EM24: Føroyingar streyma til Berlin úr øllum ættum


EM-dystur í bólki D: Føroyar - Noreg
í Mercedes Benz Arena í Berlin, leygardagin 13. januar kl. 19.30 føroyska tíð.


Í dag verður aftur ein stórur dagur í føroyskari hondbóltssøgu, og tað væntast, at enn fleiri føroyskir áskoðarar vera til dystin, tí føroyingar streyma til Berlin úr øllum ættum. Eitt flogfar er komið úr Føroyum í morgun, og føroyingar, sum búgva ymsa staðni í Evropa hava eisini lagt leiðina til týska høvuðsstaðin.

Tað tykist, sum føroyingar ynskja at uppliva hetta heilt serliga huglagið, sum er uppstaðið í Berlin, har túsundtals føroyingar hyggja eftir hondbólti og síðan hittast á “Hotel Park Inn”, sum í hesum døgum eisini gongur undir nøvunum “Oyrasundskolegiið” og “Hotel Føroyar”.

Dagført landsliðsleikarayvirlit 


Nærum ógjørligt at vinna á Noregi

Okkara hondbóltsmenn spæla móti ongum minni enn Noregi, sum verður mett millum heimsins sterkastu hondbóltstjóðir hjá monnum. Tí er eingin, sum væntar nakað sum helst í dag, uttan kanska spælararnir sjálvir, tí sum ein teirra segði, “vit eru við fyri at vinna”.

Hondbóltskøn meta, at tað nærum er ómøguligt hjá Føroyum at vinna á Sander Sagosen og hinum norsku stjørnunum. So skulu vit gera tað ómøguliga, mugu vit spæla upp til okkara allar besta, meðan Noregi skal hava ein vánaligan dag á hondbóltsvøllinum.

Í síni tíð fyri meira enn túsund árum síðan rýmdu nakrir norðmenn úr Noregi til Føroya, tí teir ikki tímdu at rinda skatt til kongin. Í dag skulu eftirkomararnir hjá hesum norðmonnunum royna at vinna á fyrrverandi yvirvaldslandinum.

Vit mugu heppa á Pólland
Dagurin í dag er rættiliga avgerandi í bólki D.

Pólland og Slovenia spæla, áðrenn Føroyar og Noreg. Vinnur Slovenia tann dystin, so tykist bólkurin longu avgjørdur, áðrenn Føroyar spæla. Tá kann Føroyar bara koma víðari, um vit vinna á Noregi og móti Póllandi í seinasta dystinum mánadagin.

Vinnur Pólland hinvegin á Slovenia, so hava tey bæði londini 2 stig hvør. Tað merkir, at um Føroyar vinna á Póllandi í seinasta dystinum, so enda Føroyar, Slovenia og Pólland á 2 stigum. Tá verða innanhýsis málmunurin millum hesi trý londini galdandi.

Har hevur Slovenia +3 mál undan dagsins dystum. Tí er best fyri Føroyar, at Pólland vinnur við einum ella tveimum málum á Slovenia, tí so skuldi verið nokk hjá Føroyum at vunnið við trimum málum á Póllandi í seinasta dystinum.

Ein onnur avleiðing av einum pólskum sigri móti Slovenia, er, at okkara dystur móti Noregi verður upp á ein máta týdningarleysur, soleiðis at merkja, at føroyski landsliðsvenjarin uppgevur dystin móti Noregi fyri at spara lyklaleikarar til dystin seinasta og vónandi avgerandi dystin móti Póllandi.

So dagsins gerningur hjá okkum føroyingum í Berlin er fyrst at rópa, “polska, polska, polska.......” og síðan at koyra á okkara hondbóltshetjur.

Risa høga hotellið "Park Inn Berlin" á Alexanderplatz er miðdepilin hjá føroysku fjepparunum í Berlin. Har búgva eini 1500 føroyingar, og hini leita sær higar til tað føroyska ballið, sum hvørt kvøld er á hotellinum, sum nú verður nevnt "Oyrasundskollegiið ella "Hotel Føroyar" (mynd: Wikipedia)