EM24: Takk fyri dreingir


Mynd úr myndarøð á jn.fo
EM-dystur í bólki D: Pólland - Føroyar 32-28 (15-15)
í Mercedes Benz Arena í Berlin, mánadagin 15. januar kl. 17.00 føroyska tíð.

Føroyar fylgdu við Póllandi í 50 minuttir í seinasta EM-dystinum á hesum sinni. So rakk ikki longri, og vit taptu dystin 32-28. Vit mugu ásanna, at trøini ikki vaksa upp í himmalin, hóast hendan vikan í Berlin hevur verið ótrúlig.

Hesir røsku hondbóltsdreingirnir hava givið okkum eina søgu, sum vit ongantíð gloyma aftur. Bara tað at spæla seg í eitt endaspæl var veruleikafjart, og tá ið vit tóku stig frá Noregi, ja, ta løtuna vóru vit so høgt uppi, at ringt var at koma niður aftur.

Hóast ósigurin í gjárkvøldið, var lagið gott, og hondbóltsveitslan helt fram alla náttina í Berlin.

Dagført landsliðsleikarayvirlit
Dysturin á heimasíðuni hjá EHF
Beinleiðis dystargongd
Føroyar á heimasíðuni hjá EHF


Elias byrjaði sera væl
Tó at tað stundum sá gott í fyrra hálvleiki móti Póllandi, so var allan tíðina okkurt, sum bendi á at orkan hjá okkara monnum var um at ganga undan.

Frá byrjan av hekk alt ov nógv á Eliasi á Skipagøtu, og hann spældi eisini heilt ótrúliga væl fyrsta korterið og skoraði 5 av teimum fyrstu 7 málunum.

Í verjuni fingu vit hinvegin ongantíð veruliga fatar á póllendingum. Teir vóru rimmar stórir, og serliga strikuleikarin 207 sentimetrar høgi Kamil Syprzak voldi okkara verju stórar trupulleikar. Eisini fingu vit nógvar útvísingar í fyrra hálvleiki, men tað fekk Pólland eisini.

Tað kann eisini sigast, at verjan ikki hjálpti okkara málverjum í gjár, og málverjarnir hjálptu heldur ikki okkara verju. Okkara málverjar eru í altjóða hondbólti lágir á vøkstri, og tað gagnnýttu stóru póllendingar við at hamra bóltarnar upp um okkara málverjar niður í málið dygst undir yvirleggjaran.

Elias spældi í heimsflokki fyrsta korterið
Trygga grundspælið manglaði
Vit hingu í allan fyrra hálvleik á tamb, og vóru enntá frammanfyri 11-9 tá ið 19 minuttir vóru spældir. Spælið gekk tó alsamt meira strilti, og tað gjørdist tyngri og tyngri hjá Eliasi at koma framvið stóru verjuni hjá Pólandi.

Tað var sum um, at sera góða byrjanin hjá Eliasi gjørdi, at okkara trygga, tolna og skjóta grundspæl, sum var so gott móti Noregi, ongantíð kom í gongd. Sum dysturin leið gjørdist okkara álopsspæl meira og meira febriskt, og serliga Elias rótaði ov nógv inni í verjuni. Tað gjørdist tyngri og tyngri at fáa málmøguleikar.

Tað eydnaðist tó at skora neyðugu málini, og serliga var tað Hákun West av Teigum, sum var tryggur við brotskøstunum. Hann skoraði øll 8 brotskøstini. Hákun fekk tó ikki tey vanligu málini, tí hann var væl pakkaður inn út á høgra veingi. Póllendingar valdu heldur at opna fyri okkara høgra bakki og okkara vinstra vongi, og har fingu vit nakrar møguleikar.

Hákun setir enn eitt brotskast í málið
Vakurt mál kolldømt
Seinni hálvleikur byrjaði við einum dupultum flúgvara, fyrst út á vongin til Hákun, og so upp til Óla og í málið. Sera flott og stórur fagnaður, men tíverri dømdi dómarin yvirtraðk, hóast tað ikki sá út so.

Gongdin frá fyrra helt fram í seinna hálvleiki. Pólland kom eitt mál fram um, og so javnaðu vit. Tað vóru framvegis serliga Elias og Hákun við brotskøstum, sum hildu okkum inni í dystinum. Meðan verjan og málverjarnir framhaldandi høvdu stórar trupulleikar.

Póllendingar valdu eisini av og á at mansverja Elias, og vit fingu ongantíð glið á skipaða álopsspælið hendan dystin.

Elias verður mansvardur
Kundu brúkt fleiri leikarar
Okkara venjari royndi heldur ikki nakað nýtt, hóast okkara leikarar týðiliga vóru troyttir. Vit hava kanska ikki tey heilt stóru breiddina í okkara hópi. Men fyri at nevna onkran, so kundu Tróndur, Kjartan, Jónas, Pauli og Rói hava fingið nakrar løtur á vøllinum hesar tríggjar dystirnar. Teir hava allir víst, at teir kunnu klára seg í landsdystum. Eisini er saknur í onkrum veruligum skjútta í hópinum, tá ið okkara álopsspæl steðgar upp. Her hugsi eg serliga um Bjarna í Selvindi og Filip Jojic, sum báðir eru førir fyri høgga bóltar í málið úti frá.

Í longdini gekk hetta ikki, og tá ið farið varð út í seinastu tíggju minuttirnar orkaðu okkara hetjur ikki longur, og endin varð, at vit taptu 32-28.

Elias var valdur til dagsins mann. Men leikararnir vóru týðiliga skuffaðir, og tað er gott, tí í hondbólti eru vit við fyri at vinna.

Verjan fekk ongantíð fatur á póllendingunum
Móttøka á “Hotel Føroyar”
Føroyski áskoðarafagnaðurin var ikki minni, hóast ósigurin og endan á hesi EM-kappingini. Føroysku áskoðararnir fagnaðu leikarunum í fleiri minuttir eftir dystin og hildu fram at syngja føroyskar sangir í ein tíma.

Og á stóra gistingarhúsinum á Alexanderplatz var móttøka fyri hetjunum. Har helt veitslan enn einaferð fram langt út á náttina, og føroyskir sangir rungaðu, meðan ein klaversnillingur sat og spældi á tangentarnar.

Hetta ævintýrið er av, og vit takka okkara monnum fyri avrikið og undirhaldið. Vit gleða okkum til eina aðru ferð. Takk!

Føroyskir málskjúttar:
Hákun West av Teigum 10, Elias Ellefsen á Skipagøtu 9, Vilhelm Poulsen 2, Óli Mittún 2, Rói Berg Hansen 2, Leivur Mortensen 1, Teis Horn Rasmussen 1, Helgi H. Hoydal 1.