Ikki nokk at steðga Turið

SMS-deildin, 1. hálvfinala (best av 3, 2. finalan verður í Havn 20. apríl kl 17.30)
VÍF - Kyndil 20-26 (11-13)
Kvinnurnar hjá VÍF gjørdu alt í sína makt at steðga stórfavorittunum úr Kyndli. Útlitini fyri nøkrum spenningi vóru kortini ikki góð, tí royndi spælskiparin hjá VÍF, Agnas Funn, var ikki við tí hon var sjúk, og aðrar á liðnum høvdu eisini verið sjúkar.

Kortini megnaði VÍF at fylgja við Kyndli meginpartin av fyrra hálvleiki, og vónin um eitt sera yvirraskandi úrslit livdi til hálvan seinna hálvleik.
Steðgaðu Turið
Lykilin hjá VÍF var, at tær megnaðu at steðga Turið Arge Samuelsen so frægt, sum tað nú einaferð ber til. VÍF valdi, at lata Rannvá Olsen at verja forskotið frammi í Turið og so noyða hana at fara inn móti miðjuni, har 38 ára gamla Durita Jojic tók móti henni, og vísti, at hon framvegis er ein framúrskarandi og krútsterkur verjuleikari. VÍF vardi eisini forskotið frammi í hinum bakkinum, og samanlagt tyktist hetta at órógva álopið hjá Kyndli so mikið, at málini vóru færri enn vanligt.

VÍF vísti í hvussu er hinum liðnum, hvussu tað ber til at steðga Turið Arge.

Einki hondbóltsupplivilsi
Meðan verjan hjá VÍF riggaði, so var álopið ógvuliga stirvið við lítlari og ongari rútmu. Rannvá royndi at skipa spælið, nú systirin var sjúk. Men tað var ov lítið veiggj í álopinum hjá VÍF. Durita orkar ikki bæði verju og álop, og Fríða Nolsøe Olsen hevði vist nokk eisini verið sjúk.

Eisini framdi VÍF nógvar tekniskar villur, og tað gjørdi Kyndil fyri so vítt eisini, og tí gjørdist ongantíð talan um tað stóra hondbóltsupplivilsi,

Málkonur tóku ikki nógv
Hinvegin so skoraði VÍF væl upp á teir møguleikarnar, sum tær komu til, og Jovana Stranjanac í málinum hjá Kyndli hevði ein av sínum vánaligu døgum í málinum.

Í hinum endanum tók Viviann Petersen heldur ikki tað stóra, og tá ið tað nærkaðist hálvleiki var Kyndil frammanfyri 13-9.

Ein útvísing til Kyndil og nakrar bjargingar frá Viviann gjørdu kortini, at VÍF kom til hálvleiks við støðuni 11-13.

Løgin broyting í verjuni
Fyrst í seinna hálvleiki broytti VÍF í annars góðu verjuni. Hví Ingi Olsen, venjari, valdi at flyta Rannvá Olsen yvir á hin bakkin at verja, meðan danska Mille Dahl var sett á Turið, var torført at skilja. Mille kláraði heldur ikki at fylgja við Turið, og eitt, tvey trý, so hevði hon skotið nøkur mál og verið við í fleiri. Nú stóð 11-18 á máltalvuni, og dysturin varð í roynd og veru avgjørdur.

Kyndil vann uppiborið
VÍF setti aftur Rannvá á Turið, og tað eydnaðist VÍF at minkað niður í trý mál, tá ið eitt korter var spælt av seinna hálvleiki. Nærri kom VÍF ikki, og Kyndil vann ein uppibornan sigur, hóast suverena oddaliðið í ár, so avgjørt ikki spældu upp til sítt besta.

Vónandi fær VÍF Agnas Funn klára til næstu hálvfinaluna, sum verður spæld í Havn leygardagin kl. 17.30.

Kyndil fer í sínum lagi helst at arbeiða við, hvussu tær fáa Turið Arge meira við í spælið. so hon aftur kann skorað síni vanligu fleiri enn 10 mál. Í dag skoraði hon “bara” sjey ferðir.

Hendan fyrsta hálvfinalan var helst millum vánaligastu dystirnar hjá Kyndli hetta kappingarárið, so helst skal VÍF gera tað upp aftur betri leygardagin, um tær skulu hava nakran møguleika.

Í hinari hálvfinaluni vann StÍF 27-24 á Neistanun á Skála. Dómaraseðilin frá tí dystin sæst her.