Showing posts with label EM 24 Hondbóltur. Show all posts
Showing posts with label EM 24 Hondbóltur. Show all posts

EM24: “Vit eru við fyri at vinna”



Hugleiðing
Í flogfarinum á veg heim úr Berlin mikudagin hoyrdist ein barnarødd syngja “Óli, Óli Óli, Óli Mittún”. Fitti sangurin var eitt ekkó frá einari framúr góðari hondbóltsviku í Berlin.

Eins og barni, sum sang um Óla, so eri eg ikki ordiliga lendur enn. Okkara hondbóltshetjur fingu okkum so høgt upp at flúgva, at tað er torført at koma niður aftur.

EM24: Leikaramet - Tveir leikarar í heimsflokki


Fleiri føroyskir leikarar spældu sera væl í verjupartinum móti Noreg
Ítróttur og rørsla gevur okkara hondbóltshetjum leikaramet fyri teirra samlaða avrik í teimum trimum dystunum í EM-endaspælinum í Týsklandi. Serliga tveir leikarar skaraðu framúr.

EHF hevur savnað øll hagtølini fyri hvønn einstakan leikara í hesum PDF-inum

Leikarametini verða givin eftir somu treytum, sum Kringvarp Føroya brúkti.
- 5 stjørnur vera givnar fyri ”einastandandi gott avrik”
- 4 stjørnur vera givnar fyri ”gott avrik”
- 3 stjørnur vera givnar fyri ”miðal avrik”
- 2 stjørnur vera givnar fyri ”ikki nøktandi avrik”
- 1 stjørna verður givin fyri ”sera vánaligt avrik”

EM24: Takk fyri dreingir


Mynd úr myndarøð á jn.fo
EM-dystur í bólki D: Pólland - Føroyar 32-28 (15-15)
í Mercedes Benz Arena í Berlin, mánadagin 15. januar kl. 17.00 føroyska tíð.

Føroyar fylgdu við Póllandi í 50 minuttir í seinasta EM-dystinum á hesum sinni. So rakk ikki longri, og vit taptu dystin 32-28. Vit mugu ásanna, at trøini ikki vaksa upp í himmalin, hóast hendan vikan í Berlin hevur verið ótrúlig.

Hesir røsku hondbóltsdreingirnir hava givið okkum eina søgu, sum vit ongantíð gloyma aftur. Bara tað at spæla seg í eitt endaspæl var veruleikafjart, og tá ið vit tóku stig frá Noregi, ja, ta løtuna vóru vit so høgt uppi, at ringt var at koma niður aftur.

Hóast ósigurin í gjárkvøldið, var lagið gott, og hondbóltsveitslan helt fram alla náttina í Berlin.

EM24: Tað eigur ikki at bera til - Ella?


EM-dystur í bólki D: Pólland - Føroyar
í Mercedes Benz Arena í Berlin, mánadagin 15. januar kl. 17.00 føroyska tíð.

Vit skulu vinna á Póllandi, og Noreg skal tapa fyri Slovenia. Harafturat skulu vit hála 14 mál inn á Noreg í samlaða málmuninum, um vit skulu víðari í EM-kappingini. Tað eigur ikki at bera til. Men okkara menn kunnu gera sítt til at varðveita spenningin við at vinna móti Póllandi við nógvum málum. Noreg og Slovenia spæla ikki fyrr enn aftaná.

Dagført landsliðsleikarayvirlit
Dysturin á heimasíðuni hjá EHF
Beinleiðis dystargongd
Føroyar á heimasíðuni hjá EHF

Føroyar verða mettar at vera favorittar í seinasta dystinum móti Póllandi í EM-bólki D í dag klokkan 17 føroyska tíð. Men vit muga minnast, at tað ikki altíð er lætt at vera favorittur, og harafturat vil Pólland sjálvandi bjarga æruni, eftir at hava tapt teir báðar fyrstu dystirnar.

Pólland er eisini eitt gott landslið, hóast teir ikki hava spælt serliga væl hesa kappingina. Móti Slovenia vóru teir milt sagt vánaligir, og spæla teir á tí støðinum, so ber til at vinna við nógvum mál. Men sum nevnt, tað er ikki lætt at vera favorittur.

Um Føroyar ikki vinna við nógvum málum, so hevur tað kortini týdning at vinna, tí ein sigur móti Póllandi kann gera, at Føroyar verða styrkismettir hægri til lutakastið til HM-undanbólkarnar.  

Annars gongur lívið sína gongd her í Berlin. Nógvir føroyingar tóku sær av løttum í gjár, eftir veitsluna leygarkvøldið.

Í morgun hoyrast ýlandi traktorar um alt Berlin, tí bøndur og onnur mótmæla ætlaðum sparingum í stuðli til bøndurnar. Serliga í økinum kring Brandenburger Tor leggur tú merki til mótmælini, sum tykjast at vara frá morgni til myrkurs hvønn einasta dag.

Í dag manna vit okkum upp aftur. Seinnapartin verður upphitingartiltak, og klokkan 18 lokala tíð fara vit fyri seinastu ferð í hesum EM-endaspælinum at heppa á okkara dreingir. Ella, man tað ómøguliga bera til?

Aðrar greinar
EM24: Føroyar í heimsflokki og ekstasa í Berlin
EM24: Føroyingar streyma til Berlin úr øllum ættum
EM24: Hasum kunnu tit vera stoltir av
EM24 - Søguligur spenningur í Berlin


EM24: Føroyar í heimsflokki og ekstasa í Berlin


Mynd úr myndarøð á jn.fo.
EM-dystur í bólki D: Føroyar - Noreg 26-26 (12-13)
í Mercedes Benz Arena í Berlin, leygardagin 13. januar kl. 19.30 føroyska tíð.

Berlin er ein týðandi býur í evropeiskari søgu, og hóast føroyska søgan, sum var skrivað í Berlin leygarkvøldið 13. januar 2024 neyvan fer at standa í søguni hjá Berlin, so fer hetta kvøldið at standa rimmar fast í føroyskari ítróttasøgu.

Okkara hondbóltsgarpar høvdu framt tað risastóra bragd at spæla javnt í EM-dysti móti ongum minni enn Noregi.

Við einum frálíkum avriki eydnaðist at fylgja við Noregi nærum allan dystin. Men tá ið Noreg førdi við trimum og hálvurannar minuttur var eftir, sá einki út.

Tað eydnaðist tó upp á onkran máta at koma aftur í aftur, og tá ið Elias á Skipagøtu í seinastu sekundunum javnaði til 26-26 við brotskasti, vóru allir føroyingar í Berlin í fullkomnari ekstasu.

EM24: Føroyingar streyma til Berlin úr øllum ættum


EM-dystur í bólki D: Føroyar - Noreg
í Mercedes Benz Arena í Berlin, leygardagin 13. januar kl. 19.30 føroyska tíð.


Í dag verður aftur ein stórur dagur í føroyskari hondbóltssøgu, og tað væntast, at enn fleiri føroyskir áskoðarar vera til dystin, tí føroyingar streyma til Berlin úr øllum ættum. Eitt flogfar er komið úr Føroyum í morgun, og føroyingar, sum búgva ymsa staðni í Evropa hava eisini lagt leiðina til týska høvuðsstaðin.

Tað tykist, sum føroyingar ynskja at uppliva hetta heilt serliga huglagið, sum er uppstaðið í Berlin, har túsundtals føroyingar hyggja eftir hondbólti og síðan hittast á “Hotel Park Inn”, sum í hesum døgum eisini gongur undir nøvunum “Oyrasundskolegiið” og “Hotel Føroyar”.

EM24: Hasum kunnu tit vera stoltir av

(Mynd úr myndafrásøgn á jn.fo)

EM-dystur í bólki D: Slovenia – Føroyar 32-29 (13-13)
í Mercedes Benz Arena í Berlin, hósdagin 11. januar kl. 17.00 føroyska tíð.

Tað var ógvuliga nær við, at føroysku hondbóltsmenninir megnaðu at taka stig frá Slovenia. Hevði bara okkurt koppað okkara veg, so kundu vit staðið eftir við einum stigi ella tveimum. Høvdu vit skorað upp á onkran av brendu møguleikunum í fyrra hálvleiki, høvdu málverjarnir tikið eitt skot afturat, ella hevði onkur dómaraavgerð fallið okkara veg. Ja, so hevði ein frálíkur dagur verið upp aftur betri.

Føroysku áskoðararnir áttu høllina hetta kvøldið í Berlin. 5000 føroyingar sungu tjóðsangin so hart, sum hann neyvan er sungin áður, og hóast vit taptu, so helt rómurin fram allan dystin og eina góða løtu eftir dystin. Eg havi ongantíð í lívinum verið millum so lívligar og rópandi áskoðarar.

EM24 - Søguligur spenningur í Berlin



Í dag verður føroysk ítróttasøga skrivað, og her í Berlin er spenningurin í hásæti. Í miðbýnum kring Alexanderplatz búgva nógvir føroyingar á hvørjum einasta gistingarhúsi. Á einum búgva heili 1500 føroyingar. 

Handlarnir í Berlin hava eisini eyka góðar dagar, og í H&M munnu tey hava serliga góðar dagar, tí har er bara føroyskt at hoyra

Her er alt slag av føroyingum. Teir, sum hava áhuga fyri hondbólti, og teir sum ikki hava áhuga fyri hondbólti.

Heilt nógvir politikkarar eru her, eisini onkrir, sum valla hava verið í eini hondbóltshøll fyrr. So kunnu teir taka tað heilt røttu sjálvsmyndina at deila á sosialum miðlum, meðan vit eina løtu gloyma alt um CO2-útlát.

Í gjárkvøldið vóru vit nakrir føroyskir Liverpool-fjepparar á eini ítróttabarr og sóu Liverpool vinna á Fulham. Barrin var fullsett við ungum føroyingum í sera góðum lagi. Teir sungu føroyskar sangir og sluppu eisini at yvirtaka annleggið á barrini. Millum annað rungaði nýggi slagsangurin hjá Benjamin Rajani fleiri ferðir í hátalarunum, meðan føroyingarnir sungu um kapp við harða ljóðið.

Frá sjálvum hondbóltslandsliðnum frætta vit ikki so nógv, har vita tit, sum eru heima í Føroyum helst meira enn vit. Tó so, okkurt er at frætta frá onkrum, sum hevur samband inn í hópin, og tey sum eru hondbóltsáhugaði tosa og gita óført um, hvør ferð at spæla, og hvussu leikætlanin man fara at verða.

Um eina løtu fara føroyingar at møtast í eini rimmar stórari høll. Haðani verður kl. 17.00 gingið móti Mercedes Benz Arena, har eini 4000-5000 føroyingar væntast at verða í høllini, sum hevur pláss til 14.800 áskoðarar.

Vit gleða okkum til ein søguligan dag í føroyskum ítrótti.

----------------

Dysturin á heimasíðuni hjá EHF
https://ehfeuro.eurohandball.com/men/2024/matches/details/202411010101020/slovenia-faroe-islands/

Beinleiðis dystargongd:
https://ticker.ehf.eu/v3/202411010101020

Føroyar á heimasíðuni hjá EHF:
https://ehfeuro.eurohandball.com/men/2024/teams/details/Q-KvsZwwZ4bbo3Fo32o0iw/faroe-islands/


Á myndini niðanfyri leggja tveir av føroysku lyklaleikarunum, Hákun Vest av Teigum og Peter Krogh ætlanir fyri dystin. Myndina hevur jn.fo tikið. Fleiri myndir síggjast á jn.fo.







EM24: Hondbóltsfepur á Hálsi undan EM


Venjingarlandsdystur í manshondbólti í høllini á Hálsi 
Føroyar - Belgia 41-31 (19-16)
Tað merkist, at nakað serligt fer at henda í næstu viku. 1800 áskoðarar til ein venjingardyst. Tað er ikki gerandiskostur, og vit kunnu staðfesta, at Føroyar gleða seg til EM-endaspælið í Týsklandi.

Dysturin sjálvur var, sum ein venjingardystur eigur at vera. Hvørki av liðunum løgdu serliga nógv fyri. Men vit fingu staðfest, at Føroyar eru vorðin ein betri hondbóltstjóð enn Belgia. Og vit sóu eisini okkurt nýtt í spælinum.

EM24: Berlin ein fjølbroyttur býur


Berlin Mitte (mynd:Wikipedia)
Eitt sindur um søguliga og dagsins Berlin

Frá 9. januar og eina góða viku fram verður týski høvuðsstaðurin Berlin vertur fyri eina ta størstu føroysku fólkmongdina, sum nakrantíð er savnað uttanlands. Tá verða nakrir túsund føroyskir hondbóltsáskoðarar í Berlin og stuðla manslandsliðnum í hondbólti í EM-endaspælinum.

Vit, sum eru nóg gomul, minnast, at Berlinmúrurin var ímyndin upp á kalda kríggið, sum setti stórar politiskar kílar millum Vestur- og Eysturevropa frá 1945, tá ið seinni veraldarbardagi endaði, fram til 1989.

Eftir í minninum stendur serliga myndin, tá ið íbúgvarnir í Berlin nærum við berum nevum knústu múrin niður eitt hóskvøld í novembur 1989. Men søgan um Berlin er nógv meira enn kalda kríggið og múrurin.

EM24: Gjøgnumgongd av landsliðshópinum

Mynd: hsf.fo
Landsliðsvenjarin Peter Bredsdorff-Larsen hevur valt sínar 19 mans út til EM-hópin, sum í januar skal til Týsklands at spæla EM-endaspæl í manshondbólti.

Í greinini er leikarayvirlit og gjøgnumgongd av hvørjum einstakum leikara.

EM24: Tríggir dystir í risastórari høll


Mynd: Harald Bjørgvin

Hin 9. januar fer føroyska manslandsliðið í hondbólti á eina søguliga ferð. Tá flúgva teir til týska høvuðsstaðin Berlin, har teir, sum fyrsta føroyska landsliðið nakrantíð skal spæla í einum veruligum endaspæli.

EM24: .... then we take Berlin

Um tekstin í kenda sanginum, “First we take Manhattan”, hevur Leonard Cohen sagt, at tað er ein sangur um yvirgang.

- Tað er nakað við yvirgangi, sum eg altíð havi hámett. Tann veruleikin, at tað eru ongar undanførslur ella eingi kompromi”.

Andin í sanginum kann førast yvir á okkara hondbóltshetjur. Teir hava framt eitt slag av yvirgangi í hondbóltsheiminum, uttan undanførslur og uttan kompromi, og nú eru teir klárir at taka Berlin.

Tá ið Cohen skrivaði sangin í 1987, var Berlin deildur í tvey við einum múri millum Eystur- og Vesturberlin. Nú er Berlin høvuðsstaður fyri sameinda týska ríkið, og býurin er klárur at taka móti føroyska landsliðnum og túsundtals føroyskum viðhaldsfólkum.

Nú tað stundar til størstu løtuna í føroyskari ítróttasøgu, fara Ítróttur og rørsla komandi vikurnar at skriva fleiri greinar um landsliðið, EM-endaspælið, og býin Berlin.

Hondbóltsføroyar gleða seg sum smábørn til jóla til EM-endaspælið í januar.

Móti Noregi, Slovenia og Pólandi í Berlin

Føroyar eru bólki D saman við Noregi, Slovenia og Pólandi  í EM-endaspælinum manshondbólti, sum verður í Týsklandi í januar 2024.

Tað var úrslitið av lutakastinum, sum var í Düsseldorf nú seinnapartin.

Bólkur D verður spældur í Berlin, so tað kann væntast at hundraðtals føroyingar leggja leiðina til týska høvuðsstaðin í døgunum frá 10. til 16. Januar 2024.

Alt um EM 2: München, Mannheim ella Berlin (+Düsseldorf)


Skulu Føroyar spæla fyri 50.000 áskoðarum á Merkur Spiel Arena í Düsseldorf?
Tað tykist longu púra greitt, at heilt nógvir føroyingar ætla sær til Týsklands at stuðla okkara hondbóltshetjum í EM-endaspælinum í manshondbólti í januar 2024. Tí verður í spenningi bíðað eftir hvar Føroyar skulu spæla sínar dystir.

Í innleiðandi bólkaspælinum spæla Føroyar í München, Mannheim ella Berlin (Düsseldorf).

Hallirnar, sum hýsa EM, taka millum 12.150 og 50.000 áskoðarar, so tað skal verða meira enn løgið, um ikki pláss er fyri øllum føroysku áskoðarunum. 

Er tað sum vanligt, fær føroyska hondbóltssambandið eisini tillutað eitt ávíst tal av atgongumerkjum, sum helst er nokk til allan føroyska viðhaldsskara, so at allir føroyingarnir sita saman.


Skulu Føroyar spæla fyri 50.000 áskoðarum?


Undan lutakastinum um innleiðandi bólkarnar er ein møguleiki fyri (16,6%), at føroysku hondbóltsmenninir skulu spæla fyrsta dystin í EM-endaspælinum móti vertstjóðini Týsklandi framman fyri 50.000 áskoðarum.

Týsku vertirnir hava nevniliga sett sær fyri at seta nýtt áskoðaramet fyri ein hondbóltsdyst. Tí verður fyrsti dysturin í bólki A spældur á Merkur Spiel Arena í Düsseldorf, sum tekur 50.000 áskoðarar.

Les meira um býirnar og hallirnar, sum eru vertir fyri EM í manshondbólti 10. - 28. januar 2024.

Alt um EM 1: Lutakast og kappingarskipan

Her at spæla
eru slagorðini hjá EM-endaspælinum í manshondbólti, sum verður spælt í Týsklandi frá 10. til 28. januar 2024, og Føroyar spæla við.

Hetta er fyrsta EM-endaspælið við 24 londum, og í Føroyum eru vit ovurglað og errin av, at okkara landslið er í pottinum, tá ið lutakastið verður í týska býnum Düsseldorf longu nú 10. mei kl. 16.45. 

Tá fáa vit at vita, hvørjum Føroyar skulu spæla móti,