Enn ein lættur sigur á Luksemborg


EM-undanbólkur 7: Føroyar - Luksemborg 39-21 (17-9)
Sum væntað, vunnu føroysku hondbóltskvinnurnar eisini seinna dystin móti Luksemborg heima í høllini á Hálsi lættliga.

Føroyar fóru frá beinanvegin, og hóast Luksemborg í dag gjørdi ein roynd at hanga í, so var so mikið stórur munur í góðskuni á liðunum báðum, at tað einasta møguliga úrslitið var ein føroyskur stórsigur.

Føroyar vunnu dysitn at enda 39-21 móti einum sera vánaligum landsliðið úr Luksemborg.

----------------------

Samanborið við fyrra dystin, legði verjan hjá Luksemborg nógv fyri at hava eina tætta verju mitt fyri, so at okkara bakspælarar ikki høvdu tað eins lætt og fyrra dystin. Tað hevði við sær, at okkara veingir fingu gott pláss og komu til nógv skot. Tíverri vóru nakrir møguleikar brendir frá veinginum, men serliga Ingibjørg Olsen, og Karin Egholm, sum spældi sín fyrsta landsdyst vóru tryggar.

Í hálvleikinum var støðan 17-9 til Føroyar.

Í seinna hálvleiki sá út til, at Føroyar royndu at seta ferðina upp, og meginparturin av álopunum hjá Føroyum eftir steðgin vóru skjótálop. Anna Elisabeth Halsdóttir Veyhe skoraði fleiri mál av vinstra veingi fyrst í seinna hálvleiki. Men annars skutu tær flestu nøkur mál, meðan føstu bakspælararnir Jana Mittún og Súna Hansen sótu uttanfyri og hvíldu seg.

Føroyar høvdu meginpartin av tíðina skorað umleið dupult so nógv sum Luksemborg, men tað helt ikki móti endanum. Úrslitið gjørdist 39-21 til Føroyar.

Hjá Føroyum gjørdist Anna Elisabeth Halsdóttir Veyhe toppskjútti við 6 málum. Maria Pálsdóttir Nólsoy og Karin Egholm skoraðu 5 mál hvør.

-------------

Føroyar hava við sigrinum tryggjað sær minst triðja plássið í bólkinum.

Fyrst í apríl spæla føroysku hondbóltsgenturnar tveir teir seinastu dystirnar í hesum bólkaspælinum móti Svøríki á heimavølli og móti Íslandi úti.

Føroyar enda helst á 3. plássi. Fýra teir bestu 3’ararnir úr teimum átta bólkunum koma til EM-endaspælið í Eysturíki, Sveis og Ungarn.

Í 3’ara-roknskapinum telja bara stig og mál móti tveimum teimum ovastu liðunum í bólkinum við. Tí hevur málúrtøkan móti Luksemborg einki at siga.

Vit skulu bara royna at fáa so góð úrslit sum gjørligt móti Svøríki og Íslandi. Eitt stig hevði gjørt undurverk. Men tað verður trupult, hóast ein møguleiki skuldi verið móti Íslandi. So tað er helst ein rímilig málúrtøka, sum kann føra okkara kvinnur til EM-endaspælið.

Dysturin á heimasíðuni hjá EHF

Støðan um EM-undanbólkunum

Alt um EM-undanbólkaspælið á Wikipedia

Dystargongdin á síðuni hjá EHF: