjarging, Vilhelm Poulsen skoraði eftir ein “flúgvara”, og tá ið Elias legði Føroyar fram um 25-18 átta minuttir inn i seinna hálvleik, sá veruliga gott út.

Kunnu iðra seg eitt sindur
Nú helt munurin sær á umleið sjey málum restina av dystinum. Føroyar høvdu framhaldandi rímiliga lætt við at skora mál, og teirra málverjar komu ongantíð veruliga í gongd. Munurin móti endanum av dystinum var bara sum nevnt, at Norðurmakedonar fingu spælt Mitev til møguleikar, og tí kláraðu teir at hanga í okkum. Serliga kunnu vit iðra okkum, at tað ikki eydnaðist at gagnnýta tvær útvísingar, tá ið tíggju minuttir vóru eftir. Tá kundu vit havt lagt okkum eini níggju tíggju mál fram um, men soleiðis skuldi ikki vera.

Er góða útgangsstøði nóg mikið?
Tá ið Føroyar fóru í seinasta álop, vóru seks mál á muni. Norðurmakedonar høvdu enn einaferð ein mann útvístan, so nú ráddi um at halda munin, og helst skora eitt mál afturat. Hesaferð stóð okkara málverji í málinum, og við seks móti fimm eydnaðist nøkur sekund fyri leiktíð Hákuni at skora til endaliga úrslitið 34-27.

Eitt gott útgangsstøði, og so mugu vit bara vóna og biðja fyri at hendan leiðslan er nóg mikið at hava við sær niður í kókandi pottin í Skopje í Norðurmakedonia sunnudagin kl. 18.00. Tað ljóðar, at har er ikki tespiligt at spæla. Men munnu okkara ungu hondbóltshetjur ikki eisini klára tað. Tað tykist, sum teir klára tað mesta.