UEFA Europa League, hálvfinala
Sevilla - Manchester United 2-1 (1-1)
Sevilla - Manchester United 2-1 (1-1)
Enn eitt brotsspark
Manchester United kom fram um longu eftir 9 minuttir. Fyri 22. ferð hetta kappingarárið var brotsspark dømt til Manchester United, og fyri 8. ferð sendi Bruno Fernandes bóltin í málið frá 11 metrum.
Fyrrverandi Liverpool-leikari javnaði
Eftir málið fór United longri aftur á vøllin, og Sevilla hevði alt spælið. Tá ið 26 minuttir vóru spældir javnaði fyrrverandi Liverpool-leikarin Suso eftir eitt gott álop.
United nógvar møguleikar
Í seinna hálvleiki legði Manchester United út sum eitt ódnarveður. Teir høvdu eisini eina rúgvu av møguleikum, og teir áttu at havt skorað. Men málverjin hjá Sevilla, Bono, bjargaði ferð eftir ferð meistaraliga.
Luuk de Jong avgjørdi
Trýstið á málið hjá Sevilla hæsaði av, dysturin javnaði seg og eina løtu miðskeiðis í seinna hálvleiki hevði Sevilla yvirvág í spælinum. 78 minuttir vóru spældir, tá ið júst innskifti Munir legði bóltin inn fyri í fótin á einum púra óvardum Luuk de Jong, og so vóru spaniólar á veg í finaluna.
Manchester United roynda at svara aftur, men tað eydnaðist ikki ordiliga at koma til nakran veruligan møguleika.
Einki enskt felag eftir
Sevilla vann enn einaferð móti einum enskum liðið og eru í finaluni í Europa League, har teir møta vinnaranum av Inter og Shakhtar Donetsk, sum spæla í annaðkvøld.

Í gjár fór Manchester City úr Evropa og í kvøld Manchester United, og harvið eru øll ensku liðini útsligin nú farið verið undir seinastu hálvfinalurnar og finalurnar.
Sevilla - Manchester United 2-1 (1-1)
0-1, 9. Fernando Bruno (br)
1-1, 26. Suso
2-1,78. Luuk de Jong