EM24: Tríggir dystir í risastórari høll


Mynd: Harald Bjørgvin

Hin 9. januar fer føroyska manslandsliðið í hondbólti á eina søguliga ferð. Tá flúgva teir til týska høvuðsstaðin Berlin, har teir, sum fyrsta føroyska landsliðið nakrantíð skal spæla í einum veruligum endaspæli.

Aðrar greinar:  EM24: .... then we take Berlin

 

Tríggir dystir í bólkaspælinum
Okkara landslið er í bólki D saman við Noregi, Póllandi og Slovenia. Teir tríggir dystirnir hjá Føroyum verða spældir í Mercedes-Benz Arena í Berlin.

Dystirnir verða spældir soleiðis
  • Hósdagin 11. januar kl. 17.00 (kl. 18.00 týska tíð) Slovenia - Føroyar
  • Leygardagin 13. januar kl. 19.30 (kl. 20.30 týska tíð) Føroyar - Noreg
  • Mánadagin 15. januar kl. 17.00 (kl. 18.00 týska tíð) Pólland - Føroyar

Pláss fyri 14.800 áskoðarum
Landsliðið spælir sínar dystir í risastóru høllini Mercedes-Benz Arena. Har er pláss fyri heili 14.800 áskoðarum. Allir dystirnir í bólki D verða spældir í Mercedes-Benz Arena.

Tvey umfør, fýra dystir, í bólki A skulu eisini spælast í stóru høllini í Berlin. Vertslandið Týskland er í bólki A, og millum annað verður stórdysturin millum Týskland og Frakland spældur týskvøldið 16. januar.

Plaseringarnar í bólkunum verða settar eftir hesum kriterium: 1) Stig, 2) innanhýsis stig, 3) innanhýsis málmunur, 4) innanhýsis tal av málum, 5) samlaður málmunur

Tvey lið víðari í meginumfarið
Úr hvørjum bólki fara tvey lið víðari í meginumfarið. Tey hava innanhýsis stigini við sær, og skulu so í eitt nýtt meginbólkaspæl saman við fýra londum úr tveimum øðrum bólkum. Í meginumfarinum verða sostatt fýra dystir spældir.

Nummar 1 og 2 í bólki A, B og C koma í meginbólk 1.
Nummar 1 og 2 í bólki D, E og F koma í meginbólk 2.

Um Føroyar taka øll á bóli einaferð aftur og koma víðari úr bólki D, koma okkara menn sostatt í meginbólk 2, sum verður spældur í Hamburg. Meginumfarið verður spælt í døgunum 17. til 24. januar.

Tvey tey fremstu londini í hvørjum meginbólki fara í finaluumfarið.

Finaluumfar
Finaluumfarið, hálvfinalur, 3./4.-pláss og finala, verður spælt í Køln 26.- og 28. januar.

Bólkarnir í EM-endaspælinum eru hesir:

Bólkur A 
Frakland
Týskland
Norðurmakedonia
Sveis

Bólkur B
Spania
Eysturríki
Kroatia
Rumenia

Bólkur C
Ísland
Ungarn
Serbia
Montenegro

Bólkur D
Noreg
Slovenia
Pólland
Føroyar

Bólkur E
Svøríki
Niðurlond
Bosnia og Hersegovina
Georgia

Bólkur D
Danmark
Portugal
Kekkia
Grikkaland


Dystarskráin er her:
Tak niður dystarskránna



Mercedes-Benz Arena


Mercedes-Benz Arena verður heimavøllurin hjá Føroyum

Risa stóra marghøllin lat upp í 2008 undir navninum O2 Arena. Í høllini er pláss fyri 17.000 fólkum, og 14.800 áskoðarar kunnu hyggja eftir hondbóltsdystum í høllini. Høllin kostaði 165 milliónir evrur (1,2 milliardir krónur) at byggja.

Í 2015 skifti høllin navn, og avtala varð gjørd við bilaframleiðaran Mercedes-Benz, at høllin skal eita Merdedes-Benz Arena í 20 ár.

Íshokkifelagið Eisbären Berlin og kurvabóltsfelagið Alba Berlin spæla sínar heimadystir í høllini. Eisini hava onnur stór ítróttatiltøk verið í høllini, umframt nógv onnur tiltøk.

Metalica hevði fyrstu konsertina í høllin í 2008, og síðan hava nógvar konsertir verið. Úr rúgvuni kunnu nevnast , Tina Turner, Sting, Scorpions, Britney Spears, Muse, Kylie Minouge, Bob Dylan, Mark Knopfler, Coldplay, Madonna, Pearl Jam, The Beach Boys, Lady Gaga, Jenifer Lopez, One Direction, Beyoncé, Iron Maiden, Rihanna, Taylor Swift, U2, Depeche Mode, Adele, Celine Dion, Christina Aguilera, Dua Lipa og Robbie Williams.
Inni í Mercedes-Banz Arena