Víkingur heldur fast í vónini um Evropa

Betri Deildin hjá monnum:
Víkingur - AB 4-1 (3-0)

Víkingur legði seg fram um 3-0 í nógva undanvindinum í fyrra hálvleiki. Tá ið liðini komu á vøllin aftur eftir steðgin var næstan eingin vindur, og AB megnaði bara at vinna eitt mál inn aftur, áðrenn AB í yvirtíðini beindi bóltin í egið mál til úrslitið 4-1.

Tað var nógvur vindur í Sarpugerði í kvøld, og stóð tað til dómaran, Alex Troleis, so var dysturin ikki spældur. Venjararnir báðir, Jóhan Petur Poulsen og Símun Samuelsen vildu kortini spæla dystin, sum byrjaði eitt korter seinkaður.

Millum staðkendu áskoðararnar skiltist á lagnum, at vindurin helst fór at minka, sum dysturin leið, og tí var tað gott at fáa undanvind í fyrra hálvleiki. Hesin lutur fall til Víking, sum allan fyrra hálvleik hevði stóran fyrimun av at hava vindin í ryggin.

Tað var tó trupult at spæla í vindinum, og tí var lítið og einki skipa spæl. AB hevði stundum torført við at fáa bóltin út frá egnum máli, og vindurin tók fleiri málspørk út til innkast.

Víkingur kom fram um í 26. minutti. Eitt hornaspark varð sent inn fyri, og har skallaði Gunnar Vatnhamar bóltin í málið.

Í 39. minutti fekk Víkingur eitt sera ivasamt brotsspark, og endurtøkurnar á Televarpinum vístu eisini, at AB-leikarin, Jákup Pauli Breckmann rakti bóltin, tá ið hann takklaði Sølva Vatnhamar. Sølvi Vatnhamar setti sjálvur brotssparkið trygt í málið.

Og í 41. minutti serveraði AB-málverjin, Silas Eyðsteinsson, bóltin fyri føturnar á 16 ára gamla Olaf Bárðarsyni, og so skoraði unglingin sítt fyrsta mál í sínum fyrsta dysti frá byrjan í bestu deildini.

Tá ið seinni hálvleikur byrjaði var eingin vindur í Sarpugerði, og AB fekk tí ikki tann fyrimunin, sum Víkingur hevði í fyrra hálvleiki.

AB var kortini nógv betri við í seinna hálvleiki. Teir høvdu tað mesta spælið og komu eisini til nakrar góðar møguleikar. Adeshina Lawal raktur púra leysur málverjan, og Jasper Van Der Heyden sendi eitt langskot á yvirleggjaran.

Tólv minuttir fyri tíð kom eitt sindur av spenningi í dystin. Júst innskifti Hans Jákup Annfinsson fekk høvdið á eitt frísparksinnlegg, og so var mál.

AB kom tó ikki nærri, og í yvirtíðini var AB-verjan aftur í gávuhýri, tá ið Bjarni Skála beindi bóltin í egið mál.

Víkingur vann harvið sjeynda sigurin á rað, og heldur fast í lítlu vónini um at koma út í Evropa at spæla komandi summar.

AB er enn í tungum sjógvi í í botninum, bara við Skála aftanfyri seg.

Betri Deildin hjá monnum:
Víkingur - AB 4-1 (3-0)

1-0, 26. Gunnar Vatnhamar
2-0, 39. Sølvi Vatnhamar (brotsspark)
3-0, 41. Olaf Bárðarson
3-1, 78. Hans Jákup Annfinsson
4-1, 92. Bjarni Skála (sjálvmál)
Dysturin á FaroeSoccer