Vestmenningar steypavinnarar

 
Steypafinala í Faxe Kondi kappingini fyri menn
VÍF - Neistin 31-23 (17-12)

VÍF lat ongan iva vera um úrslitið í steypafinaluni móti Neistanum. Liðið hjá VÍF var heilt einfalt betri enn Neistin, sum ikki hevði líka nógvar streingir at spæla upp á.

Stóra hetjan hjá VÍF var ungi málverjin Brandur Silvurstein, sum veruliga traðkaði til, tá ið Mladen ikki hevði ein av sínum bestu dystum

Filip Jojic hevði eisini stillað kanónina rætt inn, og kviki sprellimaðurin, Tróndur Johnsson var ein støðug hóttan móti Neistaverjuni.


----------------

Hóast VÍF var favorittur, so byrjaði Neistin betri í steypafinaluni hjá monnum. Við Tróndi Kragesten sum spælstýrandi og svenska høgra bakkinum Erik Karlsson sum málskjútta, eydnaðist Neistanum at koma gjøgnum verjuna hjá VÍF, og Mladen Mjerimacka í málinum hjá VÍF so ólíkt, so hevði hann ongar bjargingar hesa fyrstu løtuna av dystinum.

Í málinum hjá Neistanum hevði Sacha Locok, sum er uppvaksin í VÍF, nakrar góðar bjargingar, og so kom Neistin fram um.

Neistin helt seg framman fyri eina góða løtu. Men VÍF ernaðist so spakuliga, og skjótt kom VÍF upp á javnt.

Í álopinum hjá VÍF var Tróndur Johnsson ein støðug hóttan við sínum sera ágangandi spæli mitt fyri, og neistamaðurin í VÍF, Dánjal Ragnarsson, skoraði eisini nøkur mál.

Hjá VÍF kom Brandur Silvurstein í málið fyri Mladen, og hann tók nøkur skot, samstundis sum verjan hjá VÍF arbeiddi betri og betri.

Seinastu 10 minuttirnar av fyrra hálvleiki kom VÍF fram um. Stórskjúttin Filip Jojic, sum hevði verið hvíldur á beinkinum, kom inn og høgdi nøkur skot í málið.

Neistin steðgaði fullkomiliga upp hesa seinastu løtuna av fyrra hálvleiki, og í steðginum var støðan 17-12 til vestmenningar.

Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, helt munurin sær á umleið fimm málum, og í heila tikið var sera lítið skil á hesa løtuna. Liðini skiftust um at missa bóltar og brenna skot.

Neistamenn royndu at seta ferðina á spælinum upp. Men tað var sum, at teir ikki kláraðu at fylgja við sjálvir. VÍF hevði fleiri streingir at spæla á, og tá ið Hallur Árason høgdi nøkur langskot í málið av høgra bakki, so fór VÍF átta mál fram um, og nú sá veruliga trupult út hjá Neistanum.

Vestmenningar loyvdu ikki Neistanum nærri og arbeiddu framvegis steinhart í verjuni. Magnus Muller gekk undan við frálíkum verjuspæli, og aftanfyri verjuna spældi Brandur Silvurstein sín lívsdyst í málinum. Hann var eisini valdur til dagsins leikara.

Neistin royndi at fara fram í skjúttarnar hjá VÍF. Men so smeyg sprellimaðurin, Tróndur, sær í gjøgnum, og tað var als eingin ivi um, at VÍF var uppborin steypavinnari 2024. Úrslitið gjørdist 31-22.