St. Joseph’s – B36 1-2 (1-2)
B36 spældi seg í kvøld víðari til 2. innleiðandi umfar í Europa League. B36 vann niðri á Gibraltar 2-1 móti St. Joseph’s.
Dysturin var 28 minuttir gamal, tá ið Árni Frederiksberg legði ein av sínum eyðkendu inn eftir skrúvandi bóltum inn fyri, og har var Michal Przybylski og beindi bóltin í málið.
Heimaliðið svaraði beinanvegin aftur. Verjan hjá B36 stóð ikki heilt rætt, og so gjørdist Boro leysur vinstru megin málið og skoraði úr spískum.
Beint fyri hálvleik fekk B36 so brotsspark, sum Alex Mellemgaard skoraði trygt.
Í seinni hálvleiki komu ikki fleiri mál. Heimaliðið hevði bóltin mest, men teir komu ikki fram til nógvar møguleikar. Seinastu minuttirnar var tó tvær ferðir sera nær við, at St. Joseph’s fekk skalla bóltin í málið, men tíbetur fyri B36 fór bólturin báðu ferð fram við málinum.
Harvið er B36 komið víðari til annað undanumfar í Europa League.
Europa League, 1. undanumfar
St. Joseph’s – B36 1-2 (1-2)
0-1, 28. Michal Przybylski
1-1, 30. Boro
1-2, 43. Alex Mellemgaard (br)
St. Joseph’s – B36 1-2 (1-2)
0-1, 28. Michal Przybylski
1-1, 30. Boro
1-2, 43. Alex Mellemgaard (br)