Tað var eisini upp á hangandi hár, at luttøkan hjá B36 í evropeiskum fótbólti var hótt av koronu.
Og HB mátti vera uttan ein av lyklaleikarunum, Hera Mohr, tá ið teir spældu í Norðurírlandi í gjárkvøldi.
Niðri í Evropa eru eisini onnur feløg, sum eru rakt av koronu, og okkurt felag slapp ikki at spæla sín evropeiska dyst.
Hóast hetta bara er 1. undanumfar í evropeisku kappingunum, so hevur evropeiska fótbóltssamgongan UEFA longu havt úr at gera orsaka av koronu.
Tað eru heldur eingi útlit fyri, at tað verður lættari hjá UEFA seinni í heyst og vetur. Tá skulu nógv fleiri dystir spælast, og eisini eru hugsandi, at koronasmittan fer at taka dik á seg, so hvørt sum londini lata meira upp, og tann myrka tíðin kemur á okkum.
Fleiri lond hava longu sett krav um 14 daga sóttarhald mótivegis ferðandi úr øðrum londum, og so hvørt sum koronatølini nú økjast aftur, koma uttan iva alsamt fleiri lond á sokallaða reyða listan. Millum annað eru Føroyar longu komnar á reyða listan í onkrum londum.
Hetta snýr seg ikki bara um fótbólt. Tað eru eisini sera nógvir pengar upp á spæl, og tí stendur nógv á leiðslunum í teimum ríku feløgunum í Evropa.
Hvat hendir, tá ið eitt av teimum veruliga stóru feløgunum, Real Madrid, Liverpool, Bayern München o.l, ikki sleppa at spæla, tí tey er rakt av koronu? Tá verður helst ikki so lætt hjá UEFA at sigla millum skerini.
Korona kemur uttan iva at seta dagsskránna í evropeiskum fótbólti í allan vetur, og tað kann lættliga hugsast, at tað verður sera torført hjá UEFA at gjøgnumføra evropeisku kappingarnar 2020/2021.