Zagallo deyður 92 ára gamal

Zagallo við HM-steypum
Zagallo saman við Pelé

Fyrrverandi brasilski landsliðsleikarin og landsliðsvenjarin Mário Zagallo er deyður 92 ára gamal.

Hann var tann fyrsti, sum vann heimsmeistaraheitið bæði sum spælari og venjari. Hinir eru týskarin Franz Beckenbauer og fraklendingurin Didier Deschamps.

Sum spælari vann Zagallo HM í 1958 og 1962 millum annað saman við Pelé og Garrincha. Hann spældi vinstri álopsvongur í sera álopssinnaðu 2-4-4 spælskipanini. Hann var lítil á vøkstri, hevði frálíkan bóltførleika og arbeiddi eisini hart í verjupartinum. Hann kundi eisini spæla sum áleypari.

Í 1970 vandi hann landsliðið hjá Brasil, sum vann HM. Tað liðið verður ofta umtalað sum “heimsins besta fótbóltslið” við frægum leikarum sum Pelé, Jairzinho and Carlos Alberto.

Zagallo var eisini venjari hjá brasilsku liðunum, sum vunnu silvur í 1974 og aftur í 1998. Eisini var hann hjálparvenjari hjá Carlos Alberto Parreira, tá ið Brasil vann HM í 1994. Eisini vandi hann fleiri lið í Brasil.

Zagallo er tann seinasti av heimsmeistarunum frá 1958, sum var á livi.