EM24: Hondbóltsfepur á Hálsi undan EM


Venjingarlandsdystur í manshondbólti í høllini á Hálsi 
Føroyar - Belgia 41-31 (19-16)
Tað merkist, at nakað serligt fer at henda í næstu viku. 1800 áskoðarar til ein venjingardyst. Tað er ikki gerandiskostur, og vit kunnu staðfesta, at Føroyar gleða seg til EM-endaspælið í Týsklandi.

Dysturin sjálvur var, sum ein venjingardystur eigur at vera. Hvørki av liðunum løgdu serliga nógv fyri. Men vit fingu staðfest, at Føroyar eru vorðin ein betri hondbóltstjóð enn Belgia. Og vit sóu eisini okkurt nýtt í spælinum.

Dagførd leikarahagtøl

Aðrar greinar:
EM24: .... then we take Berlin
EM24: Tríggir dystir í risastórari høll
EM24: Gjøgnumgongd av landsliðshópinum
EM24: Berlin ein fjølbroyttur býur

 

Óli Mittún var ikki við í kvøld, hann var spardur, tí hann kemur seg eftir skaða. Annars kann væntast at liðið, sum byrjaði á vøllinum í kvøld, eisini verður nøkulunda liðið, sum byrjar móti Slovenia í Mercedes Benz Arena í Berlin hósdagin í næstu viku.


Pauli Jacobsen í málinum, Leivur Mortensen á vinstra veingi, Tróndur Mikkelsen á vinstra bakki, Elias á Skipagøtu mitt fyri, Vilhelm Poulsen á høgra bakki, Hákun West av Teigum á høgra veingi og Teis Horn Rasmussen á strikuni. Í verjuni kom Peter Krogh inn fyri Elias.

Belgia fylgdi við fyrstu løtuna. Men tá ið Pauli Jacobsen stongdi málið eina løtu miðskeiðis í fytra hálvleiki fóru Føroyar fram um, og so vóru okkara menn frammanfyri restina av dystinum.

Elias var sum ikki einaferð tann, sum setti dagsskránna, og veingirnir skutu eisini nógv mál, Hákun í fyrra hálvleiki og Rói Berg Hansen í seinna.

Ein rúgva av málunum hjá veingjunum koma eftir skjót mótálop. Tað er nakað, sum vit ikki hava sæð so nógv til undanfarin ár, og tí var tað gott at síggja hetta “nýggja” vápni í brúki. Elias stýrdi skjótálopinum, og tað kravdi, at hann var við í verjuni, har hann vardi á veinginum. Tað er ótrúlig ferð og temposkifti Elias kann seta á eitt skjótálop, og tá er stuttligt at vera vongur.

Onnur ting vóru eisini roynd. Sjey mans í álopinum riggaði ikki væl. Meðan tað var torført at síggja, um 5-1-verjan við Elias frammanfyri kundi brúkast, tí talan var um ein dyst, har hvørki liðið legði nakað serligt fyri í verjupartinum.

Eisini sóu vit nakrar ferðir veingirnar byrja álopini á strikuni aftanfyri bakkin fyri síðan at trekkja út á veingin, men vánaliga belgiska verjan gjørdi, at ilt er at vita, hvat hetta kann brúkast til.

Allir leikararnir sluppu at royna seg í dag, og tað er sjálvandi týðandi, bæði fyri at spara leikararnar og fyri at halda øllum í gongd.

Liðið, sum venjarin Peter Bredsdorff-Larsen hevur í høvdinum, fer neyvan at broytast undan dystinum móti Slovenia. Men um tað var nakar, sum spældi seg nærri byrjanarliðnum í kvøld, so var tað Rói Berg Hansen, sum var flúgvandi á vinstra veingi í seinna hálvleiki.

Hákun staðfesti eisini, at hann er heilt har uppi, sum klokkurnar ringja, við sínum vongspæli, sum er á hægsta altjóða støði.

Elias setti sum vanligt ferðina í spælinum. Hann dugir bara so sera væl at stýra temponum í álopsspælinum, og sum nevnt so kann hansara ferð og eyga fyri spælinum í skjótálopunum veruliga gerast eitt vandamikið vápn hjá okkara monnum. Men sjálvandi verður tað ikki so lætt móti Slovenia, sum er væl sterkari hondbóltstjóð enn Belgia.

Verjuparturin var, sum nevnt ringur at døma, men ein sum vardi væl, var Helgi Hildarson Hoydal, sum serliga megnaði at fanga innspælingar til strikuna umframt at parera nøkur langskot.

Elias brendi bæði brotskøstini í kvøld, og tað er avgjørt vert at hugsa um at lata Hákun skjóta brotskøstini í staðin niðri í Týsklandi. Hevur Elias nakran veikleika, so er tað, at hann brennur heldur nógvar møguleikar, meðan Hákun hevur víst seg at vera tryggleikin sjálvur. Effektiviteturin í brotskøstum kann vísa seg at gerast rættiliga avgerandi.

Málskjúttar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 8, Rói Berg Hansen 8, Hákun West av Teigum 7, Teis Horn Rasmussen 3, Jónas G. Djurhuus 3, Tróndur Mikkelsen 2, Kjartan Johansen 2, Allan Norðberg 2, Helgi H. Hoydal 2, Leivur Mortensen 1, Ísak Vedelsbøl 1, Vilhelm Poulsen 1, Rói Ellefsen á Skipagøtu 1.