Vónin hjá VÍF livur enn

EHF European Cup: SSV Brixen (Italia) - VÍF 37-35 (
17-18)
Sum vestmenningur var gott at vera aftur til evropeiskan hondbólt í Vestmanna, nú VÍF fyri fyrstu ferð síðan 1999 spældi evropeiskan hondbólt á heimavølli.

Heilt fitt av áskoðarum sóu VÍF vera frammanfyri tað mesta av fyrra hálvleiki. Munurin var tó ikki stórur, og í steðginum var VÍF frammanfyri 18-17.

Í seinna hálvleiki fóru italsku gestirnir, SSV Brixen frá VÍF, og eitt skifti vóru fimm mál á muni. Móti endanum av dystinum eydnaðist tó við einari ágangandi verju at hála tvey mál inn aftur, og dysturin endaði 37-35.

Hjá VÍF var Filip Jojic heilt stóri leikarin, og hann skoraði heili 17 mál

Meira um dystin á heimasíðuni hjá EHF

Allur dysturin sæst her

Tróndur Johnson skoraði fyrsta evropeiska málið hjá VÍF á heimavølli í 24 ár. Ungi vestmenningurin var eisini bragdligur fyrstu løtuna, og álopsspælið hjá VÍF var sum heild gott í fyrra hálvleiki. Serstakliga væl lá fyri hjá stórskjúttanum, Filip Jojic, sum høgdi ein bólt fyri og annan eftir í málið.

Eitt sindur løgið, at venja seg við, at VÍF var útilið á stigatalvuni, men tað var VÍF sum var framman fyri meginpartin av tíðini.

Einans 10 leikarar við í Føroyum
Italska liðið, sum einans hevði 10 mans á liðnum, spældi skjótan hondbólt, og teir vóru í miðal væl hægri enn vestmenningarnir. Teir koma í skjótálop nærum hvørt einasta álop, og teir hildu ferðina alt álopið á tamb. Verjan hjá VÍF hevði tað torført av høgu álopsferðini, og sum heild var alt ov lætt hjá italiumonnum og kanska serliga risastóra brasiliumanninum, De Oliveira Candido, at koma í gjøgnum VÍF-verjuna. Tí kom tað sera væl við, at Mladen Mjerimacka hevði nakrar sera góðar bjargingar í málinum, og eisini skutu gestirnir merkiliga nógv skot við síðuna av málinum.

Í hálvleikinum var VÍF frammanfyri 18-17.

Filip skoraði 9 mál á rað
Filip helt fram í sama stíli í seina hálvleiki, og við tveimum teimum seinastu málunum í fyrra hálvleiki og sjey teimum fyrstu eftir steðgin, skoraði hann níggju mál á rað fyri VÍF.

Einmansherurin Filip megnaði kortini ikki at halda VÍF framman fyri, og hjá Brixen gjørdist alsamt lættari at koma gjøgnum verjuna hjá VÍF. Mladen bjargaði heldur ikki so nógv eftir steðgin, einamest, tí hann fekk nærum onga hjálp frá verjuni.

Tá ið ringast sá út hjá VÍF var 33-28 til italska liðið, og bara níggju minuttir eftir. Samstundis mátti Filip av vøllinum, tí hann fekk krampa, og nú mundu flestu vestmenningar vera heldur ivasamir.

Sjúrður loysnin á miðjuni
Men liðítróttur er løgin. Nú Filip manglaði, tyktist brádliga sum hinir vístu ábyrgd. Hallur Arason og Magnus Müller skutu nú mál, og ikki minst kom Sjúrður Olsen inn á miðjuna at skipa álopsspælið, sum var vorðið alt ov stirvið, sum seinni hálvleikur leið.

Sjúrður skipaði fyri nøkrum árum spælið hjá VÍF við hepnari hond, og fleiri hondbóltskønir vestmenningar (og teir eru nógvir) saknaðu í fjør Sjúrð mitt á miðjuni, tá ið alt steðgaði upp í finaludystunum.

Tað er spell, at ein leikari við so góðum eyga fyri spælinum er goymdur burtur á veinginum, tí í nútíðarhondbólti er vongurin sera lítið við í uppbyggjandi spælinum og stendur fyri tað mesta bara og bíðar heilt úti á veinginum eftir at verða spældur til ein málmøguleika. Vónandi sær venjarin hjá VÍF møguleikar í, at brúka Sjúrð á miðjuni í dystinum í morgin, og tað, ið eftir er av kappingarárinum.

Ágangandi verja vakti viðhaldsfólki
Við Sjúrði kom meira ferð og hugflog á spælið, og eitt annað, sum var avgerandi seinastu løtuna, var, at VÍF fór út í eina ágangandi 3-2-1-verju við stríðshugaða Jón Müller sum eittara.

Áskoðararnir vóru eisini væl við seinastu løtuna, og skal VÍF gera sær nakrar vónir at spæla seg víðari, tá ið liðini hittast aftur í høllini í Vestmanna sunnudagin kl. 17.00, so mugu áskoðararnir vera líka mælskir, sum hesar seinastu minuttirnar í fyrra dystinum.

37-35 stóð á máltalvuni, tá ið dómararnir úr Estlandi bríkslaðu av, og tað vísir okkum, at tað er í verjuni at størst pláss er fyri batum undan seinna dystinum.

Síggjast í høllini í Vestmanna sunnudagin kl. 17.00



Myndir frá dystinum, sum Andrei Vladut Antal hevur tikið.

Filmsbrot undan dystinum


Allur dysturin sæst her