Tað var lítil og eingin spenningur í teimum báðum dystunum í Champions League í kvøld. Chelsea gjørdi als einki við Bayern München, sum samanlagt hølvaði London-liðið av. Barcelona brúkti ein hálvleik at avgera dystin móti Napoli, og sjálvandi var Messi í miðdeplinum.
Bayern München - Chelsea 4-1 (2-1) (Samanlagt 7-1)
Uppgávan hjá Chelsea var nærum ómøgulig undan dystinum, tí Bayern vann fyrra dystin 3-0 í London. Dysturin var heldur ikki meira enn byrjaður, so hevði Lewandowski beint allan iva burtur, tá ið hann sendi eitt brotsspark í málið. Ivan Perisic gjørdi tað til 2-0, áðrenn Tammy Abraham minkaði til 2-1 beint fyri hálvleik. Í seinna hálvleiki vísti heimaliðið, hvar skápið skal standa, og Corentin Tolisso og Lewandowski skoraðu til úrslitið 4-1. Lewandowski hevur nú skorað 13 mál í Champions League hetta kappingarárið.
Barcelona – Napoli 3-1 (3-1) (Samanlagt 4-2)
Hóast Barcelona kom fram um 3-0 í fyrra hálvleiki, so megnaði Napoli at halda lív í dystinum við einum málið beint fyri hálvleik upp á brotspark, sum Lorenzo Insigne skoraði . Miðverjin Clement Lenglet skallaði Barcelona fram um. Lionel Messi økti eftir, hann rak gjøgnum verjuna hjá Barcelona, og hóast hann fleiri ferðir var um at missa bóltin, datt og reistist aftur, so eydnaðist hondum við einum sera hegnisligum skoti at fanga bæði verjuleikarar og málverjan hjá Napoli á skeiva beininum. Luis Suarez gjørdi tað til 3-0 við brotsparki, sum var gjørt móti Messi.
Í seinni hálvleiki var sera lítil ferð á spælinum. Napoli sá út til, upp á besta italska mátan, at bíða eftir einum feili frá Barcelona. Skoraði Napoli eitt mál, so var aftur lív í dystinum, tí fyrri dysturin endaði 1-1. Tað var eisini nakrar ferðir nær við, at Napoli skoraði. Eitt skot tók stongina, og einaferð var eitt mál kolldømt fyri rangstøðu.
Samanumtikið gjørdi Napoli ov lítið til at hótta Barcelona, sum nú møtir Bayern München í einum veruligum stórdysti í fjórðingsfinaluni.