HB knógvaði B36 í illa spældum dysti

Betri Deildin hjá monnum: 
B36 - HB 1-2 (1-1) 
HB vann fyri triðju ferð í ár móti grannunum B36. Men hesaferð góvu teir hvítu nógv meira mótstøðu enn í hinum báðum dystunum, og dysturin livdi heilt til seinasta bríksl. Millum annað vildu teir úr B36 hava eitt brotsspark í yvirtíðini.

Dysturin gjørdist ongantíð tann stóra leikliga upplivingin. B36 kláraði nærum allan dystin at órógva vanliga góða bóltspælið hjá HB, og tí gjørdist dysturin ofta meira merktur av kroppsligum spæli, heldur enn flótandi bóltspæli.

B36 skoraði eftir enn eina deyðbóltsstøðu
B36 spældi fyri tað mesta upp á tað, sum er vorðið vørumerkið, hjá B36 seinnu árini, langar sendingar og nógvar deyðbóltar inn í brotsteigin hjá HB, og tað riggaði eisini í ein ávísan mun.

Tað er eisini eftir eitt hornaspark, at B36 legði seg fram um í 13. minutti. Alex Mellemgaard legði eitt hornaspark inn fyri, Teitur Gestsson fór skeivur av bóltinum, og endin var, at bólturin datt fyri føturnar á Eli Falkvard Nielsen, sum sendi bóltin í málið.

HB svaraði skjótt aftur
HB svaraði aftur sjey minuttir seinni við einum av teimum fáu veruliga góðu álopunum í dystinum. Úti í høgru síðu, legði Mathias Nygaard bóltin inn um bakkin, har Heri Hjalt Mohr við baklinjuna legði bóltin inn fyri, Pætur Petersen fekk púra leysur fótin á bóltin, Símun Rógvi Hansen refleksbjargaði og so kundi málrevurin Hilmar Leon Jakobsen ikki annað enn beina bóltin í tóma málið.

HB helt fram at hava yvirvág í spælinum. Men HB var sjáldan vandamikið, serliga tí teir mistu alt ov nógvar bóltar í uppspælinum. Nakrar ferðir fór B36 í skjót mótálop, men teir vóru eisini ov óneyvir til at fáa nakað burturúr.

Teitur sparkaði frálíkt málspark

HB var nógv besta liðið fyrst í seinna hálvleiki, og tað tyktist næstan bara spurningur um tíð, nær HB fór at skora.

HB kom eisini fram um í sætta minutti. Teitur Gestsson í málinum hjá HB gjørdi skjótt av, og sendi eitt sera langt málspark heilt fram móti 16 metrinum hjá B36. Har eydnaðist Pætur Petersen í dysti við Erling Jacobsen at fáa skot á bóltin, sum fór í málið.

B36 hevði nógvar deyðbóltar
Nú vaknaði B36, sum ikki tyktist so øgiliga nógv merkt av strævnu leikskránni seinastu vikurnar. Uppskriftin var einføld. Sonni Ragnar sendi langar bóltar fram móti brotsteiginum hjá HB, og har eydnaðist fleiri ferðir B36 at koma í góðar støður, sum tó sjáldan gjørdust veruliga vandamiklar.

B36 hevði eisini sera nógv fríspørk og innkøst, sum øll vórðu send inn í brotsteigin. Men HB við Bartali Wardum og Heðin Hansen í miðverjuni vardu væl fyri. Einasti veruliga stóri møguleikin hjá B36 fall eftir ein deyðbólt til Steffan Radosavljevic, sum átti at fingið meira burtur úr, tá ið hann frá fimm metrum sendi ein leysan bólt upp um.

HB kláraði heldur ikki at gera gagn av nøkrum góðum kontramøguleikum, og tí livdi dysturin til seinasta bríksl.

B36 vildi hava brotsspark
Langt inni í yvirtíðini vildi B36 hava brotsspark. Í einari seinastu roynd sendi Árni Frederiksberg ein langan bólt fram í brotsteigin, og har fór Sebastian Pingel um koll í nærdysti við Øssur Dalbúð. Øll í B36 vildu hava brotsspark, men floytan hjá Kára á Høvdanum var kúrr, og so vann HB á grannunum fyri triðju ferð hetta kappingarárið.

HB helt harvið fast í fyrimuninum, sum teir hava í stríðnum við KÍ um at gerast føroyameistari. B36 má hinvegin, um ikki okkurt heilt løgið hendir, veittrað farvæl til møguleikan at vinna í ár.

Betri Deildin hjá monnum:
B36 - HB 1-2 (1-1)
1-0, 13. Eli Falkvard Nielsen
1-1, 20. Hilmar Leon Jakobsen
1-2, 51. Pætur Petersen
Dysturin á FaroeSoccer