Kyndil lættliga í FM-finaluna

Nú VIF hevði gott tak á Turið, skoraði Bára Hansen í staðin

SMS-deildin, 2. hálvfinala (best av 3, Kyndil vunnið 2 og er í finaluni)
Kyndil - VÍF 36-26 (17-11)

Kyndilskvinnur livdu upp til leiklutin sum stórfavorittur í aðru FM-hálvfinaluni móti VÍF. Kyndil legði seg skjótt fram um í fyrra hálvleiki og hildu greiða leiðslu allan dystin.

Úrslitið gjørdist 36-26 eftir hálvleiksstøðuna 17-11.

Dómarseðil á hsf.fo
Dysturin á handballstatz.com
Myndir á portal.fo
Myndir av in.fo

Bára loysti trupulleikan
Í fyrru hálvfinaluni megnaði verjan hjá VÍF heilt væl at steðga stórskjúttanum Turið Arge, og tað gjørdu tær aftur í dag. Men Kyndil hevði sjálvandi gjørt sítt heimaarbeiði, og meðan verjan hjá VÍF konsentreraði seg at steðga Turið, var bólturin spældur skjótt víðari, og serliga spæliskiparin Bára Krossteig Hansen dugdi sera væl at átaka sær leiklutin sum málskjútti.

VÍF hevði sera trupult at koma í gjøgnum sterku Kyndilsverjuna.
Sterk Kyndilsverja
Verjan hjá Kyndli við Bjartu Johansen á odda stóð eisini sera væl frá byrjan, og VÍF hevði sera trupult við at koma til líkinda møguleikar. Eisini stóð Jovana Stranjanac væl í málinum, meðan málkonan hjá VÍF, Viviann Petersen, valla hevði nakra bjarging allan fyrra hálvleiki. Tí var rímiliga lætt hjá Kyndli at fara frá VÍF, og í hálvleikinum stóð 17-11 á máltalvuni.

Jovana Stranjanac hevði fleiri góðar bjargingar
Jovana stongdi málið
VÍF gjørdi eitt lítið sprell beint eftir steðgin. Viviann hevði tvær góðar bjargingar, og VÍF kom niður á fýra mál. VÍF hevði eisini møguleikan at koma niður á trý mál, men Jovana bjargaði meistarliga, tá ið Rannvá Olsen kom púra leys, og løtuna aftan á stongdi Jovana málið eina løtu, og VÍF kom ikki nærri.

Tá ið eitt korter var spælt av seinna hálvleiki, var støðan 27-16, og dysturin var avgjørdur. Umframt Báru Hansen, skoraði Turið Arge eisini síni mál fyri Kyndil. Eisini evnaríki høgri vongurin, Joan Johannesen, var sera trygg í sínum vongskotum.

Seinasta korterið sluppu vanligu eykaleikararnir hjá báðum liðum at spæla, og endin varð, at Kyndil vann greitt 36-26 og eru í FM-finaluni. Har eru tær aftur er stórfavorittar móti StÍF sum óvæntað feldi Neistanum í hinari hálvfinaluni.

Dómaraseðil: