Greining: Munurin millum topp 5 og botn 5 søguliga stórur

Samanbera vit stigatølini í bestu deildini hjá monnum seinastu 25 árini, so sæst, at munurin millum topp 5 og botn 5 ongantíð hevur verið so stórur sum í fjør, og alt bendir á, at hann verður upp aftur størri hetta kappingarárið.

Stigatølini verða samanborin frá 1995, tá ið farið varð at geva 3 stig fyri ein sigur.

Fyrstu árini frá 1995 til 2004 leikti hvørt liðið 18 dystir, og tí eru stigatølini hesi árini umroknað, so at tey samsvara við 27 umfør.

Higartil hetta kappingarárið eru leiktir 15/16 dystir, og tí eru stigatølini hetta kappingarárið framroknað, so at tað samsvara við 27 umfør. 

Talva 1: Topp 5 og botn 5


Talva 1 vísir miðal stigatalið hjá topp 5, miðal stigatalið hjá botn 5, munin millum topp og botn, og eina tendenslinju hvønn veg stigamunurin fer. Hagtølini eru frá faroesoccer.com
(Hav í huga, at 1995-2004 er umroknað til 27 umfør)
Topp 5 setir helst stigamet í ár
(Hav í huga, at 1995-2004 er umroknað til 27 umfør)
Sum sæst á bláu linjuni á talvuni, so er miðal stigatalið hjá topp 5 vanliga umleið 50 stig (+/- 3 stig). Undantakið er 1997, tá ið topp 5 liðini fingu 55 stig í miðal. 

Seinastu trý árini er kortini hend ein verulig broyting. Í 2018 táttaði miðal stigatalið í 55 stig, í 2019 fór tað upp á 57 stig, og í ár bendir nógv á at fimm tey bestu liðini fara at fáa umleið 60 stig í miðal, og tað verður nógv tað hægsta nakrantíð.

Botn 5 setir helst botnmet í ár
(Hav í huga, at 1995-2004 er umroknað til 27 umfør)
Tá ið topp 5 fáa alsamt fleiri stig, merkir tað sjálvandi eisini, at botn 5 fáa færri stig. Reyða linjan vísir miðal stigatalið hjá botn 5. 

Tvey ár fyrst í 90-árunum var miðal stigatalið hjá botn 5 niðri á 21 stigum. Síðan 1999 hevur miðal stigatalið hjá botnliðunum verið umleið 25 stig (+/- 3 stig)

Í fjør setti botn 5 nýtt botnmet við einans 20 stigum í miðal, og í ár bendir nógv á, at miðal stigatalið kann koma heilt niður móti 16 stigum, sum verður nógv tað minsta nakrantíð.

Munurin ongantíð so stórur sum nú
(Hav í huga, at 1995-2004 er umroknað til 27 umfør)
Gula linjan vísir munin á miðal stigatalinum hjá topp 5 og botn 5. Hann hevur tey flestu árini síðan 1995 verið millum 20 og 30 stig, tó var hann omanfyri 30 stig trý ár seinast í 90-árunum. 

Í 2019 fór munurin millum stigatalið hjá botn 5 og topp 5 heilt upp á 37 stig, og við gongdini higartil hetta kappingarárið kann í ringasta føri enda við, at munurin á miðal stigatalinum hjá toppi og botni verður helt upp í móti 45 stigum. 

Tann gráa linjan vísir tendensin hvønn veg munurin millum topp 5 og botn 5 fer. Tað sæst, at síðan 2013 er munurin er vaksin líðandi, og tvey tey seinastu árini vísir tendensurin heilt greitt, at munurin á toppi og botni veksur í stórum.

Talva 2: Stigatal hjá ymiskum plássunum


Talva 2 vísir stigatalið hjá teimum ymisku plássinum á stigatalvuni. Hagtølini eru frá faroesoccer.com
(Hav í huga, at 1995-2004 er umroknað til 27 umfør)
Nummar 1 nógv stig triðja árið ár rað
(Hav í huga, at 1995-2004 er umroknað til 27 umfør)
Verður hugt eftir nummar 1, so sæst, at fyri tað mesta hava føroyameistararnir fingið umleið 60 stig ella minni. Nøkur ár stinga tó burturúr. B36 fekk 72 stig í 1997, 69 stig í 2001 og 67 stig í 2011. Harafturat fekk HB 67 stig í 2002.

Seinastu trý árini hevur nummar 1 fingið fleiri stig enn árini frammanundan. HB setti stigamet í 2018 við 73 stigum, og í fjør fekk KÍ 66 stig.

Tað er eisini nógv sum bendir á, at føroyameistarin í ár fer at fáa fleiri enn 65 stig, tí annars skal HB missa heili 11 stig seinastu 11 dystirnar.

KÍ, B36 og NSÍ skulu sostatt helst upp um 65 stig, um tey skulu gera sær vónir um at vinna meistaraheitið í ár.

Kanska fýra lið upp um 60 stig
(Hav í huga, at 1995-2004 er umroknað til 27 umfør)
Í fjør var fyrstu ferð í nógv ár, at nummar 1 og 2 høvdu fleiri enn 60 stig. Hetta kappingarárið bendir nógv á, at í minsta lagið trý lið (kanska 4) fara upp um 60 stig, tað er ikki hent fyrr.

Skála kann taka botnmetið
(Hav í huga, at 1995-2004 er umroknað til 27 umfør)
ÍF setti í fjør botnmet við einans 6 stigum, og í ár hevur Skála higartil einans fingið 2 stig, so kanska skálamenn taka keðiliga metið hjá ÍF.

Fýra lið kunnu enda við færri enn 20 stigum
(Hav í huga, at 1995-2004 er umroknað til 27 umfør)
Í 2019 var eisini fyrstu ferð, at fýra tey niðastu liðini fingið færri enn 25 stig, og við verandi gongd fara fýra tey niðastu øll at hava færri enn 20 stig í ár.

Metstórur munur millum nummar 1 og 10?
(Hav í huga, at 1995-2004 er umroknað til 27 umfør)
Størsti munurin, sum hevur verið millum nummar 1 og nummar 10 var 61 stig í 1997. B36 fekk 72 stig, meðan B71 endaði niðast við 11 stigum.

Í fjør vóru 60 stig á muni millum føroyameistararnar úr KÍ og botnliðið ÍF, og í ár bendir nógv á, at munurin millum nummar 1 og nummar 10 verður størri enn nakrantíð.

Verður stigatalið beint nú framskrivað, kann HB enda heili 69 stig frammanfyri Skála, og tað má sigast at vera rættiliga stórur munur. Og tá er stuttligt at hugsa sær, at Skála veruliga hótti við at taka stig frá HB í dysti fyrr í ár.

--------
Øll hagtøl eru frá faroesoccer.com