Pingel og B36 víðari í Evropa

UEFA Europa League, B36 – FC Levadia 2-2 (0-0) (Eftir longda leiktið 4-3)

B36 hevur spælt seg víðari í 2. umfar í Europa League. Í einum góðum og undirhaldandi dysti, sum mátti út í longda leiktíð, var endin, at B36 vann 4-3, eftir at liðini høvdu skiftst um at havt leiðsluna.

Fyrri hálvleikur var ikki serliga áhugaverdur, og einasti veruligi møguleikin fall til Levadia, sum misbrúkti eitt brotsspark.

Í seinna hálvleiki kom Levadia uppiborið á odda, tá ið Kal Oigus skoraði. Estiska liðið var heldur betri, men B36 bardi seg inni í dystin aftur, og tað var serliga einum manni fyri at takka. Sebastian Pingel hevur verið ein sannur fongur fyri B36 í ár, og við tveimum frálíkum skallarum í 72.- og 76. minutti legði hann B36 fram um.

Tað gingu tó bara fáir minuttir, so javnaði Levadia, og dysturin mátti út í longda leiktíð.

Gestirnir fingu fyrst hol á í umdystinum. Hundrað minuttir vóru spældir, tá ið Manucho skallaði bóltin í málið.

Men B36 gavst ikki so. Fyrst javnaði ein innskiftari, Ragnar Samuelsen. So avgjørdi ein annar innskiftari, Hannes Agnarsson, tá ið hann beindi bóltin inn um málstrikuna, eftir at dagsins maður, Sebastian Pingel hevði bart seg leysan í høgru síðu, og lagt bóltin inn fyri.

B36 er komið víðari í 2. umfar í Europa League, og har kunnu teir m.a. koma at spæla móti so stórum feløgum sum AC Milan og Tottenham.

UEFA Europa League
B36 – FC Levadia 2-2 (0-0) (Eftir longda leiktið 4-3)

0-1, 52. Karl Oigus
1-1, 72. Sebastian Pingel
1-2, 76. Sebastian Pingel
2-2, 80. Trevor Elhi
2-3, 101. Kouadio Kouakou
3-3, 107. Ragnar Samuelsen
4-3, 113. Hannes Agnarsson
Dysturin á uefa.com