Venjingardystur:
Danmark - Føroyar 4-0 (4-0)
Tað var einki at ivast í, at talan var um ein venjingardyst, tá ið okkara manslandslið í fótbólti í dag spældi móti Danmark, og spurningurin er, hví dysturin var trokaður inn í kalendaran beint áðrenn tveir týðandi dystir í Nations League móti Lettlandi og Andorra.
Frá byrjan av var eingin ferð á spælinum. Danmark var so nógv betri, og í føroyska verjupartinum var langt millum keturnar, og var tað ikki fyri Teit Gestsson í málinum, so høvdu Føroyar verið aftanfyri longu, áðrenn Danmark fekk hol á.
Tey fýra málini hjá Danmark komu frá mitt í fyrra hálvleiki og fram til hálvleiks, og føroyska verjan sá einki serligt út við flestu málini.
Størst spurnartekin kann setast við Sonna Ragnar Nattestad, sum als ikki sá klárur út til hendan dystin, og átti óhepnan leiklut í fleiri av málunum. Í heimligu landskappingini hevur Sonni Ragnar higartil heldur ikki spælt seg upp á tað støðið, sum vit vit hann kann spæla á. So ein spurningur, sum landsliðsvenjarin skal taka støðu til, er um hann skal halda fram við Sonna Ragnar í miðverjuni ella satsa upp á miðverjuparið úr KÍ, Oddmar Færø og Heina Vatnsdal.
Í seinna hálvleiki koyrdi dysturin fullkomiliga í tómgongd. Danmark setti ferðina upp aftur meira niður, og verjuparturin hjá Føroyum gjørdist meira kompaktur.
Vit sluppu undan eyðmýkingini, og vónandi brúktu okkara menn heldur ikki ov nógv orku í kvøld. Tí tað er leygardagin tað telur, tá ið Lettland kemur á vitjan á Tórsvølli. Vinna vit tá, so er ússaliga avrikið í fyrra hálvleiki móti Danmark gleðiliga gloymt.
Venjingardystur
Danmark - Føroyar 4-0 (4-0)
1-0, 22. Andreas Skov Olsen
2-0, 27. Christian Eriksen (br)
3-0, 32. Joakim Mæhle
4-0, 45. Andreas Cornelius