(Samanlagt 72-75, og Brixen ferð víðari)
Leingi livdi vónin at koma víðari, og tá ið níggju minuttir vóru eftir, stóð samanlagt á jøvnum. Seinastu minuttirnar kom italska liðið fram um, og VÍF kláraði ikki at svara aftur.
Hóast VÍF er úti úr evropeiskum hondbólti fyri hesaferð, so kunnu vestmenningar sum heild verða nøgdir við avrikið. Fyrst at spæla seg víðari niðri í Luksemborg, og so at spæla væl upp við eitt væl leikandi italskt lið, tað er í lagi.
Tað rakk ikki hesaferð. Men vónandi verður VÍF við aftur í Evropa komandi kappingarár.
Dysturin á ehf.com
Allur dysturin sæst her
Seinni dysturin millum VÍF og italsku Brixen minti nógv um tann fyrri. Talan var um ein góðan og undirhaldandi hondbóltsdyst. Spælið fór fram við nógvari ferð, og tað var næstan líka stravið at vera áskoðari, so skjótt gekk alt fyri seg.
Tað var hugtakandi at síggja, at teir einans níggju útileikararnir hjá Brixen annan dagin á rað orkaðu at spæla við so høgari leikferð. Eg havi ongantíð fyrr sæð eitt lið fara so konsekvent í skjótálop, og tað var bara, tá ið teir høvdu ein leikara útvístan, at ferðin varð sett eitt sindur niður.
VÍF setti eisini nógva ferð á frá byrjan og var framman fyri við einum tveimum málum stóran part av fyrra hálvleiki. Filip Jojic gekk aftur undan í dag, og hann skoraði níggju ferð í fyrra hálvleiki.
Í hálvleikinum var VÍF framman fyri 19-17, og tað stóð heilt á jøvnum. Um dysturin endaði við tvey mála sigri til VÍF, so varð púra javnt og farið varð beinleiðis til brotskastskapping.
Tróndur tók yvir
VÍF byrjaði eisini seinna hálvleik væl, og tá ið tíggju minuttir vóru spældir, var VÍF framman fyri við fýra málum.
Italiumenn fóru eftir steðgin longri fram í Filip, og tað hjálpti so mikið væl, at Filip einans skoraði eitt mál í seinna hálvleiki. Í fyrsta umfari hjálpti tað tó lítið í samlaðu myndini hjá Brixen, tí nú tók Tróndur Johnson yvir. Ungi vestmenningurin var besti álopsleikari hjá VÍF eftir steðgin og hevur í hesum báðum dystunum veruliga staðfest seg sum ein sera evnaríkan leikara, sum kann gerast ein fongur hjá VÍF komandi árini.
Koppaði skeivan veg
Eina løtu reið um snarið, og leiðslan hjá VÍF var hesa løtuna umleið tvey mál. Tíverri so koppaði tað til Brixen seinasta korterið. Ferðin var enn tann sama, og tað var sum italiumenn vóru meira vanir við hesa ferðina. Harafturat so manglaði VÍF akkurát sum tað seinasta. Mladen Mjerimacka hevði sjáldsama fáar bjargingar, og tað hjálpti heldur ikki, at Brandur Silvurstein eina løtu stóð í málinum. Málmenninir fingu heldur ikki tað stóru hjálpina frá verjuni, sum hevði sera torført við at steðga skjótu álopunum hjá Brixen. Eisini hildu áskoðararnir hjá VÍF, at dómararnir saktans kundu givið onkra útvísing til Brixen, men dómaraavrikið var sum heild gott, og dómarnir mundu helst fella javnt báðar vegir.
Brixen kom upp á javnt 35-35, tá ið seks minuttir vóru eftir, og tá ið tríggir minuttir vóru eftir, komu teir fram um. VÍF fór heilt fram við verjuni og javnaði tvær ferðir, áðrenn Sjúrður Olsen misbrúkti heilt leysur í skjótálopi, og so var slagið tapt.
VÍF er liðugt í Evropa hesaferð, men eg haldi, at teir kunnu vera nøgdir við avrikið. Klárar VÍF at fáa leikferðina so skjóta her heima í Føroyum, so átti tað at rokkið langt, tí í Føroyum verða dystirnir ofta spældir við sera lágari leikferð.
VÍF var seinasta føroyska liðið í Evropa hetta kappingarárið, og nú kunnu vit gleða okkum til landsliðið fer til Týsklands at spæla um evropameistaraheitið í januar.