KÍ stórspældi í stórsigri

Betri Deildin hjá monnum: KÍ - ÍF 6-0 (4-0)

Hini oddaliðini høvdu kanska eina lítla vón um, at ÍF kundi stjala stig frá KÍ. Men ÍF var ongantíð nær við at gera nakað sum helst við KÍ.

KÍ heilt einfalt sópaði ÍF av vøllinum, og klaksvíkingar staðfestu, at teir eru sera væl fyri í løtuni við triðja stórsigrinum á rað, og tað er lítið at ivast í, at KÍ ætlar sær at bjóða HB av í stríðnum um meistaraheitið.

Fuglfirðingar tyktust hinvegin, sum um teir høvdu gloymt allan stríðsvilja eftir í Fuglafirði. Teir lógu langt frá leikarunum hjá KÍ. Serliga úti í síðunum fekk KÍ gott pláss at leggja inn fyri, og inni frammanfyri málið vóru klaksvíkingarnir bara so nógv sterkari enn fuglfirðingarnir, sum serliga saknaðu Uros Stojanov at skalla burtur. Toppskjúttin hjá ÍF var av einari ella aðrari orsøk á beinkinum hendan dystin.

Longu í hálvleikinum var 4-0 til KÍ, og tað var ikki eitt mál ov lítið.

Tvey skjót mál í 16.- og 19. minutti avgjørdu í veruleikanum dystin. Fyrst fluktaði Patrik Johannesen eitt innlegg frá Jóannes Bjartalíð í málið, og so skallaði Oddmar Færø eitt hornaspark frá Patriki í málið.

Í 31. minutti økti Jóannes Bjartalíð, løtu seinni gjørdi Páll Klettskarð tað til 4-0.

Í seinna hálvleiki valdi KÍ at spara tveir av føstu leikarunum. Jóannes Kalsø Danielsen og Jesper Brinck fingið hart tiltrongda hvíld, og ungi miðverjin Børge Petersen og høgi norski áleyparin Ole Erik Midtskogen komu á vøllin.

ÍF stríddist meira í seinna hálvleiki, og klaksvíkingar løgdu ikki so nógv fyri. Kortini var KÍ framvegis nógv betri, og endin var eisini, at teir skoraðu tvey mál afturat seinastu 10 minuttirnar. Fyrst endaði fuglfirðingar við at gera sjálvmál, eftir at Jonn Johannesen hevði skotið, og so skoraði Ole Erik Midtskogen.

Hjá KÍ vóru allir leikarar góðir hendan dystin, og skulu nakrir nevnast burtur úr, so eru tað kanska Patrik Johannesen og Jóannes Bjartalíð, sum vóru við í næstan øllum, sum hendi fram eftir vøllinum í fyrra hálvleiki.

Næsti dystur hjá KÍ í Betri Deildini verður á heimavølli 10. septembur, tá ið oddaliðið HB kemur á vitjan í einum veruligum oddabrakið. Tá verða føroyameistararnir úr KÍ í roynd og veru noyddir at vinna, um teir ikki skulu koma ov langt aftur um HB. 

Áðrenn tað skal KÍ tann 18. august í Champions League taka í móti Slovan Bratislava heima við Djúpumýrar.

Betri Deildin hjá monnum: KÍ - ÍF 6-0 (4-0)
1-0, 16. Patrik Johannesen
2-0, 19. Oddmar Færø
3-0, 31. Jóannes Bjartalíð
4-0, 35. Páll Klettskarð
5-0, 82. Sjálvmál
6-0. 86. Ole Erik Midtskogen