Europa League, finala
Sevilla - Inter 3-2
Dysturin var ikki meira enn byrjaður, so varð brotsspark dømt til Inter, tá ið Lukaku varð feldur, og hann skoraði sjálvur.
Sevilla svaraði skjótt aftur, og Luuk de Jong skallaði bóltin í málið tvær ferðir, í 12.- og 33. minutti. Og uppaftur tríggjar minuttir seinni javnaði Diego Godin við einum skallara.
Einasta málið í seinna hálvleiki kom, tá ið Diego Carlos hjá Sevilla saksasparkaði bóltin, sum umvegis Lukaku fór í málið til endaliga úrslitið 3-2 til Sevilla. Diego Carlos varð skrásettur fyri málið, hóast tað var týðiligt á endurtøkunum, at bólturin hevði farið við síðuna av, um bólturin ikki kom í Lukaku.
Sevilla hevur nú vunnið UEFA-cup og Europa League seks ferðir hesa øldina.

0-1, 5. Romelu Lukaku
1-1, 12. Luuk de Jong
1-2, 33. Luuk de Jong
2-2, 36. Diego Godin
3-2, 74. Diego Carlos