Nýggja H71-liðið vann lættliga á VÍF

Burn Deildin:
H71 – VÍF 29-25 (12-11)

Hetta var fyrsti oddadysturin hetta kappingarárið, og samstundis dysturin millum tey bæði liðini, sum fleiri meta eru bestu boðini upp á ein føroyameistara hetta kappingarárið.

Eftir at VÍF byrjaði dystin betri, kom H71 skjótt fram um, og helt seg framman fyri allan dystin. 29-25 sigurin var fult uppiborin, og munurin kundi saktans verið størri, um H71 veruliga spílaði seg út.

H71 hevur enn einaferð eitt nýtt lið, men ungdómsarbeiðið í Hoyvík hevur seinastu mongu árini verið framúr gott, og tá ið nakrar leikarar fara av landinum, so gevur tað bara møguleikar til aðrar evnaríkar leikarar. Fittan part av dystinum í dag var øll vinstra síðan hjá H71 mannað við leikarum, sum ikki vóru við seinasta kappingarár ella spældu lítið. Baldur Gillason á vinstra veingi, Sveinur Olafsson á vinstra bakki og Rói á Skipagøtu á miðjuni. Teir ungu spældu væl, men stóri leikarin var sum so ofta fyrr, Peter Krogh, sum í álopini hamraði skotini í málið, og í verjuni gekk á odda at steðga VÍF. Í seinni hálvleiki stóð Ári Dam eisini ein branddyst í málinum hjá H71.

Um bara verður hugt at hvørjir leikarar eru við, so kundi VÍF kanska verið ein lítil favorittur at vinna FM í ár. Men so skal eitt heilt annað avrik til, at tað, sum VÍF vísti í Hoyvíkshøllini í dag. Tað var ikki nógv sum hekk saman hjá VÍF. Nógvir tekniskir feilir og nógvir misbrúktir møguleikar. Alt ov nógv hongur á Filip Jojic, meðan lítið hugflog var yvir spælinum at fáa aðrar leikarar framat. Í fyrra hálvleiki helt altíð góði málverjin Mladin Mjerimacka VÍF inni í dystinum, men tá ið hann í seinna hálvleiki ikki bjargaði eins nógv, so var einki at gera hjá VÍF

Nakrar ferðir í seinni hálvleiki hevði VÍF møguleikan at koma inn í dystin aftur, men teir vóru ov óneyvir. Fingu einki burturúr yvirtalsstøðum, kastaðu bóltin framvið tómum máli og brendu nógvar møguleikar. Her er nógv at arbeiða við hjá VÍF-venjaranum, tí manningin hjá VÍF eigur at vera betri enn avriki í dag.

Dómaraseðil: