EM24: .... then we take Berlin

Um tekstin í kenda sanginum, “First we take Manhattan”, hevur Leonard Cohen sagt, at tað er ein sangur um yvirgang.

- Tað er nakað við yvirgangi, sum eg altíð havi hámett. Tann veruleikin, at tað eru ongar undanførslur ella eingi kompromi”.

Andin í sanginum kann førast yvir á okkara hondbóltshetjur. Teir hava framt eitt slag av yvirgangi í hondbóltsheiminum, uttan undanførslur og uttan kompromi, og nú eru teir klárir at taka Berlin.

Tá ið Cohen skrivaði sangin í 1987, var Berlin deildur í tvey við einum múri millum Eystur- og Vesturberlin. Nú er Berlin høvuðsstaður fyri sameinda týska ríkið, og býurin er klárur at taka móti føroyska landsliðnum og túsundtals føroyskum viðhaldsfólkum.

Nú tað stundar til størstu løtuna í føroyskari ítróttasøgu, fara Ítróttur og rørsla komandi vikurnar at skriva fleiri greinar um landsliðið, EM-endaspælið, og býin Berlin.

Hondbóltsføroyar gleða seg sum smábørn til jóla til EM-endaspælið í januar.
 
Leonard Cohan sang í 1988, First we taka Manhattan, the we take Berlin

Tað ber til
Føroyar eru í bólki við Noregi, Slovenia og Póllandi. Ein spennandi bólkur í sær sjálvum. Ikki tann lættasti. Men hvør veit? Vit megnaðu at koma til EM í kapping við Eysturríki, Rumenia og Ukraina. Serliga minnast vit knúsandi sigurin á Ukraina í høllini á Hálsi, sum gjørdist avgerandi fyri, at okkara menn komu til EM.

Hákun West av Teigum skorar avgerandi málið í undandystinum móti Rumenia
Túsundtals viðhaldsfólk
9. januar fer fyrsta flogfarið hjá Atlantsflogi beinleiðis úr Vágum til Brandenburg flogvøllin í Berlin við leikarunum og teimum fyrstu føroysku viðhaldsfólkunum, sum fara at uppliva hesa søguligu ítróttahending. Hesar dagarnar verður miðbýurin í Berlin kring Alexanderplatz savningsdepil hjá einari av størstu føroysku fólkamongdum, sum hevur verið savnað uttanlands.

Gitt verður, at eini 4000 føroyingar fara til Berlin
Kapping at koma í hópin
Tað var ein kjarna av leikarum, sum spældi Føroyar til EM, og tað er lítið at ivast í, at teir flestu av hesum verða við í Týsklandi. Menningin í føroyskum hondbólti gongur tó við rúkandi ferð, og nýggir ungir hondbóltleikarar banka upp á dyrnar hjá landsliðnum. Tí er hugsandi, at okkurt nýtt andlit verður í flogfarinum 9. januar, og tí kann tíverri eisini henda, at leikarar, sum hava myndað landsliðið seinastu árini, kunnu gerast sera skuffaðir av at verða sáldaðir frá.

Stór kapping er um at sleppa við EM-hópin (mynd: Harald Bjørgvin)
Allir mugu vera klárir
Í hesum døgum gera allir okkara bestu hondbóltsleikarar alt, teir kunnu, fyri at spæla seg í so góða støðu sum gjørligt, áðrenn hópurin verður úttikin.

Tíverri fáa nakrir av okkara stjørnuleikarum, Elias á Skipagøtu, Hákun West av Teigum og Óli Mittún ikki so nógv leiktíð í sínum feløgum í løtuni, men teir eru sjálvskrivaðir i Berlin.

Nú ræður um hjá øllum føroyskum hondbóltsleikarum at vera í so góðari venjing sum gjørligt, um boð skuldi verið eftir teimum.

Skaðar kunnu eisini raka okkara landsliðsleikarar, og tað kann gerast tann heilt stóri møguleikin hjá onkrum leikara, sum higartil ikki hevur verið mettur at hava møguleika at koma við til Berlin.

Føroyar spæla á Mercedes-Benz Arena, sum hevur pláss fyri 14.800 áskoðarum
Vit vera í Berlin
Sum nevnt, so er hetta fyrsta av fleiri greinum, um EM-endaspælið, og tá ið í fyrsta flogfarið lættir móti Berlin tann 9. januar, eru vit við og fara at skriva um søguligu vikuna í Berlin.

Longu nú hava okkara hetjur givið okkum alt. Men í Atlantsflogi mugu tey verða klár at broyta ferðaseðlarnar, um okkara hetjur enn einaferð taka hondbóltsheimin á bóli og leingja hondbóltsævintýrið.

🇫🇴 Koyr á Føroyar 🇫🇴

Branderburger Tor er ein av ímyndunum av Berlin (Mynd: Jorge Royan/Wikipedia)