EM24: Tað eigur ikki at bera til - Ella?


EM-dystur í bólki D: Pólland - Føroyar
í Mercedes Benz Arena í Berlin, mánadagin 15. januar kl. 17.00 føroyska tíð.

Vit skulu vinna á Póllandi, og Noreg skal tapa fyri Slovenia. Harafturat skulu vit hála 14 mál inn á Noreg í samlaða málmuninum, um vit skulu víðari í EM-kappingini. Tað eigur ikki at bera til. Men okkara menn kunnu gera sítt til at varðveita spenningin við at vinna móti Póllandi við nógvum málum. Noreg og Slovenia spæla ikki fyrr enn aftaná.

Dagført landsliðsleikarayvirlit
Dysturin á heimasíðuni hjá EHF
Beinleiðis dystargongd
Føroyar á heimasíðuni hjá EHF

Føroyar verða mettar at vera favorittar í seinasta dystinum móti Póllandi í EM-bólki D í dag klokkan 17 føroyska tíð. Men vit muga minnast, at tað ikki altíð er lætt at vera favorittur, og harafturat vil Pólland sjálvandi bjarga æruni, eftir at hava tapt teir báðar fyrstu dystirnar.

Pólland er eisini eitt gott landslið, hóast teir ikki hava spælt serliga væl hesa kappingina. Móti Slovenia vóru teir milt sagt vánaligir, og spæla teir á tí støðinum, so ber til at vinna við nógvum mál. Men sum nevnt, tað er ikki lætt at vera favorittur.

Um Føroyar ikki vinna við nógvum málum, so hevur tað kortini týdning at vinna, tí ein sigur móti Póllandi kann gera, at Føroyar verða styrkismettir hægri til lutakastið til HM-undanbólkarnar.  

Annars gongur lívið sína gongd her í Berlin. Nógvir føroyingar tóku sær av løttum í gjár, eftir veitsluna leygarkvøldið.

Í morgun hoyrast ýlandi traktorar um alt Berlin, tí bøndur og onnur mótmæla ætlaðum sparingum í stuðli til bøndurnar. Serliga í økinum kring Brandenburger Tor leggur tú merki til mótmælini, sum tykjast at vara frá morgni til myrkurs hvønn einasta dag.

Í dag manna vit okkum upp aftur. Seinnapartin verður upphitingartiltak, og klokkan 18 lokala tíð fara vit fyri seinastu ferð í hesum EM-endaspælinum at heppa á okkara dreingir. Ella, man tað ómøguliga bera til?

Aðrar greinar
EM24: Føroyar í heimsflokki og ekstasa í Berlin
EM24: Føroyingar streyma til Berlin úr øllum ættum
EM24: Hasum kunnu tit vera stoltir av
EM24 - Søguligur spenningur í Berlin