Sevilla vann á Wolves í yvirtíðini

Tað varð ikki til eina reina enska hálvfinalu í Europa League. Wolves megnaði ikki at vinna móti Sevilla, sum nú møtir Manchester United í hálvfinaluni.

Í hinari fjórðingsfinaluni, sum var spæld í kvøld vann Shakhtar Donetsk lættliga 4-1 móti Basel. Shakhtar spælir móti Inter í hálvfinaluni.

Wolves – Sevilla 0-1 (0-0)
Ensku úlvarnir høvdu sín møguleika, tá ið brotsspark var dømt í fyrra hálvleiki, men Raúl Jimenez brendi.

Sevilla yvirtók meira og meira av spælinum, sum dysturin leið, og í seinna hálvleiki lá Wolves bara á egnari hálvu og vardi.

Tað sá eisini út til, at dysturin fór út í longda leiktíð. Soleiðis skuldi kortini ikki verða, tí tveir minuttir fyri tíð skallaði Lucas Ocampos eitt innlegg í málið hjá Wolves, og so var evropeiska ævintýrið av hjá enska felagnum av fyri hesaferð.

Shakhtar Donetsk - Basel 4-1 (2-0)
Shakhtar Donetsk legði seg longu fram um móti Basel í øðrum minutti, tá ið Marlos skallaði eitt hornaspark í málið.

Shakthar helt fram at hava spælið, og í 20. minutti skoraði Taison til 2-0.

Eftir steðgin var Basel meira við í dystinum, men tað eydnaðist ikki at minka um munin.

Í staðin økti Shakhtar til 3-0, tá ið Alan Patrick sendi eitt brotsspark í málið, og Dodo gjørdi tað til 4-0, áðrenn Ricky van Wolfwinkel skoraði eitt troystarmál fyri Basel til endaliga úrslitið 4-1.

Hálvfinalurnar verður spældar komandi mánadag og týsdag.