EB/Streymur næstan bjargað sær

Betri Deildin hjá monnum: TB – EB/Streymur 0-1 (0-1)
Dystur millum nummar sjey og átta, TB og EB/Streym var í Trongisvági í dag. Í einum vánaliga leiktum dysti hevði heimaliðið bóltin meira, men EB/Streymur skoraði einasta málið eftir eitt tilvildarligt mótálop í fyrra hálvleiki.

Einki samanhangandi spæl 
Heimaliðið byrjaði betri, og tá ið seks minuttir vóru spældir, fekk Jens Erik Bruhn ein stóran møguleika, tá ið Einar Thorsteinsson legði bóltin inn fyri, men Jens Erik rakti ikki bóltin.

Sum fyrri hálvleikur leið, kom EB/Streymur meira við í dystin, og tað leikaði meira javnt á. Tað hendi tó ikki tað stóra, og langt var millum møguleikarnir. TB spældi seg nakað fram um miðjuna, og legði so høgar bóltar inn fyri, meðan EB/Streymur royndi at spæla seg til møguleikar, men neyvleikin í sendingunum var ikki nóg góður.

Tað gekst í heila tikið sera illa hjá báðum liðum at fáa fleir enn tvær tríggjar samanhangandi sendingar sína millum, og tað var sera lítið áhugavert at hyggja at. 

Tilvildarligt mótálop
Tí var tað gott fyri dystin, at EB/Streymur brádliga skoraði burtur úr ongum. Málverjin hjá EB/Streymi, Rói Zachariassen, sparkaði bóltin burtur frá málinum, á miðjuni skallaði Hjalti Kárason Djurhuus víðari, og so kundi Gestur Bogason Dam reka púra leysur fram móti málinum og leggja bóltin í málið.

TB royndi at svara aftur, men tað gekk sera illa at koma til møguleikar, og tá ið teir so fingið onkran, ja, so raktu teir ikki bóltin. Beint fyri hálvleik noyddi Poul Ingason við einum skallara Róa í málinum hjá EB/Streymi at bjarga út til hornaspark.

Minti stundum meira um flogbólt
Í seinna hálvleiki hevði TB bóltin allan tíðina, meðan EB/Streymur bara vardi. Men tað var ikki nógv skil í álopunum hjá TB. Ikki einaferð royndu teir at spæla seg ígjøgnum. Í staðin lossaðu teir bólt aftan á bólt inn móti málinum, og stundum minti tað meira um flogbólt enn fótbólt.

Einaferð vildi TB hava brotsspark, tá ið Jens Erik var feldur í brotsteiginum, men sum heild gjørdust álopini hjá TB ongantíð veruliga vandamikil, og tí fór EB/Streymur norður aftur við trimum stigum, og sundalagsmenn eru í løtuni seks stig framman fyri TB og AB og ellivu stig frammanfyri botnliðið Skála.

So tað ber næstan til at siga, at EB/Streymur hevur tryggjað sær at vera verandi í bestu deildini komandi ár. Meðan TB og AB koma at kappast um at sleppa undan at spæla upp- og niðurflytingardyst móti einum liði úr næstbestu deildini.

Betri Deildin hjá monnum: 
TB – EB/Streymur 0-1 (0-1)
0-1, 29. Gestur Bogason Dam