NSÍ vann uttan stórvegis hóvasták

NSÍ – AB 2-1 (2-0)
Søgan hjá einum botnliðið var væl søgd frá á Argjum í dag. Heimaliðið AB bjóðaði veruliga av fyrstu minuttirnar, og við eitt sindur av hepni, kundu argjamenn komið framum.

Men so henda tað, sum so ofta hendir, tá ið botnur og toppur møtast. Átta minuttir vóru spældir, tá ið NSÍ fór í sítt fyrsta veruliga álop, og sjálvandi skoraðu teir. Petur Knudsen átti síðsta fót á bóltinum.

Nú yvirtók NSÍ spælið og restina av hálvleikinum stóð NSÍ fyri tíð mesta, og nakrar minuttir fyri hálvleik skallaði Jesper Flinck Christjansen eitt hornaspark í málið.

Í seinna hálvleiki helt NSÍ fram at hava bóltin mest. Tað eydnaðist kortini AB at halda NSÍ frá teimum heilt stóru møguleikunum. AB lá longri afturi og bíðaði, og tað riggaði væl.

Seinastu tíggju minuttirnar valdi AB at satsa meira, og eftir nakrar góðar møguleikar fekk AB hol á, beint sum dysturin fór inn í yvirtíðina. Innskifti Bartal Petersen sendi bóltin í málið.

Longri rakk ikki hjá argjamonnum í dag, og NSÍ vann fyrsta dystin við nýggja venjaraparinum uttan stórvegis hóvasták. NSÍ hevði helst fleiri gir afturat, um tað skuldi verið neyðugt.

Sum heild, so sást, at hóast tað ikki var so stórur munur á liðunum, so var meira kvaltitetur í tí, sum NSÍ gjørdi, og so eru leikararnir hjá NSÍ eisini betri um allan vøllin.

Hjá NSÍ var Petur Knudsen sum altíð vandamikil fram eftir vøllinum, og Jesper Christijansen var eisini við í nógvum. Longri afturi á vøllinum vísti Jákup Jakobsen síni frálíku evni sum verjuleikari, og hann hevði so at siga fullkomið tamarhald á vanliga vandamiklasta leikaranum hjá AB, Bjarka Nielsen.

Hjá AB var sandavágsmaðurin Asbjørn Heðinsson millum teir sjónligastu, og hann sær út til at klára seg nógv betri mitt á miðjuni enn á vinstra bakki, har hann hevur spælt nógv í ár. Annars var avrikið hjá flestu leikarunum hjá AB heldur misjavnt, viðhvørt okkurt gott, men ov ofta ikki so gott.

Næsti dystur hjá AB er 18. oktobur móti hinum botnliðinum Skála, og tað er ein sera týðandi dystur, sum so avgjørt ikki má tapast, tí so verður Skála bara eitt stig eftir AB.

NSÍ skal næsta dyst til Fuglafjarðar, og tann dystin má NSÍ sjálvandi vinnu, um teir framhaldandi skulu verða við í stríðnum um plássini í Evropa.

Betri Deildin hjá monnum
AB - NSÍ 1-2 (0-2)
0-1, 8. Petur Knudsen
0-2, 41. Jesper Christjansen
1-2, 90. Bartal Petersen
Dysturin á FaroeSoccer