U-21 EM undankappingardystur
Føroyar - Spania 0-2 (0-0)
U21-landsliðið spældi í kvøld ein sera góðan dyst móti Spania á Tórsvølli. Hóast okkara dreingir taptu 2-0, so er tað er sjáldsamt at síggja so gott leikligt føroyskt avrik móti sterkari tjóð sum Spania.
Sigurin hjá Spania var uppiborin. Men við eitt sindur av hepni kundu dysturin verið endaður við javnleiki. Spania var nógv betri í fyrra hálvleiki. Men føroyska liðið vardi manniliga, og nakrar ferðir var hepni eisini við okkum, tá ið góð sponsk skot fóru fram við málinum.
Spældu upp við sponsku stjørnurnar
Í hálvleikinum var 0-0, og tí væntaðu tey flestu,at Føroyar fóru at komu undir eitt rimmar trýst eftir steðgin. Spania skoraði eisini eftir nakrar fáar minuttir, tá ið verjan svav eitt lítið sindur eftir, at Rói hevði bjargað einum skoti.
Ungu føroysku menninir fullu ikki í fátt, hóast vit komu afturum. Heldur tvørturímóti. Vit fóru stundum langt fram á vøllin at leggja trýst á ungu sponsku stjørnurnar úr Barcelona og Real Madrid.
Tað var veruliga stuttligt at síggja føroyska U21-landsliðið í seinna hálvleiki, og nakar ferðir komu vit í heilt góðar støður, sum saktans kundu verði endaðar við einum føroyskum máli. Serliga nær við var Samuel eftir eina deyðbóltsstøðu, tá ið bólturin bæði tók stongina og var bjargaður á strikuni.
Vit fingu ikki javnandi málið, og í staðin gjørdu spaniólar tað í yvirtíðini til 2-0.
Spælistílurin hjá Bagga riggar væl
Bagge var sum venjari hjá Víkingi ikki júst kendur fyri álopsfótbólt. Men sum landsliðsvenjari hjá U21, bæði kvøld og móti Ísrael, sær hesin spæliháttur út til at rigga sera væl.
Samanborið við vanliga spæliháttin hjá føroyskum landsliðum, so er hesin mátin at spæla upp á nógv meira álopssinnaður, enn vit eru von at síggja føroysk landslið vera.

Nýggju menninir tóku av
Tað var ikki at síggja, at fleiri avboð vóru til U21-landsliðið, og nýggju menninir tóku so sanniliga av møguleikanum at vísa landsliðsvenjaranum, Sámali Eriki Hentze, hvør dugur er í teimum
Í málinum stóð Rói Zachariasen ein branddyst, og beint frammanfyri honum vísti 17 ára gamli Samuel Johansen Chukwudi enn einaferð, at hann er ein av evnaríkastu leikarum her á landi. Á miðjuni spældu Hjalti Kárason Djurhuus og Steffan Radosavljevic væl, og í álopsspælinum var Petur Knudsen, sum ikki einaferð, sera sjónligur.

Tað er undrunarvert at síggja, hvussu nógv Bagge hevur fingið burtur úr hesar báðar fyrstu dystirnar. Vit gleða okkum til meira.
Føroyar – Spania 0-2 (0-0)
0-1: Brahím Diaz 51.
0-2: Brahím Diaz 91.
0-1: Brahím Diaz 51.
0-2: Brahím Diaz 91.
🇫🇴 U21 dreingirnir góvu spaniólum skarpan gang allan dystin á tamb og kunnu vera ernir um avrikið, hóast gestirnir vunnu 2-0 🇪🇸 📸: Bjarni Enghamar
Posted by FSF - The Faroe Islands Football Association on Hósdagur, 8. oktober 2020