Europa League:
Dundalk FC - KÍ 3-1 (1-0)
Evropaævintýrið hjá KÍ er av, eftir at teir í kvøld taptu 3-1 fyri Dundalk niðri í Írlandi. Dundalk var nógv betra liðið stóran part av dystinum og kom fram um 2-0. Tað eydnaðist tó Ole Erik Midtskogen at minka til 1-2, og Patrik Johannesen hevði ein stóran møguleika at javna. Men hann rakti ikki ordiliga bóltin, og nøkur sekund seinni lá bólturin í málinum í hinum endanum, og so var dysturin avgjørdur.
Í kvøld kom KÍ og seint í gongd, og írska liðið fekk ov góðan frið at spæla. Tað sá út til, at orkan hjá KÍ gekk undan, men knappliga í seinna hálvleiki vendi gongdin, og so sá út til, at KÍ orkaði nógv betri.
Samanumtikið hevði KÍ líka nógvar málmøguleikar sum Dundalk, men írar dugdu sera væl at gera gagn av møguleikunum. Teir skoraðu so at siga upp á allar sínar møguleikar, og allir feilirnir, sum KÍ gjørdi í verjupartinum vóru revsaðir.
Hósast bólkaspælið í Europa League glapp, so kunnu klaksvíkingar sanniliga vera stoltir av sínum monnum. Hóast ymisk serlig viðurskifti orsaka av korona gjørdu Europa-ævintyrið hjá KÍ eitt sindur lættari enn vanligt, og hava klaksvíkingar víst okkum, at tað ber til hjá føroyskum liðum at koma heilt nær við bólkaspælið.
Við verandi gongd í føroyskum felagsfótbólti er ikki óhugsandi, at okkurt føroyskt lið kemur í “dreymaland” komandi árini. Men tað krevur, at vit megna at halda fast og helst betra góðskuna í landskappingini. Serliga er týðandi at fáa botn-5 sterkari, so allir dystir verða meira spennandi, og ikki sum nú, at helvtin av dystunum eru avgjørdir, áðrenn teir eru spældir.
B36 og serliga KÍ hava í ár víst okkum vegin, og vit gleða okkum til meira komandi árini.
Europa League:
Dundalk FC - KÍ 3-1 (1-0)
1-0, 33. Sean Murray
2-0, 48. Daniel Cleary
2-1, 66. Ole Erik Midtskogen
3-1, 79. Daniel Kelly
Dysturin á uefa.com

Tíverri rakk tað ikki longri hesaferð.. Takk fyri stuðulin alt Føroya land 💙
Posted by KÍ - Klaksvíkar Ítróttarfelag on Hósdagur, 1. oktober 2020