HB skuffaði enn einaferð í Evropa


Europa League, 1. undanumfar

Glentoran - HB 1-0 (1-0)

HB tapti 1-0 móti Glentoran úr Norðurírlandi. Harvið halda vánaligu úrslitini hjá HB í Evropa fram. Vøllurin var sera vánaligur, og HB fekk als ikki sítt vanliga spæl at hanga saman. Vertirnir skoraðu seint í fyrra hálvleiki.



HB hevur vunnið føroyameistaraheitið oftast, HB hevur vunnið steypakappingina oftast, men í evropeiskum fótbólti hevur HB næstan einki at vísa á, og tað hava teir heldur ikki eftir dystin í kvøld.

Tað regnaði illa í Norðurírlandi, og vøllurin var dýggjvátur og nærum ómøguligur at spæla á. HB royndi tó at spæla og var leikliga tað betra liðið meginpartin av dystinum. Men tað var nærum ómøguligt at fáa nógvar sendingar á rað á einum so vánaligum vølli, og tað gjørdist stóri trupulleikin hjá HB.

Glentoran hevði lítið at bjóða upp á, men beint fyri hálvleik skoraði McDaid upp á eitt av teirra fáu álopum.

HB royndi og royndi í seinna hálvleiki. Men tað riggaði ikki at fáa tað vanliga góða spælið at flóta, til tað var vøllurin ov vátur. HB misti bóltin hvørja ferð, áðrenn teir komu fram móti málinum, og tí gjørdust teir ov sjáldan vandamiklir.

Teir fáu møguleikarnir, sum HB fekk komu ikki eftir gott spæl, men tá ið bólturin var sparkaður inn fyri. Einaferð bjargaði heimaliðið á strikuni, og einaferð blokeraðu teir einum góðum skotmøguleika.

HB hevði eisini nøkur fríspørk í góðari støðu, og tá ið Adrian Justinussen var komin á vøllin í hálvleikinum, so skuldi hetta verið ein góður møguleiki. Tað er tó ikki tað sama at skjóta fríspark einum sløttum graslíkisvølli og einum vánaligum vátum grasvølli. Adrian fekk heldur ikki sama flog yvir fríspørkini, sum hann plagar. Eitt bjargaði málverjin, og tvey fóru upp um.

HB helt í kvøld ov leingi fæst í sínum vanliga spæli og royndi ov nógv at spæla seg í gjøgnum. Høvdu teir í staðin tora at spælt primitivari og lossað bóltarnar inn fyri, so er væl hugsandi, at úrslitið hevði verið øðrvísi, tí tað var ofta púra tilvildarligt, hvar bólturin endaði á sera váta vøllinum.

HB skuffaði aftur í Evropa, og kann nú í friði og náðum hugsavna seg um at halda fast í oddasessinum í Betri Deildini, har næsti dystur er móti nærmasta kappingarneytanum KÍ.

Europa League, 1. undanumfar

Glentoran - HB 1-0 (1-0)

1-0, 42. McDaid

Dysturin á uefa.com