EM24: Føroyar í heimsflokki og ekstasa í Berlin


Mynd úr myndarøð á jn.fo.
EM-dystur í bólki D: Føroyar - Noreg 26-26 (12-13)
í Mercedes Benz Arena í Berlin, leygardagin 13. januar kl. 19.30 føroyska tíð.

Berlin er ein týðandi býur í evropeiskari søgu, og hóast føroyska søgan, sum var skrivað í Berlin leygarkvøldið 13. januar 2024 neyvan fer at standa í søguni hjá Berlin, so fer hetta kvøldið at standa rimmar fast í føroyskari ítróttasøgu.

Okkara hondbóltsgarpar høvdu framt tað risastóra bragd at spæla javnt í EM-dysti móti ongum minni enn Noregi.

Við einum frálíkum avriki eydnaðist at fylgja við Noregi nærum allan dystin. Men tá ið Noreg førdi við trimum og hálvurannar minuttur var eftir, sá einki út.

Tað eydnaðist tó upp á onkran máta at koma aftur í aftur, og tá ið Elias á Skipagøtu í seinastu sekundunum javnaði til 26-26 við brotskasti, vóru allir føroyingar í Berlin í fullkomnari ekstasu.

Dysturin á heimasíðuni hjá EHF
Beinleiðis dystargongd
Føroyar á heimasíðuni hjá EHF


Vit byrja við endanum
Føroysku leikararnir høvdu akkurát missbrúkt nakrar góðar møguleikar. Støðan var 26-23 til Týskland, og bara tríggir minuttir eftir. Tað sá einki út, men okkurt vilt og ótamt býr í okkara monnum.

Tá ið hálvurannar minuttur var eftir minkaði Elias á Skipagøtu við brotskasti, og dysturin livdi enn.

Tá ið hálvur minuttur var eftir bjargaði Pauli Jacobsen einum langskoti. Umvegis Vilhelm Poulsen endaði bólturin hjá Róa Berg Hansen á vinstra veingi, og føroyska tjóðin helt ondini, meðan Rói sveimaði inn móti málinum og skoraði.

Tá ið tíggju sekund vóru eftir, hevði Noreg frískast á egnari hálvu. Nei, nú bar ikki til. Men so driblaði ein norðmaður, og Elias gjørdi ikki mætari enn at dribla bóltin frá honum, spæla Trónd Mikkelsen púra leysan, men dómarin hevði floytað. Eitt sindur av forvirringi var um, hvat floyta var fyri. Men eftir einari løtu stóð greitt, at tað var brotskast til Føroyar.

Nú helt øll tjóðin aftur ondini, meðan stórspælandi Elias gjørdi seg kláran. Hann sendi bóltin málið, og allir føroyingar í Berlin og heima í Føroyum vóru í fullkomnari ekstasu. Vit høvdu tikið stig frá Noregi, einum av heimsins bestu hondbóltsmanslandsliðum. Har var gleði, har vóru tár, fólk sum ikki kendust hálsfevndu hvønn annan, og gleðisrúsurin var óbeskriviligur.

Ballið helt fram í gongdini í høllini. Har vóru føroyskir sangir sungnir í nærum ein tíma. So var ball á ymsu hotellunum í Berlin, og serliga á “Park Inn hotellinum” ella “Hotel Føroyar” mitt á Alexander Platz var stórt føroyskt ball til tann ljósa morgun.

Ovurfrøi
6000 føroyingar
Undan dystinum tyktist uppgávan nærum ómøgulig. At gera nakað við Sander Sagosen og hinar norsku hondbóltsmenninar bar á pappírinum ikki til. Men eitt er pappír og nakað annað er veruleikin.

Tað vóru upp aftur fleiri føroyingar í Mercedes-Benz Arena hetta leygarkvøldið enn í fyrsta dystinum. Onkur metti, at eini 6000 føroyingar vóru á áskoðaraplássunum. Rómurin var eisini øgiligur longu undan dystinum, og við Ásbirni Nattestad á odda gjørdu føroyingarnir ein ljóðmynd, sum lyfti okkara menn til nýggjar hæddir.

Vilhelm hevði Sagosen í lummanum
Á vøllinum takkaðu leikararnir fyri stóra stuðulin við einum megnar avriki, sum ongantíð verður gloymt.

“Skarpur verður hildarleikur, norðmenn mót norskum stríða”, verður kvøði í Orminum langa, og tað var sum ørindi niðanfyri hekk í høllini, tá ið dysturin byrjaði:

Gingu teir til strandar oman,
Ríkir menn og reystir,
Lunnar brustu og jørðin skalv:
Teir drógu knørr úr neysti.


Á hallargólvinum skalv jørðin eisini frá byrjan. Einki var givið, og okkara menn stríddust mannliga í hvørjum einasta nærdysti.

Stóra norska stjørnan, Sagosen fekk ikki eitt bein til jørðina móti Vilhelmi, og onkur helt fyri, at Sagosen var í lummanum hjá Vilhelmi, tá ið hann fór í buksurnar í morgun.

Inni í miðverjuni gekk Teis Horn Rasmussen á odda, saman við Pæturi Mikkjalsson og Peter Krogh. Eisini vísti Tróndur Mikkelsen, at hann er ein fram úr góður verjuleikari, tá ið hann var í verjuni.
Føroyska verjuspælið var í heimsflokki
Elias stýrdi imponerandi álopsspæli
Í hinum endanum spældi Elias á Skipagøtu ein dyst í heimsflokki. Við sínum eyðkenda stíli, legði hann alla tíðina allan dystin trýst á norsku verjuna.

Spælið var tolið, og tað var imponerandi at síggja sera neyvu, knøppu og hørðu sendingarnar millum okkara bakspælarar, Óla, Elias og Vilhelm. Teir gjørdu minimalt av feilum, og nærum øll álopini endaðu við skilagóðum skotum. Einasti trupulleikin var, at vit brendu heldur nógv skot, men allir gjørdu sítt.

Noreg var alla tíðina eitt ella tvey mál frammanfyri, men vit hingu í. Einaferð vórðu trý mál á muni 12-9 til Noreg, og nú hildu øll, at Noreg fór undan.

Satchwell fekk okkum við aftur
Nú kom Nicholas Satchwell í málið, og hann gjørdi ikki minni enn at fáa okkum inn í dystin aftur við nógvum góðum bjargingum. Hann tók skot eftir skot.

Í hinum endanum skoraði Teis tvær ferðir og Óli eina ferð. Her er vert at nevna Teis, sum spældi sín lívs dyst bæði í verju og álopi. Hann vísir seg ferð eftir ferð at vera ein lyklaleikari, tá ið veruliga stendur á. Stuttligt var eisini at hallarfrásøgumaðurin kallaði hann "Teys Rasmussen" 😀

Hálvleiksstøðan var 13-12 til Noreg.

Satchwell helt okkum inni í dystinum
Vit hingu í
Í hálvleikinum vóru tey flestu samd um, at nú fór Noreg at stramma skrúvuna og leggja seg fram um.

Tað hendi tó ikki, tí dystargongdin helt fram. Noreg var eitt ella tvey mál framman fyri, og av og á komu Føroyar upp á javnleik.

Soleiðis gekk seinni hálvleikur. Tað eydnaðist eisini okkara venjara, Peter Bredsdorff-Larsen, at brúka breiddina í hópinum og hvíla lyklaleikararnar. Verjan var framvegis í heimsflokki, og sjálvt Elias sást taka ordilig tøk í verjupartinum.

Vit fylgdu við heilt til 23-23, tá ið tíggju minuttir vóru eftir. Norðmenn fóru so upp á 26-23, og nú sá svart út.

Allir bardust sum úlvar
Pauli gjørdi mun
Hesa løtuna fekk sterki verjuleikarin hjá Noreg, Øverby, beinleiðis reytt kort fyri at takkla Óla ov hart. Hetta var møguliga viðvirkandi til, at Føroyar megnaðu at berja seg inn í dystin aftur og spæla javnt móti noregsmonnum.

Eisini kom Pauli aftur í málið, og hann hevði nakrar sera avgerandi bjargingar í avgerandi minuttunum.

26-26 stóð á máltavluni, tá ið høllini eksploderaði í ein fagnaði, sum neyvan er sæddur áður.

Føroyar kunnu fáa Noreg aftur á stigatalvuni, um Føroyar vinna á Póllandi, og Noreg tapir fyri Slovenia. Tá enda bæði londini á 3 stigum.

Hvat so er galdandi er eitt sindur óvist? Men sum eg dugi at lesa meg til, so verður samlaði málmunurin avgerandi, og har hava Føroyar -3 og Noreg +11. Tað vil siga, at Noreg hevur ein málmun á +14 í mun til Føroyar, og tað ber nevan til at heintað inn aftur. Hetta skal tó takast við fyrivarni, tí tað er altíð rættiliga ógreitt, hvat er galdandi í tílíkum støðum.

Pauli hevði nakar sera týðandi bjargingar í avgerandi løtuni
Føroyskir málskjúttar:
Føroyar: Teis Horn Rasmussen 5, Elias Ellefsen á Skipagøtu 5, Hákun West av Teigum 4, Rói Berg Hansen 3, Óli Mittún 3, Vilhelm Poulsen 3, Kjartan Johansen 1, Pætur Mikkjalsson 1, Leivur Mortensen 1.
Nicholas Satchwell bjargaði 7 av 21 skotum, og Pauli Jacobsen bjargaði 4 av 13 skotum.