Yngstu føroyameistarar nakrantíð

Burn-deildin, 4. finala (best av 5, H71 vunnið 3 og er føroyameistari)
KÍF – H71 32-37 (14-21)

Meðan eg skrivi hesa dystarfrágreiðing senda hoyvíkingar fýrverk fyri sínum hondbóltsmonnum. Vænti ikki at nógv sæst aftur í mjørkanum, men tað leggja hoyvíkingar einki í, tí blaðungu menninir hjá H71 eru føroyameistarar í hondbólti 2024. Teir vunnu fjórðu FM-finaluna í Kollafirði og hava harvið vunnið tær neyðugu tríggjar finalurnar.

Hendan fjórða finalan gjørdist ongantíð veruliga spennandi. H71 fór beinanvegin frá KÍF, sum kortini, teimum so líkt, gjørdu fleiri royndir at koma aftur í aftur.

Eftir hálvleikistøðuna 14-21, vann blaðunga H71-liðið at enda 37-32.

Dómarseðil á hsf.fo
Dysturin á handballstatz.com
Myndir á in.fo
Myndir á portal.fo

Sannur hondbóltsfepur var í høllini í Kollafirði. Ungu fjeppararnir hjá H71 bjóðaðu tiltikna reyða múrinum hjá KÍF av, og larmurin var øgiligur, meðan ein jólamaður úr Kollafirði bjóðaði áskoðarum karamellur.

Torstein enn einaferð
H71 byrjaði hesa avgerandi finaluna við fullari ferð, og tað gjørdu kollfirðingar eisini. Munurin var bara, at í málinum hjá H71 bjargaði Torstein Sivertsen ferð eftir ferð meistarliga frá púra leysum kollfirðingum, meðan í hinum endanum fór alt inn.

Tað er stuttligt at síggja, hvussu Torstein hevur ment seg í málinum, tí eg haldi ikki, at eg sigi ov nógv, at fáur hevði væntað, at Torstein fór at fáa so avgerandi leiklut í einum FM-stríði.

Imponerandi álopsspæl
H71 kom fram um beinanvegin. Spælið koyrdi væl, og tað er sera hugtakandi, at síggja, hvussu skjótt hesir ungu hoyvíkingarnir spæla. Allir bakspælararnir megnaðu at komu upp á kant av verjuspælarunum, og samstundis læstu teir seg ongantíð fastar, og megnaðu harvið altíð at spæla bóltin víðari. Tí var sera torført hjá KÍF at steðga álopinum hjá H71, og tá ið Milenko Jelic Jelkan í málinum samstundis ikki hevði ein av sínum bestu døgum, so rapaðu málini inn í KÍF-málið.

Tað var skjótt, at H71 fekk eina leiðslu, sum skuldi vísa seg at gerast avgerandi. Millum annað skoraði Bogi Hansen sum honum lysti av høgra veingi.

Sveinur er ársins leikari
Bryan Slyne, Høgni Heinason og Rókur Ziskason spældu allir væl á bakplássunum. Men kortini havi eg hug at taka ein fram um hinar, og tað er Svein Olafsson.

Nú allar “stjørnurnar” eru farnar uttanlands, hevur Sveinur yvirtikið leiklutin, sum spælskiparin og nýggja stjørnan á liðnum.

Altíð hevur hann verið ein framúr góður verjuleikari, men í ár hevur hann spælt álopsspæl á høgum stigi.

Tolin og stillisliga stýrir hann spælinum, og í kvøld hevði hann evnini at skora mál í avgerandi løtum, tá ið KÍF hevði hug at nærkast. Eisini fangaði hann fleiri bóltar í verjuni.

Soleiðis hevur Sveinur spælt í alt kappingarárið, og tað ger, at hann í mínum hugaheimi eigur at gerast ársins leikari hetta kappingarárið.

Kollfirðingar gevast ongantíð
Dysturin sá fleiri ferðir út til at vera avgjørdur. Einaferð í fyrra hálvleiki vóru 8 mál á muni. Men kollfirðingum so líkt, so góvust teir ongantíð, og teir hava tey merkiligastu evnini at koma aftur í aftur, tá ið svartast sær út. Soleiðis hevur tað altíð verið, og soleiðis er tað enn.

Fyrst megnaði KÍF at fáa munin niður á seks mál í hálvleikinum, og tíðliga í seinna hálvleiki, komu teir nakrar ferðir niður á trý mál, seinast 27-24, tá ið ellivu minuttir vóru spældir. Hesa løtuna hevði Milenko nakrar góðar bjargingar, og í hinum endanum høgdu Fríði Weyhe og Rasmus Søby nøkur langskot í málið.

Yngstu meistarar nakrantíð
So orkaðu kollfirðingar ikki meira. H71 hevði fleiri streingir at spæla upp á, og blaðunga liðið hjá H71 koyrdi sigurin rímiliga trygt heim. Tó so KÍF kom aftur niður á fýra mál, 35-31, tá ið fimm minuttir vóru eftir, men tá ið Høgni Heinason skoraði til 36-31 var leyst og liðugt, og H71 var føroyameistari.

Uttan at hava kannað tað, tori eg at siga, at hetta eru yngstu føroyameistararnir nakrantíð. Teir elstu tveir 22 ár, og meginparturin yngri enn 20 ár.

At H71 enn einaferð megnaði at vinna FM eftir stóra frágongd, má sigast at vera sera flott, og fær ein at ivast í, um tað nakrantíð ferð at eydnast at koppa H71-monnunum av hondbóltstrúnuni í Føroyum.

Aftur í næsta ár missir liðið fleiri leikarar. Ísak ferð til Svøríki at spæla, Sveinur ætlar eisini uttanlands at spæla, og Bogi fer eisini av landinum.

Men tað tykist ikki at gera mun, hvat fólk H71 missir, tí har er nokk at taka av upp í Hoyvíkshaganum, og maður tykist altíð at koma í mans stað. Soleiðis verður helst eisini komandi kappingarár.

-------------------

H71 og KÍF toppaðu rættstundis
Stórfavorittarnir úr VÍF toppaðu í heyst, og komu ongantíð í gongd aftur, hóast teir vunnu steypakappingini. Restin av liðnum komu ongantíð í gongd grundspælinum.

Sum landskappingin er skipað ræður um at toppa, tá ið FM-finaluumfarið verður spælt, restin av árinum er næstan líka mikið. Hetta høvdu bæði H71 og KÍF skilt í ár, og spældu bæði liðini upp til sítt allarbesta hesar fýra FM-finalurnar.

Eingin hevði væntað, at blaðunga liðið hjá H71 kundi spæla so gott. Og als eingin hevði væntað nakað sum helst av kollfirðingum, sum tó vóru nógv betri mannaðir, nú finalurnar vóru spældar.

Kortini megnaðu liðini at spæla fýra góðar og spennandi finalur, sum allar, uttan tann seinasta í kvøld, vóru sera spennandi.

Finalurnar vóru eisini væl spældar við nógvum góðum hondbóltsspæli og ikki minst hørðum og kontantum verjuspæli. Dómararnir loyvdu nokk so hørðum verjuspæli, men sum heild var javnvágin hjá dómarunum góð hesar fýra finalurnar.