Ein góður bummtúrur

Ferðafrásøgn frá túri í Liverpool, sum Liverpool Føroyar skipaði fyri í apríl 2024

Bill Shankly og vit: Ovast: Gilli Róason, Gudmundur Joensen, Vagnur Mohr Mortensen, Trygvi Absalonsen, Bárður Kass Nielsen, Jonhard Klettheyggj, Dora Sirdal og John Erik Sirdal
Niðast: Rói Joensen, Mortan Joensen, Elian Bárðarson Nielsen, Dávid Isfeld, Knút Olsen og Rógvi Borgarlíð Isfeld 
Lagið kundi verið so nógv betri, nú vit koyra í bussinum úr Liverpool til Edinburgh á veg til Føroya. Men tað heldur friðarligt í bussinum, og í gjárkvøldi var eisini friðarligt. Fólk eru troytt eftir nakrar góðar dagar í Liverpool, og skammiligi ósigurin fyri Crystal Palace heima á Anfield tók seinasta gassið úr ballónini.

Dystarupplivilsið byrjaði annars væl. “You’ll never walk alone” rungaði, sum hann átti, og meðan vit minnist, tey sum lótu lív á Hillsborough fyri 35 árum síðan, var ikki eitt kis at hoyra.

Sjálvur dysturin varð ikki til tað, sum vit og Klopp ætlaðu. Har kom eingin ordilig reaktión. Fyrri hálvleikur var eldendigur hjá okkara monnum, og vit skuldu vera glað fyri, at vit bara vóru aftanfyri 1-0 í steðginum.

Nú skuldi tað verða, og tað gjørdist eisini frægari í seinna hálvleiki. Spælið kom tó ongantíð upp, har klokkurnar ringja, og dysturin lyfti seg ongantíð til tær hæddirnar, sum vit eru vorðin vón við undir Klopp. Kortini høvdu okkara menn eina rúgvu av púra leysum møguleikum, sum áttu at givið mál. Men bólturin vil ikki inn fyri tíðina, og hóast “væntaði mál” eru 10 seinastu tríggjar dystirnar, so er bólturin bara farin einaferð inn um strikuna.

Eitt ógvuliga frustrerandi tap. At fara allan tann langa vegin úr Føroyum at tapa móti f..... Crystal Palace, tað er ikki stuttligt #%&””#.

Tað gjørdi tað ikki frægari, at Arsenal eisini tapti sín dyst, tí vitanin, um at Liverpool hevði verið nummar 1, um vit vunnu, gav okkum hálvavegna gron.

Eftir sera skuffandi ósigurin hjálpti gongutúrurin oman í býin nakað. HB vann á KÍ, gott hjá okkum HB-viðhaldsmonnunum. Men ikki so gott hjá Doru og John Eriki úr Klaksvík.
Vit bíða eftir bussinum við flogvøllin í Edinburgh

Eitt lítið kuffert
Hósdagin 11. apríl fóru vaksni sonurin og eg saman við 12 øðrum viðhaldsfólkum hjá Liverpool í flogfarinum til Edinburgh á veg til Liverpool at síggja ein av seinastu heimadystunum við Jürgen Klopp sum venjara. Liverpool skuldi taka móti Crystal Palace heima á Anfield sunnudagin 14. apríl 2024 kl. 14.00.

Úr øllum landinum komu hesi 14, og vit høvdu fingið strangar ordrar um bert at hava hondviðføri við, tí á flogvøllinum í Edinburgh kann alt taka langa tíð. Sjálvt einasta konufólki, Dora úr Klaksvík, hevði fingið trýst alt niður í eitt lítið kabinukuffert.

Síðan vit 14 bíløgdu ferðina gjøgnum Liverpool Føroyar, var heimadysturin í Europa League móti Atalanta lagdur hendan sama dagin, sum vit ferðast til Liverpool. Tíverri so var nærum ómøguligt at náa fram til hendan dystin. Men hóast tað, so høvdu tveir í ferðalagnum, Vagnur Mohr Mortensen, fyrrverandi HB-kempa, og Gudmundur Joensen, fyrrverandi stjóri á ítróttaháskúlanum í Vági, keypt sær atgongumerki til dystin, og bílagt sær hýruvogn beinleiðis til Liverpool. Hesir báðir settu seg eisini fremst í flogfarinum, so eingin minuttur fór til spillis. Tað hjálpti kortini lítið hjá teimum, tí øll skuldu í ein transitbuss inn til farstøðina.

Og so fór bussurin gjøgnum skotska landslagið, sum altíð minnir meg, um onkran bretskan krimifilm. 5 tímar við einum steðgi tók túrurin.

Liverpool er ein snøggur og góður sjoppingbýur

Klopp lovaði at svara aftur
Vit búðu á ymiskum hotellum í Liverpool. Men miðbýurin í Liverpool er kompaktur, og tí er stutt millum hotellini.

3-0 ósigurin móti Atalanta hetta hóskvøldið dempaði lagið nógv. Men vit høvdu framvegis góðar vónir til sunnudagin. Klopp lovaða eisini, at Liverpool fór at svara aftur.

Eftir dystin gingu vit ein stuttan túr gjøgnum snøgga miðbýin í Liverpool, sum varð fullkomiliga endavendur og endurnýggjaður, tá ið Liverpool var evropeiskur mentanarhøvuðsstaður í 2008.
Steypaveggurin á Anfield við standmynd av Bob Paisley berandi Emlyn Huges av vølli. Paisley var Liverpool upp á allar mátar, og er tann mest vinnandi venjarin í søgu felagsins

Heima á Anfield
Fríggjadagin var tann vanligi rundtúrurin á Anfield, og tað er altíð spennandi at koma á Anfield. Eitt sindur sum at koma heim. Ein samkoma, har øll eru samd um, at Liverpool er heimsins besta fótbóltsfelag.

Taxabilurin av Limestreet niðan á Anfield kostaði minni enn 10 pund, og so stigu vit út í okkara Mekka.

Tað er altíð áhugavert at spáka runt um Anfield og síggja allar tær smáu detaljurnar, sum ímynda ymiskt. Minnismerkið fyri vanlukkuna á Hillsborough fyri júst 35 árum rørir øll kensluliga, og eg fekk ilt fyri hjarta at hugsa um, tey fólkini, sum vóru kroyst móti hegninum hendan várdagin í Sheffield fyri júst 35 árum síðan. Serliga steðgaðu tankarnir við navnið á 10 ára gamla Jon-Paul Gilhooley. Hann var systkinabarn Steven Gerrard, og Gerrard greiðir í ævisøgu síni frá, hvussu hann minnist hendan syrgiliga dagin, og hvussu hann undan hvørjum dysti hugsaði um tvey ár eldri systkinabarnið.

Minnismerkið fyri vannlukkuna í Hillsborough. Dysturin móti Crystal Palace var dagin fyri 35 ára dagin fyri vanlukkuna, og tí var eisini tøgn í ein minutt at minnast tey, ið lótu lív.  

Ein oyratelefon í oyra
Sjálvur stadiontúrurin var niðurgraderaður nógv. Nú var einki frásøgufólk, sum fylgdi okkum runt, og fortaldi sínar røvarasøgur um fyrrverandi venjarar og leikarar. Í staðin fingið vit eina kensluleysa oyratelefon stunga í hondina og hoyrdu eina steriliseraða rødd greiða frá stoltu søgu felagsins. Eftir eina løtu, var oyratelefonin koyrd í lumman, og so gekst betri at njóta atmosferuna á hesum søguliga stað, sum nú er vorðið til ein nýmótans leikvøll við túsundtals ferðafólkum, sum helst skulu leggja pening eftir seg til alt millum himmal og jørð.

Handilin og søgusavnið vóru sjálvandi eisini vitjað, og tað er altíð hugtakandi at síggja, hvussu nógv ymisk ting tað ber til at keypa við Liverpoolmerkinum á. Nakrar krónur lógu eisini eftir har, og seinni á túrinum var troyggjan við Van Dijk nummar 4 keypt í øðrum av teimum báðum Liverpoolhandlunum inni í býnum. Sonurin keypti sær Mac Allister nummar 10.

Ein siglitúrur á Merseyánni kann viðmælast

Ferry Cross the Mersey
Leygardagurin fór millum annað til ein túr siglitúr á Merseyánni, saman við kenda havnamanninum, HB-fan nummar 1, Knúti Olsen, sum eigur nógvar tímar á sjónum gjøgnum ár og tað.

Kendi sangurin hjá Gerry & the Pacemakers, Ferry Cross the Mersey rungaði í hátalarunum, tá ið vit loystu, og meðan vit hoyrdu søguna um, hvussu havnin gjørdi Liverpool til ein knútapunkt í alheimshandlinum í 1800’talinum, sigldu vit í 50 minuttir í innsiglingini til Merseyánna. Ein túrur sum avgjørt kann viðmælast.

Hinvegin helt eg ikki at vitjanin á Beatlessavninum í Albert Dock var pengarnar verdur. Aftur her vóru tað púra sterilar frásagnir í eini oyratelefon, sum drupu upplivilsið. Tá vil eg heldur viðmæla Beatlestúrin, sum taxabilar gera runt til øll tey áhugaverdu Beatlesstøðini í býnum. Hann var á skrá, seinast eg var í Liverpool og var framúrskarandi við livandi frásøgufólkum.
 
Stammatstovan Bem Brasil

Kjøt fyri allar pengarnar
Fríggjakvøldið fyltu vit okkum við kjøti á Bem Brasil, sum er vorið eitt slag at stammatstovu hjá Liverpool Føroyar. Har gingu tænarar alla tíðina runt og skóru ymiskt kjøt beinleiðis niður á tallerkarnar, og vit vóru øll proppmett, tá ið vit raggaðu okkum víðari.

Leygarkvøldið fall valið á matstovuna Fazenda, sum skuldi vísa at hava júst sama konsept sum Bem Brasil. Men vit vóru samd um, góðskan var heldur betri enn á stammatstovuni.

Seinasta kvøldið eftir ófyrigeviliga ósigurin móti Crystal Palace var Knút troyttur av kjøti, og fleiri okkara ótu ein frálíkan fisk og kips á Gordon Ramsey.

Nakrar bjór vóru eisini druknar á pubbunum í Liverpool, og tað er skjótt at staðfesta, at eingilsmenn dáma væl at drekka, og teir drekka nógv. Fríggjakvøldið og leygarkvøldið á Mattew Street mintu mest um Ólavsøku fyrr í tíðini við nógvum skítfullum fólkum. Eitt serligt hetta vikuskiftið vóru fínir ungir menn og fínar ungar konur í í litríkum og fantasifullum hattum, sum vóru komin til Liverpool í samband við Grand National, einari av heimsins kendastu ríðikappingum. Hendan ríðikappingin verður mett sum eitt týðandi tiltak í teimum fínaru ensku mentanarløgunum.

-------------------------

Hóast tað fer at taka eina løtu at sodna píniliga ósigurin, so var talan um ein góðan túr. Vónandi reisa okkara menn seg aftur, so at teir mongu føroyingarnir, sum fara til Liverpool komandi heimadystirnar fáa eitt veruliga gott upplivilsi og ein sigur.

You’ll never walk alone.

Fleiri myndir:

Elisha Scott ein av bestu málverjum í søguni hjá Liverpool

Billy Liddell var so góður, at felagið varð ofta kallað Liddellpool

Bill Shankly legði grundarlagið til nútíðar Liverpool

Bob Paisley er mest vinnandi venjarin í Liverpool. Hann hevði allar leiklutir í felagnum, leikari, saftblandari, vøddamýkjari, hjálparvenjari og venjari

Kenny Dalglish verður mettur sum besti leikarin hjá Liverpool nakrantíð. Seinastu leikárini var hann leikandi venjari

John Barnes var stjørnuleikarin seinast í 1980'árunum

Steven Gerrard spældi bara í Liverpool

Ian Rush á einum húsaveggi beint við Anfield

Anfield

Handilin

Bill Shankly endavendi Liverpool í 1960'unum

Í skiftirúminum

Evropeisku meistarasteypini

Liver Building við teimum báðum Liver Bird sæddur av Merseyánni

Beatlarnir

Undan dysti í The Albert

Kendi Liverpool-viðhaldsmaðurin og HB-leikarin Eirikur Rasmussen sáli fekk hendan HB-vimpulin at hanga undir loftinum á The Albert

Eitt føroyskt flagg er eisini undir loftinum

John Houlding stovnaði Liverpool FC, tá ið Everton helt tað var ov dýrt at leiga leikvøllin.

Uttanfyri Anfield á dystardegnun

Spentir føroyingar

Við Shankly Gate

Dávid ger sær sínar tankar undan dystinum

Knút við gott mót undan dystinum

Fullkomin tøgn at minnast tey 97, sum lótu lív av vannlukkuni í Hillsborough 

Eykaleikararnir hita upp

Jürgen Klopp eygleiðir sum vanligt mótstøðuliðið undan dystinum

Teir útvaldu

So nærkast

Dysturin farin í gongd