Showing posts with label Betrideildin - kvinnur. Show all posts
Showing posts with label Betrideildin - kvinnur. Show all posts

Yngstu føroyameistarar nakrantíð

Burn-deildin, 4. finala (best av 5, H71 vunnið 3 og er føroyameistari)
KÍF – H71 32-37 (14-21)

Meðan eg skrivi hesa dystarfrágreiðing senda hoyvíkingar fýrverk fyri sínum hondbóltsmonnum. Vænti ikki at nógv sæst aftur í mjørkanum, men tað leggja hoyvíkingar einki í, tí blaðungu menninir hjá H71 eru føroyameistarar í hondbólti 2024. Teir vunnu fjórðu FM-finaluna í Kollafirði og hava harvið vunnið tær neyðugu tríggjar finalurnar.

Hendan fjórða finalan gjørdist ongantíð veruliga spennandi. H71 fór beinanvegin frá KÍF, sum kortini, teimum so líkt, gjørdu fleiri royndir at koma aftur í aftur.

Eftir hálvleikistøðuna 14-21, vann blaðunga H71-liðið at enda 37-32.

HB-kvinnurnar skulu hava nýggjan venjara

HB og Kári Reynheim hava valt at enda samstarvið, og kvinnurnar hjá HB skulu tí hava nýggjan venjara.
HB-kvinnurnar gjørdust í fjør steypavinnarar við Allan Dybczak sum venjara. Felagið valdi kortini at enda samstarvið við Allan, og Kári Reynheim var undan kappingarárinum settur sum nýggjur venjari.

Sambært heimasíðuni hjá HB eydnaðist ikki at finna neyðuga stevið millum venjara og spælarahóp, og tí bar ikki til at halda fram. 

Enn er ikki avgjørt, hvør verður nýggjur venjari hjá HB-kvinnunum.

Menninir hjá B36 og HB og KÍ-kvinnur flest FM í 10-unum


Havnarfeløgini B36 og HB vunnu flest meistaraheiti í fótbólti hjá monnum, meðan Víkingur vann flestar steypakappingar.
Hjá kvinnunum vóru klaksvíkskvinnur nærum einaráðandi bæði í landskappingini og í steypakappingini.

Myndir: hb.fo, b36.fo og KÍ.síðan á facebook