FC København kláraði seg óvæntað væl móti enska stórfelagnum Manchester United. Hóast Manchester United hevði greiða yvirvág í spælinum, so høvdu danskararnir so avgjørt eisini sínar møguleikar, men skotini vóru ikki nóg neyv, og FCK hevði einki skot á málið allan dystin.
Manchester United hevði kortini teir størru møguleikarnar, og høvdu m.a. bóltin í málinum, men málið varð kolldømt fyri rangstøðu.
Einki mál kom í vanligari leiktíð, og so varð farið út í tvær ferðir 15 minuttir umdyst. Manchester United helt fram at hava leikliga yvirvág, og tað var mest málverjanum hjá FCK, Karl-Johan Johnsson, fyri takka, at FCK yvirlivdi í nakrar minuttir. Hann kláraði tó ikki at bjarga brotssparkinum hjá Bruno Fernandes, sum var dømt, tá ið fimm minuttir vóru spældir av umdystinum.
FCK kláraði ikki at svara aftur, og komu heldur ikki til nakran veruligan møguleika, og Manchester United kom víðari í hálvfinaluna í Evropa League, har teir møta vinnaranum av Wolverhampton og Sevilla, sum spæla í morgin.

Inter - Bayer Leverkusen 2-1 (2-1)
Í hinar fjórðingsfinaluni, sum var spæld í kvøld, vann Inter móti Bayer Leverkusen. Nicolo Barella og Romelu Lukaku góvu Inter eina góða byrjan og tá ið 21 minuttir vóru spældir var 2-0 til Inter. Nakrar minuttir seinni svaraði Leverkusen aftur, tá ið Kai Havertz minkaði til 2-1.
Inter var betra liðið allan dystin. Men kláraði ikki at avgera dystin, so spenningurin helt sær heilt til seinasta bríksl. '

Inter møtir í hálvfinaluni vinnaranum av Shakhtar Donetsk og Basel, sum spæla í morgin.
Dysturin á heimsíðuni hjá UEFA
Dysturin á heimsíðuni hjá UEFA