B36 betri, HB vann

Betri Deildin við monnum
HB – B36 1-0 (2-1)
HB legði seg fram um beinanvegin, tá ið Jacob Johansson beindi bóltin í málið. So yvirtók B36 spælið, og var betra liðið meginpartin av dystinum.

Eitt korter inn í seinna hálvleik javnaði innskifti Mattias Hellisdal, og hann var eisini sera nær við at leggja B36 fram um, tá ið eitt langskot rakti yvirleggjaran heilt úti við samankomingina.

Meira hepni hevði Leivur Guttesen hjá HB, tá ið hann løtu seinni avgjørdi dystin við einum frálíkum langskoti heilt upp í samankomingina.

Fleiri umstríddar dómaraavgerðir vóru eisini í dystinum, men endin var, at HB framvegis eigur Havnina.

Samandráttir frá 8. umfari frá Televarpinum
Dysturin á fsf.fo
Dystartøl á FaroeSoccer
Dysturin á dystir.fo


B36 leikliga omaná
Í tjúkka mjørkanum í Havn í dag var ikki so heilt galið í Gundadali, og líkindini at spæla fótbólt vóru av teimum bestu, tú kanst hugsa tær.

HB byrjaði bragdliga, og eftir frálíkt uppspæli í høgru síðu skallaði Áki Samuelsen móti málinum, Bjarti Mørk bjargaði, men Jacob Johansson vísti sítt máltev og prikaði bóltin í málið.

Eftir málið yvirtók B36 spælið, og HB hevði trupult við at fáa nakað sum helst at hanga saman. Tað sá út sum, at B36 kláraði at hava eina so kompaktan miðvøll, at HB als einki pláss fann at spæla á. Einasti vegurin hjá HB fram eftir vøllinum tyktist at vera í vinstru síðu, har Viljormur Davidsen og Áki Samuelsen royndu at føra bóltin fram eftir, men sum oftast rak Áki seg fastan.

Hjá B36 riggaði væl hjá Magnusi Egilsson at leggja tvørbóltar av vinstra bakki heilt yvir til Jann Benjaminsen á høgra veingi, og tey flestu vandamiklu álopini hjá B36 í fyrra hálvleiki komu tann vegin. M.a. hevði Bjarki Nielsen ein rimmar møguleika, tá ið bólturin kom flatt innfyri úr høgru síðu, men Mathias Voss bjargaði onkursvegna á strikuni. Eisini var einaferð sera nær við, at Samuel Chukwudi hjá HB beindi bóltin í egið mál, men Teitur bjargaði meistarliga.

Harðar takklingar
Í seinna hálvleiki fótaði HB seg betri fyrstu løtuna og var meira á bóltinum. Men B36 legði nógv fyri í hesum dystinum og fóru hart inn í nærdystirnar. Seint í fyrra hálvleiki gjørdist Mathias Voss hjá HB skaddur, tá ið Rani í Soylu fór ógvuliga hart inn ein takkling, sum steðgaði einum lovandi mótálopi. Og nakað inn í seinna hálvleik, fór Magnus Egilsson alt ov hart í eina takkling, og so mátti Emmanuel Duah, sum júst hevur fingið spæliloyvið, skaddur av vøllinum. Magnus Egilsson skal í sínum lagi vera ógvuliga fegin, um at hann ikki var vístur av vøllinum, tí slíkar takklingar hoyra ikki heima á einum fótbóltsvølli.

Mattias gjørdi mun
Í hálvleikinum kom sera evnaríki Mattias Hellisdal inn fyri B36. Hví ein so góður leikari byrjar á beinkinum, er ilt at vita, og hann gjørdi stóran mun, tá ið hann kom inn. Mattias var besti leikari á vøllinum í seinna hálvleiki.

Eitt korter inn í seinna hálvleik javnaði Mattias eftir eina frálíka gjøgnumspæling frá Anton Horup, og tað var eisini um reppið, at Mattias legði B36 fram um, tá ið hann sendi eitt frálíkt langskot á tvørtræið.

Eitt B36-mál lá í luftini
Hesa løtuna í seinna hálvleiki lá enn eitt B36-mál í luftini, og tað eina ferðina vildu allir B36’arar í heiminum hava brotsspark, tá ið Bjarki Nielsen í nærdysti við Ása Dam datt á veg inn í brotsteigin. Einki brotsspark segði dómarin, og gult kort til Bjarka fyri at lata seg detta. Endurtøkurnar vísa, at hetta var ein av teimum nærdystunum, har tað bæði kundi verið dømt brotskast og ikki. Hinvegin var tað ógvuliga hart dømt at geva Bjarka gult kort fyri sjónleik.

Leivur við dreymaskoti
Í eini roynd at venda gongdini, kom Mikkel Dahl í álopið hjá HB. Tað tyktist at hjálpa nakað, tí Mikkel dugir sera væl at taka bóltar niður og halda teir á liðnum, hóast hann hevur stórar verjuleikarar í rygginum. HB fekk nú eitt sindur longri løtur á bóltinum.

Einum toppliðið í viðgongd so líkt, so kláraði HB tað, sum B36 í mótgongd ikki kláraði. Í einum mótálopi endaði bólturin hjá Leivi Guttesen nakað úti í høgru síðu. Hann tók eitt trekk inn í vøllin, og sendi eitt dreymaskot í handara málhorn. Leivur hevur altíð verið eitt stórtallent, sum ikki er sloppið at blóma, men italski venjarin, Solmani, hevur víst honum álit, og tað hevur loyst seg.

Ekstasa í HB-húsinun, og enn einaferð mátti B36 av vøllinum við ongum í einum dysti móti HB.

Trýst á Dann
Kappingarárið hevur als ikki verið nøktandi hjá B36, og trýstið man vera sera stórt á venjaran Dann Brimsvík, sum undan kappingini boðaði frá, at nú var B36 klárt at bjóða av í kappingini um meistaraheitið. Tann málsetningurin tykist langt burtur nú, og gongdin má venda sum skjótast, um Dann skal vera lív laga í B36.

Hjá HB gongur alt hinvegin betri enn væntað, og í veruleikanum eisini betri enn spælið er til. So gott hevur gingið, at í løtuni man HB vera besta boðið upp á ein avbjóðara hjá Víkingi í stríðnum um meistaraheitið.