EM24: “Vit eru við fyri at vinna”



Hugleiðing
Í flogfarinum á veg heim úr Berlin mikudagin hoyrdist ein barnarødd syngja “Óli, Óli Óli, Óli Mittún”. Fitti sangurin var eitt ekkó frá einari framúr góðari hondbóltsviku í Berlin.

Eins og barni, sum sang um Óla, so eri eg ikki ordiliga lendur enn. Okkara hondbóltshetjur fingu okkum so høgt upp at flúgva, at tað er torført at koma niður aftur.

Aðrar greinar
EM24: Leikaramet - Tveir leikarar í heimsflokki
EM24: Takk fyri dreingir
EM24: Tað eigur ikki at bera til - Ella?
EM24: Føroyar í heimsflokki og ekstasa í Berlin
EM24: Føroyingar streyma til Berlin úr øllum ættum
EM24: Gjøgnumgongd av landsliðshópinum
EM24: Hasum kunnu tit vera stoltir av
EM24 - Søguligur spenningur í Berlin

Vit høvdu vunnið áðrenn vit fóru avstað. Tað átti jú ikki at bera til at spæla seg til eitt EM-endaspæl hjá so lítlari tjóð. Tí avgjørdu vit beinanvegin at fara til Týsklands, tí tað var ikki víst, at tað verður so ofta, at líknandi møguleiki fór at koma aftur. 

Túsundtals føroyingar myndaðu søguliga týska høvuðsstaðin hesa vikuna, og so hvørt sum vikan fór, komu fleiri til. Øll vildu til Berlin. Hvar tú var, hoyrdist føroyskt, á Alexander Platz, við Brandenburger Tor, við Checkpoint Charlie, í undirgrundini, í sporvognunum, ja, allastaðni.

Vikan í Berlin kemur at standa í minninum fyri allar tíðir. Gaman í skulkaði eg úr skúlanum tann 13. septembur 1990 og fór oman á keiini í Vestmanna at taka móti Landskronahetjunum. Men eg var ikki í Landskrona og heldur ikki í Kjøpinhavn ein mánaða seinni, 10. oktobur, tá ið Føroyar spældu móti Danmark og rimmar føroysk veitsla var í “Folkets hus”.

Løtan, tá ið Elias sendi brotskastið í norska málið, og túsundtals føroyingar í Mercedes Benz Arena vóru í fullkomnari ekstasu, er sterkasta ítróttauppliving eg havi verið við til, tey 40 árini eg hava verið bitin av ítrótti. Øll mistu tamarhaldið á sær sjálvum, klemmaðu hvønn annan, og gloymdu alt um stundum einstáttaða gerandisdagin har heima.

Føroyska fólkaveitslan í týska høvuðsstaðnum avspeglar eina tjóðskaparkenslu, sum býr í øllum føroyingum, og tjóðsangurin var sungin so hart undan hvørjum dysti, at hárini reistust á ørmunum. Í einum landi, har vit ikki hava siðvenju at kríggjast, heldur bara bakka fyri útlendskum ágangi, er tað stórt at síggja landsins kosnu synir stríðast fyri tjóðini á evropeiska hondbóltsvígvøllinum. Tað hugtók eisini tíðindafólk og onnur, at føroyingar sungu við norska tjóðsanginum, tað høvdu tey ikki sæð fyrr.

Veitslan á Park Inn-hotellinum á Alexander Platz eftir hvønn landsdyst var eisini nakað serligt. Sum hondbóltsáhugaður var tað, sum at vera á ólavsøku, har tú kendi næstan øll.

Har sat ein tilkomin føroyingur í tímavís og spældi upp á eitt klaver við hundraðtals syngjandi ungdómum rundan um seg. Eg sá ongantíð hendan klavermannin, tí hann var fjaldur av fólki, og klaverið hoyrdist vallað, so hart var sungið.

Eftir fyrsta dystin, var eitt fólk til arbeiðis á hotellbarrini, eftir næsta dystin vóru fimm og eftir seinasta dystin, søgdu tey, at 19 barrvørðir skonktu niður í ovurfegnar føroyingar. Vónandi seldu tey fyri nóg mikið til at dekka útreiðslurnar at endurnýggja oyðilagt innbúgv, sum ikki slapst undan, hóast veitslan sum heild fór sømiliga fram.

--------------

Vit kunnu takka teimum, sum fyri skjótt nokk so nógvum árum síðan settu út nýggja kós fyri føroyskan hondbólt. Óalmenna ungdómslandsliðsarbeiðið, sum nøkur foreldur tóku stig til, og ikki minst “Hin føroyski leistin“, sum hondbóltssambandið fekk Birgir Hansen og Dia Midjord at orða. Takk fyri øll tit, sum tordu at hugsa stórt, leiðarar, venjarar og leikarar.

Og tøkk til tey ítróttafólk, sum slóðaðu fyri og tordu at seta sær nýggj mál. Blaðungi vágbingurin Pál Joensen ætlaði sær at gerast heimsmeistari í svimjing. Tað eydnaðist næstan, og Pál flutti tankagongdina hjá okkara unga ítróttafólki.

Nýggju tankagongdina tóku nakrir smádreingir í Hoyvík til sín. Teir tordu at droyma stórt, og í dag spæla tveir teirra, Hákun og Elias, í heimsins bestu hondbóltsdeild, týsku Bundesliguni, og fleiri eru helst á veg.

Hesir ungu úrmælingar hugsa ikki um at spæla fyri annað land. Teir eru føroyingar og spæla fyri Føroyar.

Vit eru óendaliga stolt av teimum. Men teir ætla ikki at steðga her, og nú seta teir kós móti HM-endaspælinum.

Sum ein teirri segði, “Vit eru við fyri at vinna”.