Víkingur sett seg á fimta plássi


Víkingur vann 2-1 í Fuglafirði og setti ÍF av í stríðnum um fimta plássið. TB vann týðandi stig móti Skála. EB/Streymur nærkast miðjuni við sigri móti AB, sum ikki dugir at vinna.

ÍF - Víkingur 1-2 (0-2)
Víkingur var nógv betri meginpartin av dystinum, og í fyrra hálvleiki løgdu Finnur Justinussen og Gunnar Vatnhamar Víking fram um 2-0. 

10 minuttir inn í seinna hálvleik setta Karl Løkin veruliga lív í dystin aftur við einum frísparki úr 30 metrum, og seinastu minuttirnar var fleiri ferðir sera nær við, at ÍF javnaði.

Dysturin á FaroeSoccer  

TB – Skála 1-0 (1-0)
Hóast Skála má og skal vinna fyri at halda lív í vónini at sleppa undan niðurflyting, so fingu teir einki stig við aftur norður um fjør.

TB vann 1-0 við einum máli, sum nýggi áleyparin Filip Obadovic skoraði.