Deni Pavlovic legði KÍ fram um mitt í fyrra hálvleiki. Tbilisi royndi at koma inn í dystin aftur, men tað var lítið bit í álopunum hjá gestunum.
Tá ið eitt korter var spælt av seinna hálvleiki avgjørdi KÍ dystin við tveimum skjótum málum. Fyrst skoraði Patrik Johannesen og løtu seinni skoraði Páll Klettskarð tað fyrsta málið í kvøldsins hattricki.
KÍ dugdi sera væl at gera gagn av sínum álopum í kvøld, og Páll Klettskarð skoraði aftur í 69. minutti. Gestirnir minkaðu til 4-1, áðrenn Páll fullførdi sítt hattrick í 73. minutti.
Innskifti Jonn Johannesen skoraði fimm minuttir fyri tíð seinasta málið í dystinum til úrslitið 6-1.
Eitt framúr gott úrslit hjá KÍ, sum við sigrinum hava skrivað føroyska fótbóltssøgu. Komandi hósdag skal KÍ spæla play-off dyst í Írlandi móti Dundalk.
Dysturin á uefa.com
B36 úti úr Evropa
CSKA Sofia - B36 3-1 (2-0)
B36 hevði eina eitt sindur truplari uppgávu enn KÍ móti CSKA Sofia niðri í Bulgaria. Heimaliðið kom fram um 2-0. Sebastian Pingel gav B36 eina vón, tá ið hann minkaði til 2-1, tá ið ein tími var spældur. Men sjey minuttir fyri tíð avgjørdi CSKA dystin til endaliga úrslitið 3-1