Showing posts with label Europa League. Show all posts
Showing posts with label Europa League. Show all posts

KÍ kom ov seint í gongd

Europa League: 
Dundalk FC - KÍ 3-1 (1-0)
Evropaævintýrið hjá KÍ er av, eftir at teir í kvøld taptu 3-1 fyri Dundalk niðri í Írlandi. Dundalk var nógv betra liðið stóran part av dystinum og kom fram um 2-0. Tað eydnaðist tó Ole Erik Midtskogen at minka til 1-2, og Patrik Johannesen hevði ein stóran møguleika at javna. Men hann rakti ikki ordiliga bóltin, og nøkur sekund seinni lá bólturin í málinum í hinum endanum, og so var dysturin avgjørdur.

KÍ skrivaði søgu

KÍ - Dinamo Tbilisi 6-1 (1-0)
KÍ er bara ein dyst frá at spæla seg í bólkaspælið í Evropa League. Hetta eftir, at eitt sera væl upplagt KÍ lið vann heili 6-1 móti georgiska liðinum Dinamo Tbilisi á Tórsvølli í kvøld.

B36 elskar dramatikk

UEFA Europa League: B36 - The New Saints 1-1 (0-0) 
Eftir longda leiktíð 2-2
Eftir brotssparkskapping 7-6
B36 var tvær ferðir so at siga úti úr Evropa League. Men enn einaferð megnaði B36 at yvirliva ein dramatiskan dyst á Tórsvølli. Endin var, at Rói Mørk Hentze bjargaði tveimum brotsspørkum í brotssparkskappingini. B36 hevur hervið, sum tað fyrsta føroyska liðið nakrantíð. spælt seg víðari trý umfør í evropeiskum fótbólti.


NSÍ møtti yvirmaktini


UEFA Europa League, Aberdeen - NSÍ 6-0 (2-0) 


NSÍ kláraði at standa í móti í 37 minuttir niðri í Aberdeen, so skrædnaði. Í hálvleikinum var støðan 2-0, og í seinna hálvleiki skoraðu skotar fýra mál afturat, so at úrslitið gjørdist 6-0. 

1-0, 37. Lewis Ferguson
2-0, 43. Curtis Main
3-0, 50. Ryan Hedges
4-0, 59. Ryan Hedges
5-0, 63. Jonathan Hayes
6-0, 87. Ryan Hedges (br)

Dysturin á uefa.com

Pingel og B36 víðari í Evropa

UEFA Europa League, B36 – FC Levadia 2-2 (0-0) (Eftir longda leiktið 4-3)

B36 hevur spælt seg víðari í 2. umfar í Europa League. Í einum góðum og undirhaldandi dysti, sum mátti út í longda leiktíð, var endin, at B36 vann 4-3, eftir at liðini høvdu skiftst um at havt leiðsluna.

Sevilla eigur Europa League


Europa League, finala
Sevilla - Inter 3-2

Eitt sjálvmál frá áleyparanum hjá Inter, Romelu Lukaku, avgjørdi málríku finaluna í Europa League. Hetta er sættu ferð, at Sevilla vinnur Europa League. 



HB skuffaði enn einaferð í Evropa


Europa League, 1. undanumfar

Glentoran - HB 1-0 (1-0)

HB tapti 1-0 móti Glentoran úr Norðurírlandi. Harvið halda vánaligu úrslitini hjá HB í Evropa fram. Vøllurin var sera vánaligur, og HB fekk als ikki sítt vanliga spæl at hanga saman. Vertirnir skoraðu seint í fyrra hálvleiki.


B36 víðari í Europa League


Europa League, 1. undanumfar
St. Joseph’s – B36 1-2 (1-2)


B36 spældi seg í kvøld víðari til 2. innleiðandi umfar í Europa League. B36 vann niðri á Gibraltar 2-1 móti St. Joseph’s.

Inter vann lættliga á Shakhtar Donetsk


Europa League, hálvfinala: 

Inter - Shakhtar Donetsk 5-0 (1-0)

Inter kom fram í fyrra hálvleik, og hóast Shakhtar hevði bóltin nógv, so førdi tað ikki til nógvar møguleikar.

Hinvegin dugdi Inter væl at gera gagn av sínum møgueikum, og í seinna hálvleiki skoraði Inter fýra mál, og endin var, at Inter vann 5-0

Í finaluni spælir Inter móti Sevilla. Finalan verður spæld fríggjakvøldið 21. august kl. 20.00.

Sevilla enn einaferð í finaluni í Europa League


UEFA Europa League, hálvfinala 
Sevilla - Manchester United 2-1 (1-1) 

Manchester United kom á odda, og hóast Sevilla javnaði, so hevði United allar møguleikar at vinna dystin. Í staðin skoraði Sevilla einasta málið í seinna hálvleiki og er nú í finaluni í Europa League, sum teir hava vunnið heili fimm ferðir í hesari øldini. 



Sevilla vann á Wolves í yvirtíðini

Tað varð ikki til eina reina enska hálvfinalu í Europa League. Wolves megnaði ikki at vinna móti Sevilla, sum nú møtir Manchester United í hálvfinaluni.

Í hinari fjórðingsfinaluni, sum var spæld í kvøld vann Shakhtar Donetsk lættliga 4-1 móti Basel. Shakhtar spælir móti Inter í hálvfinaluni.

FCK gav United mótstøðu


Manchester United – FC København 0-0 (0-0) (Eftir longda leiktíð 1-0 (1-0))
FC København kláraði seg óvæntað væl móti enska stórfelagnum Manchester United. Hóast Manchester United hevði greiða yvirvág í spælinum, so høvdu danskararnir so avgjørt eisini sínar møguleikar, men skotini vóru ikki nóg neyv, og FCK hevði einki skot á málið allan dystin.