EM24: Hasum kunnu tit vera stoltir av

(Mynd úr myndafrásøgn á jn.fo)

EM-dystur í bólki D: Slovenia – Føroyar 32-29 (13-13)
í Mercedes Benz Arena í Berlin, hósdagin 11. januar kl. 17.00 føroyska tíð.

Tað var ógvuliga nær við, at føroysku hondbóltsmenninir megnaðu at taka stig frá Slovenia. Hevði bara okkurt koppað okkara veg, so kundu vit staðið eftir við einum stigi ella tveimum. Høvdu vit skorað upp á onkran av brendu møguleikunum í fyrra hálvleiki, høvdu málverjarnir tikið eitt skot afturat, ella hevði onkur dómaraavgerð fallið okkara veg. Ja, so hevði ein frálíkur dagur verið upp aftur betri.

Føroysku áskoðararnir áttu høllina hetta kvøldið í Berlin. 5000 føroyingar sungu tjóðsangin so hart, sum hann neyvan er sungin áður, og hóast vit taptu, so helt rómurin fram allan dystin og eina góða løtu eftir dystin. Eg havi ongantíð í lívinum verið millum so lívligar og rópandi áskoðarar.

Dagført landsliðsleikarayvirlit

Á vøllinum var tað mesta frá byrjan sum væntað. Frá vinstru var liðið Leivur Mortensen, Óli Mittún, Elias á Skipagøtu, Villhelm Poulsen og Hákun West av Teigum, meðan Teis Horn Rasmussen var á strikuni. Peter Krogh kom inn fyri Óla í verjuni. Pauli Jacobsen stóð í málinum.

Okkara Bundesligaleikarar, Elias og Hákun settu dagsskránna. Elias við sínum vanliga ágangandi spæli, har hann meistarliga setir ferðina í spælinum, frá tí spakuligasta, har álopið næstan steðgar upp til til tær skjótastu rørslurnar, har eingin klárar at fylgja við.

Annars var grundspælið millum Elias, Óla og Villiam tolið, ja, imponerandi tolið, og mistøkini vóru avmarkað til tað minimala.

Tað frálíka pressið hjá Eliasi endaði ofta við at Hákun fekk bóltin á høgra veingi antin beinleiðis ella umvegis Villhelm á bakkinum. Og á veinginum skoraði Hákun sum vanligt sera trygt. Eg haldi næstan, at vit skulu tora at kalla hann ein vong í heimsflokki.

Tað sá út til at Slovenia hevði valt at demma fyri strikuspælingunum hjá Eliasi, tí vit sóu nærum ikki mál av strikuni uttan í skjótálopunum.

Tað einasta, sum finnast kundi at hetta fyrsta korterið av dystinum, var, at vit brendu heldur nógvar leysar møguleikar, og Pauli kom heldur ikki heilt upp, har vit vita, hann kann vera, í málinum.

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki kom Slovenia eini tvey mál fram um. Men vit svaraðu aftur áðrenn hálvleik. Pauli tók nøkur skot, Elias og Hákun skoraðu nøkur mál.

Óli var eisini alla tíðina sera ágangandi í sínum spæli. Hann kláraði ofta at finta seg fram við stóru sterku verjuleikararnar, men tíverri manglaði tann allar seinasta styrkin at slíta seg leysan, og nakrar ferðir var sera nær við, at hann átti at fingið brotskast. Og so skulu vit eisini minnast, at drongurin bara er 18 ár.

Eftir 13-13 í hálvleikinum, fingu vit eina sera góða byrjan upp á seinna hálvleik. Tróndur Mikkelsen stóð seg væl á høgra bakki hesa løtuna, og Hákun var framvegis flúgvandi á veinginum. Eftir fýra minuttum, vóru okkara menn frammanfyri 17-15, og vit høvdu enntá møguleikan at koma trý mál fram um.

Men í hondbólti gongur skjótt fyri seg, og eitt tvey trý, so vóru Slovenar framman fyri, og har hildu teir seg restina av dystinum.

Hesa løtuna kláraðu vit ikki at halda fast í tolna trygga grundpælinum. Elias tók møguliga ov nógvar møguleikar og tyktist at vilja avgera dystin. Tað førdi til nøkur febrilsk skot, og venjarin Peter Bredsdorff-Larsen sá út til at hava eitt álvarsprát við Elias úti á beinkinum.

Elias fekk tó ongantíð ta hvíldina, sum fleiri halda, hann hevur brúk fyri av og á í einum dysti. Bara eini tvey trý álop uttan fyri høvdu helst gjørt mun.

Nú fór dró Slovenia ordiliga frá Føroyum, og eftir eitt gott korter vóru teir framman fyri 26-21. Serliga í verjupartinum høvdu vit sera torført við at steðga teimum báðum sera kviku Zarabec og Vlah. Tað gjørdi tað næstan verri, at vit royndu okkum við einari 5-1 verju.

Tað hjálpti í ein ávísan mun at fara inn aftur í eina 6-0-verju, og Pauli tók eisini nøkur skot, eftir at Nicholas Satchwell einki tók, meðan hann var inni.

Vit gjørdu eina síðstu roynd at koma aftur í aftur, og komu niður á tvey mál 29-27, tá ið fimm minuttir vóru eftir. Men hóast viðhaldsfólkini gjørdu alt í síni makt, og leikararnir tað sama, so rakk tað ikki til stig í hesum fyrst EM-endapælsdystinum nakrantíð, og úrslitið var 32-29 til Slovenia.

Eftir dystin var sera flott at síggja viðhaldsfólkini fagnaðu okkara monnum fyri avrikið í fleiri minuttir. Hákun var eisini valdur til besta leikara í dystinum, og tað frøddust føroysku áskoðararnir um.

Nú er at gera klárt til hinar báðar dystirnar móti Noregi og Póllandi. Møguleikin at koma víðari livir enn, men tað krevur Pólland vinnur á Slovenia í leygardagin. Tá møtir Føroyar Noregi í einari nærum ómøguligari uppgávu. Men minst til í hondbólti ber alt til.
 

Føroyskir málskjúttar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 9, Hákun West av Teigum 9, Teis Horn Rasmussen 3, Tróndur Mikkelsen 2, Vilhelm Poulsen 2, Óli Mittún 2, Rói Berg Hansen 1, Leivur Mortensen 1

Dysturin á heimasíðuni hjá EHF
https://ehfeuro.eurohandball.com/men/2024/matches/details/202411010101020/slovenia-faroe-islands/

Beinleiðis dystargongd:
https://ticker.ehf.eu/v3/202411010101020

Føroyar á heimasíðuni hjá EHF:
https://ehfeuro.eurohandball.com/men/2024/teams/details/Q-KvsZwwZ4bbo3Fo32o0iw/faroe-islands/

Upphiting Eyðun og Terja í Kreuzberg Festsaal

Mercedes-Benz Arena tekurr 14.800 áskoðarar

Eitt hav av føroyskum áskoðarum

5-1-verjan royndist ikki so væl

4000-5000 føroyingar


Hákun gjørdist dagsins leikari

Hákun skoraði 9 ferðir
Skuffaðir leikarar takka fantastisku viðhaldsfólkunum

Peter Bredsdorff-Larsen hyggur eftir Noregi og Póllandi