Hondbóltskvinnurinar vunnu lættliga á Luksemborg



EM-undanbólkur 7: Luksemborg - Føroyar 16-34 (9-18)
Føroyar livdu upp til leiklutin sum stórfavorittar og høvdu als ongar trupulleikar at vinna á Luksemborg.

At byrja við var eitt sindur av fjáltri á føroyska spælinum. Men Føroyar komu beinanvegin fram um við nøkrum málum og øktu munin spakuliga allan dystin. Eftir hálvleiksstøðuna 18-9 til Føroyar, gjørdist úrslitið 34-16 til Føroyar.

Tað er torført at siga, hvør spælir ein góðan dyst, tá ið so stórur munur er á liðunum. Jana Mittún og Súna Hansen vóru spælstýrandi og skutu síni mál. Á strikuni fekk Pernille Brandenburg so gott pláss sum hon ongantíð hevur fingið, hon takkaði fyri og skoraði fleiri mál. Lív Sveinbjørnsdóttir og Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe skoraðu eisini nøkur mál.

Tá ið mótstøðan er so vánalig, er ofta torført at hugsavna seg, og tað sást aftur í verjuspælinum, sum saktans kundi verið nógv betri.

Við sigrinum eru Føroyar nummar 3 í bólki 7 aftanfyri Svøríki og Ísland, men frammanfyri Luksemborg. Tað er lítið at ivast í, at Føroyar eisini vinnur á Luksemborg heima í høllini á Hálsi nú sunnudagin.

Fyrst í apríl spæla føroysku hondbóltsgenturnar tveir teir seinastu dystirnar í hesum bólkaspælinum móti Svøríki á heimavølli og móti Íslandi úti.

Føroyar enda helst á 3. plássi. Fýra teir bestu 3’ararnir úr teimum átta bólkunum koma til EM-endaspælið í Eysturíki, Sveis og Ungarn.

Í 3’ara-roknskapinum telja bara stig og mál móti tveimum teimum ovastu liðunum í bólkinum við. Tí hevur málúrtøkan móti Luksemborg einki at siga. 

Vit skulu bara royna at fáa so góð úrslit sum gjørligt móti Svøríki og Íslandi. Eitt stig hevði gjørt undurverk. Men tað verður trupult, hóast ein møguleiki skuldi verið móti Íslandi. So tað er helst ein rímilig málúrtøka, sum kann føra okkara kvinnur til EM-endaspælið.

Dysturin á heimasíðuni hjá EHF

Støðan um EM-undanbólkunum

Alt um EM-undanbólkaspælið á Wikipedia