EM24 - Søguligur spenningur í Berlin



Í dag verður føroysk ítróttasøga skrivað, og her í Berlin er spenningurin í hásæti. Í miðbýnum kring Alexanderplatz búgva nógvir føroyingar á hvørjum einasta gistingarhúsi. Á einum búgva heili 1500 føroyingar. 

Handlarnir í Berlin hava eisini eyka góðar dagar, og í H&M munnu tey hava serliga góðar dagar, tí har er bara føroyskt at hoyra

Her er alt slag av føroyingum. Teir, sum hava áhuga fyri hondbólti, og teir sum ikki hava áhuga fyri hondbólti.

Heilt nógvir politikkarar eru her, eisini onkrir, sum valla hava verið í eini hondbóltshøll fyrr. So kunnu teir taka tað heilt røttu sjálvsmyndina at deila á sosialum miðlum, meðan vit eina løtu gloyma alt um CO2-útlát.

Í gjárkvøldið vóru vit nakrir føroyskir Liverpool-fjepparar á eini ítróttabarr og sóu Liverpool vinna á Fulham. Barrin var fullsett við ungum føroyingum í sera góðum lagi. Teir sungu føroyskar sangir og sluppu eisini at yvirtaka annleggið á barrini. Millum annað rungaði nýggi slagsangurin hjá Benjamin Rajani fleiri ferðir í hátalarunum, meðan føroyingarnir sungu um kapp við harða ljóðið.

Frá sjálvum hondbóltslandsliðnum frætta vit ikki so nógv, har vita tit, sum eru heima í Føroyum helst meira enn vit. Tó so, okkurt er at frætta frá onkrum, sum hevur samband inn í hópin, og tey sum eru hondbóltsáhugaði tosa og gita óført um, hvør ferð at spæla, og hvussu leikætlanin man fara at verða.

Um eina løtu fara føroyingar at møtast í eini rimmar stórari høll. Haðani verður kl. 17.00 gingið móti Mercedes Benz Arena, har eini 4000-5000 føroyingar væntast at verða í høllini, sum hevur pláss til 14.800 áskoðarar.

Vit gleða okkum til ein søguligan dag í føroyskum ítrótti.

----------------

Dysturin á heimasíðuni hjá EHF
https://ehfeuro.eurohandball.com/men/2024/matches/details/202411010101020/slovenia-faroe-islands/

Beinleiðis dystargongd:
https://ticker.ehf.eu/v3/202411010101020

Føroyar á heimasíðuni hjá EHF:
https://ehfeuro.eurohandball.com/men/2024/teams/details/Q-KvsZwwZ4bbo3Fo32o0iw/faroe-islands/


Á myndini niðanfyri leggja tveir av føroysku lyklaleikarunum, Hákun Vest av Teigum og Peter Krogh ætlanir fyri dystin. Myndina hevur jn.fo tikið. Fleiri myndir síggjast á jn.fo.