EB/Streymur vann á máttleysum argjamonnum


Betri Deildin hjá monnum, EB/Streymur - AB 3-1 (2-0)

EB/Streymur hevur við 3-1 sigrinum móti AB nærum tryggjað sær ikki at flyta niður. Hjá AB sær hinvegin einki út, og tað sær út til at máttloysi hevur tikið yvir hjá argjamonnum.

Eftir at EB/Streymur byrjaði dystin heldur betri, kom AB betri við, og var tað liðið, sum hevði bóltin meira, og argjamenn komu eisini í nakrar vandamiklar støður, tó at tað ongantíð var veruligur vandi á ferð.

Sum hálvleikurin leið, dovnaði spælið, og bæði liðini sóu út til at bíða eftir hvørjum øðrum. Tað minti meira og meira um ein typiskan botndyst, har einki av liðunum tordi at gera nakað av beru ótta fyri at koma aftur um.

Best sum tað sá út til, at einki fór at henda, so gjørdi heimaliðið skjótt av og skoraði tvey skjót mál.

37 minuttir vóru spældir, tá ið Símun Sólheim slapp inn í brotsteigin, og umvegis ein AB-verjuleikara endaði bólturin hjá Bárði Olsen, sum hamraði bóltin í tóma málið.

Ein minutt seinni legði Niklas Kruse bóltin inn fyri, og tá ið miðverjin hjá AB, Sørin Samuelsen, gleið, var lætt hjá Gesti Bogason Dam at skalla bóltin í málið.

Í seinna hálvleiki royndi AB at koma aftur í aftur, og tað eydnaðist eisini. Eitt korter var spælt, tá ið AB megnaði at varveita eitt álop, eftir at Rói Zachariasen hevði bjargað einum skoti. Bólturin var lagdur inn fyri aftur, og bólturin endaði hjá Lawal, sum smekkaði bóltin í málið.

AB royndi nú at javna, og EB/Streymur var sjáldan framman fyri miðjuna, men einaferð fingu teir hildið fast í einum álopið, og endin var, at Gestur Bogason Dam sendi bóltin flatt í málið.

AB megnaði ikki at svara aftur, so vann EB/Streymur enn ein dyst móti einum kappingarneyta á niðaru hálvu á stigatalvuni.

EB/Streymur er við sigrinum komið upp aftur nærri at tryggja sær at vera verandi í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum. Teir standa væl á vøllinum, og í dystunum móti hinum liðunum í botninum duga teir sera væl at bíða eftir møguleikunum og at taka av teimum, tá ið teir koma.

AB líkist einum veruligum botnliði, sum spælir við ongum sjálvsáliti. Hóast teir høvdu onkrar góðar løtur í dystinum, so er sera lítið bit í álopinum.

Í løtuni sær út til, at AB bíðar til kappingin endar, so teir sleppa at spæla upp- og niðurflytingardyst móti einum liði í næstbestu deildini. Og um heilt illa vil til, so kann sjálvandi henda, at Skála fær AB aftur. Stríðsviljin er í øllum førum horvin hjá argjamonnum


Betri Deildin hjá monnum

EB/Streymur - AB 3-1 (2-0)

1-0, 37. Bárður Olsen

2-0, 38, Gestur Bogason Dam

2-1, 58. Adeshina Lawal

3-1, 68, Gestur Bogason Dam 

Fleiri dystartøl á FaroeSoccer