Turið og Kyndil vunnu steypið

Steypafinala í Faxe Kondi kappingini fyri kvinnur
Kyndil - Neistin 29-21 (12-7)

Turið Arge var stórspælandi, tá ið royndu Kyndilskvinnurnar vunnu greitt á unga Neistaliðnum í steypafinaluni.

Turið setti dagsskránna frá byrjan og helt støðið allan dystin. 15 mál hevði hon skotið, tá ið dómarin floytaði av, og spurningurin er, um tað er hent áður í eini steypafinalu.

Kyndil var betri enn Neistin á flestu økjum, og er uppiborið steypavinnari hjá kvinnum 2024

------------------

Roynda Kyndilsliðið var favorittur móti unga Neistaliðnum, og tað var eisini Neistin, sum fekk nógv betri byrjan í steypafinaluni.

Serliga Turið Arge byrjaði dystin sum eitt ódnarveður, og hon skoraði fimm av seks teimum fyrstu málunum. Eitt sindur løgið, at Neistin ikki hevði eina betri ætlan at steðga stjørnuleikaranum hjá Kyndli.

Í hinum endanum hevði Neistin trupult við at koma í gjøgnum, , og tá ið tað eydnaðist, var tað sum oftast á veinginum, og har tók Jovana Stranjanac í málinum tað mesta.

Málverjin hjá Neistanum tók ikki tað stóra, og Kyndil legði seg avgerandi fram um. Tað hjálpti tó eitt sindur, tá ið Neistin skifti málverja, og Neistin kláraði at steðga bløðingini, áðrenn dysturin var endaliga taptur

Ógvuliga sigandi fyri fyrra hálvleik, bjargaði Jovana seinasta skotinum fyri steðgin. Í hálvleikinum var støðan 12-7 til Kyndil.

Neistin kom inn á vøllin sum eitt óløgi í seinna hálvleiki, og eftir einari løtu hevði Neistin sett spenning í dystin aftur. Hervør Niclasen á vinstra veingi skeyt fleiri mál hesa løtuna, og Neistin minkaði munin heilt niður til eitt mál.

Kyndil helt seg kortini frammanfyri, og enn sum áður var tað Turið Arge, sum dró tunga lessið hjá teimum grønu.

Eina løtu lá dysturin og vippaði millum tvey og trý mál. Jovana kom aftur í málið hjá Kyndli eftir ein lítlan steðg á beinkinum, og tað gjørdi beinanvegin mun.

Eftir eitt leikbrá mitt í seinna hálvleiki royndi Neistin at mansverja Turið Arge. Tað hjálpti í ein ávísan mun, men Kyndil kláraði at spæla seg gjøgnum við øðrum leikarum.

Neistin kom ongantíð nærri. Jovana tók nærum øll skotini á veinginum, og Turið heilt fram til dysturin var liðugur. Við einum flúgvari setti Turið prikkin yvir i-ið á einum framúrskarandi einmansavrikið, og sjálvandi gjørdist hon dagsins leikari

29-21 á máltalvuni tá ið dómararnir floytaðu fyri seinastu ferð, og steypasigurin hjá Kyndli var so væl og virðiliga uppiborin.


Les allan dómaraseðilin her


Turið Arge spældi eina frálíka steypafinalu, og var høvuðsorsøkin, at Kyndil gjørdist steypavinnari.